- Her kann vera eitt sindur einsligt í píkatíðini, heldur gjáarkonan, Friðrika fyri, meðan hon blídliga kínir yngstu dóttrini, Jacobinu, um ennið.
Friðrika er fyrrverandi havnarkona. Tá ið nógvir føroyingar lótu seg draga av bygd og í bý, valdi hendan móðurin at taka barnaflokkin av asfaltinum í høvuðsstaðnum við sær og húsbóndanum, ganga ímóti streyminum og búseta seg á bygd.
Men hjá fyrrverandi býarbúgvum, kann bygdalívið gerast eitt varandi hugasveiggj millum friðin og frælsið í bygdini og hin vælsignaða hurlivasan í Havn.
Í løtum eisini ein bardagi móti hóttandi einsemi.
Men tað ber til at búseta seg á bygd, og trívast.
Ferðingin millum bygdasligt kosmos og skipað býarkaos er helst neyðug. Bæði í huga og gerð. Serliga um veturin, tá ið fáir gestir leita sær til bygdar. Tá setir Friðrika seg í bilin, og leggur leiðina til Havnar.
Sjálvboðin til Gjáar
Á sætta ári búleikast sjeyogtredivu ára gamla, fyrrverandi havnarkonan, Friðrika Mortensen, við Gjógv. Undir hennara veingjarbreiði eru fýra børn millum fýra og tólv ár. Samlivin, ið er ættaður frá Gjógv, hevur starv á sjónum. Hann er stýrimaður við garnabátinum, Oknini, ið roynir eftir svartkalva. Friðrika er húsmóðir.
- Alt gott um mín gamla heimstað, Tórshavn. Men tað tykist mær, sum øll vilja búseta seg í Havn, har tað mangan tykist vera hægsti móti ikki at hava tíð. Tað skilji eg ikki rættiliga, sigur Friðrika, sum kortini púra sjálvboðin leitar sær í stórbýarrumblið í høvuðsstaðnum við jøvnum millumbilum.
Sambært Friðriku, er ein av orsøkunum til, at tey fluttu úr Havn til Gjáar, idealisma. Serliga maðurin, vildi fegin gera sítt til at menna heimbygdina.
Umstøður til djúphugsni
Søgan um Friðriku og samlivan, Jóhan Kristiansen, er ikki heilt vanlig. Talan er ikki um mannin, ið finnur sína hjartans kæru uttangarðs, tekur undir armin á sprundið sínum, og leiðir tað inn um egnar bøgarðar. Og síðani stingur av til sjós, meðan hetta neyðardýrið situr einsamalt eftir í hansara heimbygd.
Nei, familjan Mortensen/Kristiansen búsettist við Gjógv í semju. Tey lótu seg rúsa av romantisku uppfatanin av føroyska bygdalívinum. Og Friðrika er ikki vónsvikin.
? Ein vanligur spurningur, eg fái í Havn, er: Nú, búgva tit virkuliga enn við Gjógv..? Tá ið eg játti, halda tey undrandi fyri, at tað er virkuliga flott, at vit framvegis eru við Gjógv, sigur Friðrika, men skoytir beinanvegin upp í, at eftir hennara tykki, høvdu flestu føroyingar trivist við Gjógv. Eisini tráspyrjandi havnarfólk.
? Eg haldi tað vera íspunnið, at bygdafólk skulu hava hesi serligu evnini at hugsa djúpri um tilveruna, enn tey í býnum. Men kanska eru umstøðurnar á bygd betri til júst at hugsa djúpri, gitar Friðrika.
Hon heldur, at júst umhvørvið og góðu stundirnar á bygd geva kosmos størri rásarúm enn í tí stundum kaotiska býarskundinum.
? Tað kann geva sítt til sálina, at liggja og dusa sær á sofuni í fullkomuligari kvirru, sigur hon og flennir hart.
Árstíðartreytað trongd
Friðrika Mortensen hevur, sum áður nevnt, ikki slept høvuðsstaðnum heilt. Tað hevur týdning fyri hana og familjuna at sleppa av bygdini við jøvnum millumbilum. Serliga um veturin, tá alt tykist dimmari, og romantiska myndin knappliga gerst kámari. Ofta eru tey í Havn og vitja familju, vinir og burturflutt bygdarfólk. Sum heild dámar Friðriku væl at vitja og at fáa vitjan.
