Orð:Dánjal Højgaard
Myndir:Jens Kr. Vang
Hon sær ikki so ræðandi út. Tann 25 ára gamla Winkler&Dunnebier maskinan, sum stendur og buldrar mitt í maskinhøllini. Fær teg kanska heldur at hugsa um vættrajól og hugnaligu prentsmiðjuna hjá Gamla Bókhandli enn um eitt alvaldandi ídnaðarvirki.
Men hon má ikki undirmetast.
Winkler&Dunnebier koyrir sum ein røvari, og hvønn einasta minutt, hon stendur har og stunar, spýtir hon út 200 brævbjálvar um minuttin til tann føroyska heimamarknaðin.
Tað gevur 5 milliónir brævbjálvar um árið.
Winkler&Dunnebier er hjartað í føroya einasta brævbjálvavirki. Familjufyritøkuni Tonito á Eiði, sum framleiðir 75 prosent av øllum brævbjálvum, sum verða brúktir í Føroyum í dag.
Ein risi í føroyskum høpi. Men ein pinkuligur sammett við útlendsku kappingarneytarnar.
Sjálvbjarnir menn
Søgan byrjar í góðu gullasjtíðini, tá alt bar til.
Eiðisbrøðurnir og bilmekanikararnir, Niels Emil og Thorleif høvdu havt bilverkstað saman í nógv ár, og nú droymdu hesir sjálvbjargnu menn um at stovna egið ídnaðarvirki.
Júst hvat teir vildu framleiða, var ikki greitt beinanvegin. Men tað skuldi so vera okkurt, sum føroyingar brúktu ríkiliga nógv av. Tí greitt var, at 45.000 fólk er ein ógvuliga lítil marknaður.
-Vit vildu gjarna finna upp á okkurt. Tað liggur líkasum í. Vit hava altíð arbeitt sjálvstøðugt, sigur Niels Emil.
-At tað júst bleiv til brævbjálvar ? ja, tað var tí, at hetta var ein framleiðsla, sum øll brúka rættiliga nógv av, sigur hann.
Saman við pápa teirra Gunnari leigaðu Eiðisbrøðurnir seg inn í ein goymslubygning hjá SEV uppi á Grind á Eiði. Keyptu eina gamla brævbjálvamaskinu, og fóru í holt við at gera teir fyrstu føroysku brævbjálvarnar.
Árið var 1988.
Gott fyri landið
Í maskinhøllini hevur Winkler&Dunnebier verið í svingt síðani klokkan 8 í morgun.
Í vestara endanum er ein stór pappírsrulla fest á maskinuna, haðani pappírið verður ført i inn í maskinaríið. Maskinan sker brævbjálvarnar til, fóðrar teir innan, klínir latex-sevju á endarnar, so at teir vera sjálvklistrandi ? og límar til endans brævbjálvarnar saman.
Við eystara endan stendur 80-ára gamli Gunnar so hugagóður og tekur ímóti teimum lidnu brævbjálvunum. Her á Tonito gera maskinurnar tað tunga arbeiðið, og Gunnar, sum er gamal
sjómaður frøist um at sleppa at standa turrskøddur á tí reina og nossliga hallargólvinum.
-Her sleppur tú frá at ganga í oljuklæðum, sigur hann læandi, og stappar eitt bunti av brævbjálvum í pappeskjuna.
-Eg havi nakað at fara upp til um morgunin. Eg fylti 80 í fjør, og hetta heldur lívið í mær, sigur hann, meðan hann leggur brævbjálvarnar pent í pappeskjurnar, so at teir eru klárir at avskipa.
Gott er at eiga sítt egna, heldur Gunnar. Men Tonito ger eisini landinum eina stóra tænastu, skundar hann sær at leggja afturat.
-Hetta er við til at halda samfelagshjólunum malandi. Tað er jú minst líka týdningarmikið at tálma innflutningin sum at menna útflutningin, minnir hann á.
