Tað sigur vanligum fólki so mikið sum, at hann visti ikki, hvat hann vildi har handan dagin. Hann var so avsporaður, og hann gjørdi sær so fullkomuliga fyri skommum, at tað hevði...?betri verið honum heima at sitið, tann fuglaflokk at fanga.?
Í Dimmalætting hósdagin - dagin eftir Fimmaran - fer Osmund Justinussen eitt vet longri enn fiskimálaráðharrin. Hann heldur seg ikki bara til, hvussu lærdir limirnir í búskaparráðnum eru. Nei, hann ger sær sanniliga tann ómak at siga okkum føroyingum, hvussu virkin foreldur teirra hava verið í føroyskum vinnulívi.
Hygg! Hetta, vit nú eru vitni til, er rættiliga vandamikið. Her hava vit eitt ráð, sum er sett at ráðgeva Landsstýrinum. Ráðið kemur við eini tilráðing, sum arbeiðssetningurin jú er. Men í staðin fyri at viðgera tilráðingina seriøst og fakliga, verða ráðslimirnir og familjur teirra viðgjørd alment í føroyskum fjølmiðlum.
Tað er vanligt, at tá tú traðkar á halan á frensinum, so fýsir hann. Men hesi ýlini, sum nú hoyrast frá teimum, sum halda seg hava einarætt til fiskivinnu undir Føroyum, eru nógv vandamiklari enn ein frensur, sum kanska kann klóra eitt sindur.
Taktikkurin er púra greiður. Hann gongur út upp á at fáa einhvønn, sum bara so mikið sum dittar sær at hugsa um at broyta verandi skipan, at tiga. Tað gerst sera effektivt við at leggja eftir manninum. Og helst familjuni eisini. Tað hevur virkað fyrr.
Men tað ringasta eru viðmerkingarnar frá fólki eftir sendingina í Útvarpinum mikudagin. Mangastaðni er vanlig mannahugsan, at formaðurin í Búskaparráðnum slapp alt ov væl. Teir skuldu farið nógv verri við honum, verður sagt.
Tað er óhugnaligt, at føroyingar ikki eru komnir úr miðøldini enn. At fólk enn troðkast saman um skafottið ella bálstaðið at síggja, meðan hesin ella hasin verður avrættaður.
Jú, sanniliga hevur Jørn Astrup Hansen rætt: ?Man brænder da hekse.?
Edvard í Skorðini Joensen