Um summarið er eingin trupulleiki. Tá koma so at siga øll til Gjáar at vitja. Og Fríðrika nevnir Gjáar bygd eitt paradís um summarið. Vanligt er at fara norður í Ambadal í føgrum veðri at spæla sær og skoða Búgvan millum Rivtanga og Hvalsrygg. Staðið er tiltikið vakurt.
Men trongdin at sleppa burtur at vitja onnur, er árstíðartreytað. Hon stingur seg upp tá ið fyrsta følvið legst, og vitjanirnar við Gjógv fara at fækka. Nú, á hávetri, er heldur deyðligt við Gjógv. Serliga hesa tíðina, tykist tað, sum sambandið við høvuðsstaðin hevur sera stóran týdning fyri familjuna. Tá er hon vanligur gestur í Havn. Eina ferð um árið skipa útlagin bygdarfólk fyri Gjáar-veitslu í Havn, har tey hitta fólk, sum enn búgva í bygdini. Friðrika og tey eru við hvørjaferð.
Bjartskygdur romantikari
Hóast tey eru røsk at vitja í Havn, stendur eitt púra fast. Megintátturin í tilveruni er við Gjógv. Tí er gott at vera bjartskygdur.
- Vit royna at síggja alt í einum farra av ljósareyðum. Royna at tvíhalda um ta romantisku myndina av bygdarlívinum, og seta tær góðu upplivingarnar fram um tær verru, sigur Friðrika, sum skýrir seg sjálva optimist, ið kundi búð allastaðni. Treytað av, at hon hevur tað, ið hon rópar sítt egna, og at børnini trívast.
Og sjálvbodna bygdakonan, Friðrika, livir í vónini, skilst á orðavalinum, tá framtíðin verður tikin upp á tunguna.
? Eg hopi, at tað lagar seg soleiðis, at vit verða búgvandi á bygd, sigur hon, vónrík á málinum. Hon kennir tað sum sína skyldu at vera positiv í einum landi, har grenj trívist væl, og fólki dámar væl at binda hvønn annan í trongar básar.
? Eg havi altíð roynt at møtt fólki við opnum sinni og við einum smíli. Tað hevur givið mær nógv ? serliga her við Gjógv. Eg eri komin at kenna fleiri fólk í míni tíð sum gjáarkona, enn tá ið eg búði í Havn, avdúkar hon
Heimagjørd námsfrøði
Lívið var øðrvísi áðrenn 1994, tá ið familjan flutti úr Havn til Gjáar. Friðrika og Johan arbeiddu bæði, dagin á tamb. Men eitt endamál var kortini við stríðnum. Uppspardi peningurin skuldi nýtast til húsabygging ? við Gjógv.
Komin til bygdar, valdi Friðrika alt fyri eitt at vera heima, tí við Gjógv eru aðrar møður eisini heimagangandi.
Hesar kvinnur koma nógv saman gerandisdagar. Hvønn mánadag hittast tær til binding og kortspæl. Nógv verður eisini gjørt saman við børnunum. Tá ið veðrið er til vildar, ganga tey túrar. Í ruskveðri verður farið undir tak at klippa, tekna og mála. Serliga væl dámar teimum at bobba. Í heiminum hjá Friðriku er stovan karmur um hetta námsfrøðiliga virksemið. Borðið er tiltaklað við tusjum, pappíri og saksum. Móti vegginum stendur bobb-borðið klárt.
Sjálvstøðugur sonur
Men, sum í øðrum bygdum, eru fá ungfólk við Gjógv. Elsti sonurin í húsinum, 12 ára gamli Dánjal Jákup, hevði verið fegin, um hann hevði onkran javnaldur at spælt við. Tí hann hevur nógva frítíð. Longu klokkan hálvgum ellivu hendan dagin, Sosialurin er og vitjar, hevur hann fingið frí úr skúlanum. Beinanvegin fer hann niður í kjallaran at finglast við sín fiskireiðskap. Har gongur hann so og hugnar sær. Einsamallur við síni állalínu.