Trupul byrjan
90-ini vóru ein hørð roynd fyri ídnaðarvirkið á Eiði.
Samstundis sum eftirspurningurin eftir brævbjálvum sveik skuldi virkið knappliga læra seg at kappast á jøvnum føti við teir stóru kappingarneytarnar úti í heimi. Tá Tonito byrjaði kundu rávørur til ídnaðarframleiðslu í Føroyum - so sum pappír - nevniliga flytast inn so at siga uttan toll. Hetta gav ein stóran kappingarfyrimun mótvegis teimum innfluttu brævbjálvunum, sum lógu undir høgum tolli.
Men so smekkaði ES nevan í borið og kravdi javnstøðu. Og tá MVG-skipanin var sett í verk fyrst í 90-unum hvarv tann kappingarfyrimunur, sum føroysku ídnaðarvirkini høvdu havt.
-So tú kanst siga, at ljósið brann í báðum endum, minnist Niels Emil.
At virkið á Eiði kortini hóraði undan komst fyrst og fremst av teirri sannroynd, at Tonito er ein familjufyritøka við stóra F.
-Høvdu vit ikki verið ein familjufyritøka, so hevði tað aldrin gingið, staðfestir Niels Emil, sum heldur, at fortíðin hevur verið teimum ein læra.
-Vit hava lært, at tað ræður allatíðina um at gerast betri. Vit kunnu altíð gera tað betri. Virkið er blivið meira rasjonelt, og í dag er tað minni, ið fer til spillis.
Altíð til arbeiðis
Tá klokkan er 12 kemur Thorleif í maskinhøllina at avloysa pápan, so at hann kann sleppa til hús at fáa sær døgverða. Maskinurnar ganga allar tíðir á degnum og spyrja ikki eftir matartíðunum, og tí noyðast teir at avloysa hvønn annan.
Vanliga arbeiða teir minst til klokkan 6 á kvøldi. Kemur ein góður snarordi, ella er tað upp undir jól sleppa teir kanska ikki til hús fyrr enn klokkan 10 á kvøldi. Og tað hendir seg meiri enn so, at vikuskiftið eisini má offrast.
-40 tíma arbeiðsviku ? nei, tað kenni eg bestemt einki til, sigur Torleif turrisliga.
-Tað hevði neyvan borið til um vit ikki vóru ein familjufyritøka. So høvdu vit verið noyddir at goldið dýrar yvirtímar, staðfestir hann, meðan hann fyllir brævbjálvar í eskjurnar.
Men júst tað, at Tonito er ein lítil og smidlig familjufyritøka gevur fyritøkuni ein kappingarfyrimun, sum eigararnir fegnir reklamera við:
-Skjót leveransa er okkara stóra styrki. Vit kunnu levera 50.000 brævbjálvar eftir einum degi. Ringir ein fyritøka t.d. til okkum ein fríggjadag seinnapart, so kunnu vit hava fleiri hundraðtúsund brævbjálvar klárar mánamorgunin, sigur Niels Emil, sum bedýrar, at føroyska virkið er kappingarført í prísi.
-Føroyingar eru ikki sinnaðir at gjalda nakað eyka fyri føroyskar vørur - og soleiðis skal tað eisini vera. Tí mugu vit allatíðina vera kappingarførir í prísi, slær hann fast.
Seinasti fjóðringurin
Í fjør summar flutti Tonito inn í ein spildurnýggjan virkisbygning við havnarlagið á Eiði. Umframt sjálva maskinhøllina eru skrivstova og kaffistova í bygninginum, sum kostaði umleið eina millión. Tað er ljóst og arbeiðsligt inni og dupult so nógv pláss sum í gamla virkisbygninginum uppi á Grind.
Eftir eina baldruta byrjan í føroyskum vinnulívið eru karmarnir nú skaptir fyri einum vøkstri í føroyskum pappírsídnaði. Lítli Dávid á Eiði bjálvar seg út til tann endaliga bardagan móti útlendska Goliat, sum framvegis situr á fjóðringinum av føroyska brævbjálvamarknaðinum.
