Tað verða tvey ymisk dómarapør, sum fara at leiða teir báðar finaludystirnar uppi á Hálsi í dag.
Hjá kvinnunum verða tað altjóða dómarar okkara, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, sum skulu stýra dystinum.
Einki er at ivast í, at dysturin tá er í góðum hondum, tí bæði her heima og uttan fyri landoddar okkara, hava teir báðir í fleiri ár stýrt dystum, har nógv hevur staðið á hjá báðum pørtum.
Nýggj andlit
Hjá monnunum verða tað teir báðir runavíkingarnir, Kári og Dánjal Hansen, sum skulu hava ábyrgdina av leiðsluni.
Teir báðir hava nú í nøkur ár dømt saman, og tá inniverandi kappingarár byrjaði, var gjørt av, at hetta skuldi verða eitt av teimum pørum, sum skuldu fáa nógvar dystir.
Tað var nevnliga soleiðis, at føroysku hondbóltsdómararnir áðrenn hetta kappingarárið settu sær fyri, at nú skuldu tað bert verða nøkur fá dómarapør, sum harafturímóti skuldu døma so nógvar dystir sum gjørligt.
At byrja við vóru tað helst fleiri, undirritaði íroknaður, sum funnust at, a teir í fleiri førum ikki tóktust nóg avgjørdir, men sum árið er farið, og royndirnar eru vorðnar fleiri, hava teir tikið seg nógv fram hesum viðvíkjandi.
Ikki tí, feildómar og annað vilja altíð koma fyri, men tað er sera umráðandi, at dómaraparið kortini megnar at leiða dystin, og hetta hevur hepnast sera væl hjá runavíkingunum seinastu dystirnar. Serliga legði ein til merkis, hvussu stóran myndugleika teir báðir sýndu, tá teir fyri stuttum dømdu landskappingardystin millum Kyndil og VÍF. Eina uppgávu sum teir loystu til fulnar.
At nýggj andlit gera vart við á somikið positivan hátt er sera hugaligt at síggja. Hetta vitnar helst eisini um tann framburð, sum føroyskum hondbólti hevur verið fyri seinnu árini, og sum vónandi gerst enn størri, nú altjóða luttøka stendur fyri durum.
Kanska hava føroyingar eitt nýtt altjóða dómarapar í júst teimum báðum. Tað er kanska í so tíðliga at siga nakað um enn, men um framgongdin stendur við, er hetta als ikki óhugsandi.










