KÍF-Neistin 24-34 (7-17)
Lat tað vera sagt beinanvegin. Dysturin týskvøldið millum KÍF og Neistan gjørdist ongantíð til nakað slag av spennandi undirhaldi fyri áskoðararnar. Til tess var munurin millum liðini alt ov stórur.
Ikki tí, annað var kanska ikki væntandi, tí alt árið hava liðini stríðst í hvør sínum enda av stigatalvuni, og eftir øllum sólarmerkjum at døma, verður eingin broyting hesum viðvíkjandi enn á sinni.
Avgjørt alt fyri eitt
Hóast leikferðin á dystinum ongantíð kom nakað serliga høgt upp, so byrjaði Neistin beinan vegin at draga frá kollfirðingunum, og eftir lítlari løtu var støðan longu 2-8.
Kollfirðingar tóku tá time-out, og eftir hetta royndu teir at nýta kyndilstaktikkin, soleiðis at bæði Heini og Áki vórðu mansvardir (Áki var annars mansvardur frá dystarbyrjan), men líka hjálpti hetta.
Neistaliðið helt á fram at skjóta mál, og í hinum endanum tók Bogi Henriksen sær av tí allar mesta.
Munurin bara øktist, og hóast Óla Kristian tók fleiri vandamiklar skotroyndir og m.a. tvey brotskøst, so kundi hann ikki á nakran hátt forða fyri, at Neistin fór til hálvleiks við eini tryggari leiðslu.
Eingin ferð á
Í hálvleikinum helt onkur áskoðari skemtiliga fyri, at nú kundi Neistin bara royna at verja sum frægast, og síðani nøla øll álopini, so skuldu stigini bæði helst verið heima.
Hetta var helst ikki ætlanin hjá Neistavenjaranum, Páll Poulsen, men tað sá næstan soleiðis út.
Tað syndri av ferð, sum í fyrra hálvleiki hevði verið á spælinum, var nú heilt burtur, og bæði liðini tóktust eisini bert at hava eitt fyri eyga. At avgreiða dystin sum skjótast, soleiðis at sleppast kundi undir brúsuna.
Serliga kom hetta til sjóndar á neistaliðnum, har menn als ikki vóru nærlagdir í verjupartinum, og t.d. kundu kollfirðingar tað einu ferðina skora, eftir at teir høvdu fingið tveir returbóltar á rað, uttan at nakar í neistaverjuni sá út til at leggja í tað. Fóru onkrar avleveringar við síðuna av manninum, sum tær vóru ætlaðar, var bert flent at hesum, og yvirhøvur tóktist líkasælan at valda.
Rætta mótstøðuliðið
Sum nevnt omanfyri, so var KÍF helst rætta liðið hjá havnarliðinum at hitta júst nú. Eftir tapið leygardagin, var ivaleyst nógv, sum skuldi fáast úr høvdinum, soleiðis at leikararnir aftur fara at hugsa positivt, nú endaspurturin er um at fara í gongd.
Har umframt var hetta eisini at kærkomið høvi til at royna onkrar álopsvariatiónir, um so er, at onkur lið hava uppdagað, hvussu Kyndil bremsaði neistaálopunum!
Hetta seinasta fingu teir so høvi til, men hóast mansverjan ikki sá út til at nerva liðið stórvegis, so er ikki víst, at tað gongur heilt so væl, tá onnur lið enn KÍF standa hinumegin miðlinjuna. Til dømis komandi vikuskifti, tá vestmenningar koma til Havnar, men tað er helst ein onnur søga.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Vagnur Johannesen 7, Jákup Dam 6, Petur Martin Johansen 5 (3), Petur Martin Poulsen 4, Finn Heri Johannesen 2 (1)
Neistin: Heini Joensen 8 (1), Áki Olsen 7 (4), Finnur Hansson 6, Elmar Ósá 5, Kári Mortensen 3, Karl Oddmar Rasmussen 3, Jákup Sverri Kass 1, Helgi Justinussen 1
Brotskøst:
KÍF 5, Neistin 8
Útvísingar:
KÍF 5, Neistin 3
Dómarar úr StÍF:
Pole Hansen og Alexandur Johansen