Ein fjóðringur, sum er gull verdur.
Hetta kemst av, at tað eru nógvir smærri brúkarar ? bæði stovnar og virkir ? sum enn nýta útlendskar brævbjálvar. Og teir smáu ordrarnir geva lutfalsliga meira í kassan.
Endurnýgging alneyðug
Tískil er Tonito nú - fyri fyrstu ferð í 12 ára søgu virkisins - í holt við at marknaðarføra teir føroysku brævbjálvarnar.
-Higartil hava vit rætt og slætt ikki havt orku at reklamera fyri framleiðsluni. Nú hava vit fingið karmarnar, sum skulu til fyri at skapa ein vøkstur í framleiðsluni, sigur Niels Emil.
Næsta stigið er at útvega virkinum nýggjari og betri maskinur, og kanska verður tørvur á fleiri starvsfólkum. Undir øllum umstøðum er greitt, at skal Tonito hava ein livandi kjans móti teimum stóru so má virkið megna at endurnýggja seg, ásannar leiðslan.
-Okkara kappingarneytar úti í heimi eru stórar fyritøkur, sum hava ráð at endurnýggja seg. Spurningurin er í hvønn mun vit klára at endurnýggja okkum, tí trupulleikin er at avlopið er ov lítið, sigur Niels Emil.
-Tað er hatta vælsignaða skiftisavlopið, suffar eigarin, sum ikki vil avdúka hvussu úrtslitið hjá Tonito sær út.
Fyribils hevur familjufyritøkan á Eiði ið hvussu er ongar ætlanir um at útflyta føroyskar brævbjálvar.
-Tað ræður fyrst og fremst um, at gera okkum eitt sindur betri her heima. Tað er tó ikki óhugsandi, at vit einaferð fara at útflyta brævbjálvar. Um so er verður tað ikki til Evropa, men heldur til Íslands, sigur Niels Emil.
Alnetið skaðar ikki
-Vit hava einki merkt til at sølan er minkað. Tvørturímóti halda vit okkum hava merkt eina positiva ávirkan, sigur Niels Emil Andreasen, eigari í Tonito.
Grundarlagið undir virkseminum hjá Tonito eru tey stóru arbeiðsplássini í landinum ? bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur. Og líkt er til, at teir stóru brúkararnir framvegis dúva upp á brævbjálvarnar í sínum dagliga samskifti við viðskiftafólkini.
Ein av kundunum hjá Tonito er Føroya Tele. Tað er ein sannroynd, at alnetið hevur givið telefonverkinum fleiri brúkarar, og hesir brúkarar skulu hava rokningar, sum verða sendar í føroyskum brævbjálvum.
-At telefonverkið er byrjað eina nýggja tænastu merkir, at fleiri rokningar skulu sendast út. Teir hava fingið fleiri kundar - og tað merkja vit, sigur hann.
Leysasølan í handlunum er ikki nøkur týðandi inntøkukelda hjá Tonito. Tískil hevur tað minni týdning fyri virkið, um Palleba og Marsanna leggja av at skriva brøv, tí at tey hava fingið alnet.
Tonito er:
Ídnaðarvirki á Eiði, sum hevur gjørt brævbjálvar til føroyska marknaðin síðani 1988. Eigarar eru Eiðisbrøðurnir Niels Emil og Thorleif Andreasen og pápi teirra Gunnar Andreasen. Navnið Tonito er stytting av fornøvnunum Thorleif, Niels og hjá svogri teirra Tordi (Niclasen), sum var við í fyrstani.
Helt til í leigaðum hølum tey fyrstu árini. Flutti í egnan virkisbygning við havnalagið á Eiði, summarið 1999.
Framleiðir 5 milliónir brævbjálvar, ið svarar til uml. 75 prosent av føroyska marknaðinum. Uml. 15 sløg av brævbjálvum.