Niðri við Gjónna hava Dánjal Jákup og pápin eitt seksmannafar standandi. Góðveðursdagar á hásummri verður tað javnan flotað. Slíkar dagar, tá ið havið glógvar í sólarbrandi, dregur 15 hesta leysamotorurin bátin við bygdardreinginum við fúkandi ferð gjøgnum alduriðilin, eystur um Flesjarnar og út í Djúpini at seta kalvalínu við pápa.
Hóast bert 12 ára gamal, hevur hann longu fingið fyrsta kalvan, vaðanskalvan, ið fyrr varð mettur at vera gáttin inn í manndómin.
Í bøi og haga trívist Dánjal Jákup eisini væl. Seyð dámar honum væl at fáast við, og á hvørjum ári er hann og skjýtur harur við pápanum. Í fjør fingu teir fjúrtan.
Men millum kalvafiskiskap, állalínur og haruskjóting, er kortini eisini rúmd fyri video og play-station í snotuligu stovuni í Heygnum. Ravtøkniligu spælistøðina hevur hann sjálvur forvunnið sær fyri við at selja bløð í bygdini.
? Gott er hjá børnum at læra at vera sjálvstøðug. Hetta tænir teimum sjálvum, familju og landi, sigur momman.
Av bygd at spæla
Eingin hevur nóg mikið í sjálvum sær. Heldur ikki óvitarnir við Gjógv. Og at Dánjal Jákup kundi ynskt sær fleiri leikbrøður er eingin loyna longur.
Fyri stuttum var spennandi samstarv millum smáu skúlarnar í Norðureysturoy og Norðurstreymi. Tá hevði drongurin størri samband við javnaldrar. Tíverri helt hetta skúlasamstarv uppat.
? Hóast skúlin við Gjógv er góður, kundi eg hugsa mær, at tað samstarvið varð tikið upp aftur, sigur Friðrika og hevur óivað elsta drongin í huga.
Tá ið Friðrika og tey fluttu til Gjáar, var ein familja við tveimum dreingjum í bygdini, men hendan familjan er flutt til Eiðis. Dánjal Jákup er sostatt ofta á Eiði og vitjar gomlu kammerátarnar. Men um veturin er ofta neyðugt at vera aftur við Gjógv áðrenn klokkan sjey á kvøldi. Tá gevast teir at grava millum skørðini.
Um summarið spælir Dánjal Jákup fótbólt við EB, og tá er sambandið stútt og gott millum vinmenninar í bygdunum báðum.
»Komið til Gjáar...«
Friðrika noyðist at ásanna, at lívið á bygd kann hava sínar avmarkingar. Kortini kennir hon tað sum sína skyldu at reklamera við bygdalívinum, ið kann vera so sera ríkt.
? Men, sigur Friðrika, neyðugt er, at viljin at nøra um bygdalív og útjaðara er í fólkinum. Hetta fram um øll møgulig politisk stig, sum tosað verður um. Persónligur hugur er alneyðugur í hesi stremban, sigur hon avgjørd. Og grundgevingarnar eru stuttar og greiðar.
? Fólk áttu at tráa eftir óspiltu náttúruni. Her er nakað so einfalt sum friður, ið gevur fuglasongi, jarmi og áarsuði rúmd...
Og Friðrika er fullvís í, at børnini við Gjógv hava tað eins gott, sum onnur føroysk børn, ið tey eiga framtíðina saman við.
? Bygdabørn eru ikki nógv øðrvísið, enn tey í býnum. At bygdabørn duga at keða seg er kortini helst satt, heldur Friðrika fyri.
Hon hevur eini ráð til barnafamiljur, ið sóknast eftir rótfesti og stríðast móti bústaðarloysi í høvuðsstaðnum:
- Komið til Gjáar!
Áðrenn vit fara úr túninum í Heynum, tekur hon í armin á myndamanninum, ið hevur konu frá Gjógv:
? Jens Kristian. Vælsignaðu, flytið norð, sigur hon bønliga.
Gjáar bygd tørvar ungfólk, skilst.
Men vit hava skund. Skulu til Eiðis. Av Eiði til Kvívíkar. Og síðani til Havnar eftir børnum og konum. Heim at eta. Síðani á fund...um stundir verða til tess.
Vit fara. Úr jarðbundnum kosmos við Gjógv og heim í skipað kaos í Havn.










