Ein av teimum ítróttargreinum, sum vit vanliga ikki hoyra so nógv um her heima, er karate. Tó so, íðkararnir her á landi eru fleiri, og flestu teirra gera nógv við venjingina.
Vanligt er í øðrum ítróttargreinum, at íðkararnir eisini av og á vitjan av útlendskum ítróttaríðkarum og -leiðarum, so teir á tann hátt kunnu fáa nakað av íblástri. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi hjá teimum, sum íðka karate, og tað er ikki hissini vitjan, sum tey í gjár fingu úr Danmark.
Heimsins besta
Tað er nevnliga soleiðis, at danski landsliðsvenjarin, Lone Hansen, er komin hendavegin at læra eitt sindur frá sær, og saman við sær hevur hon ein annan danskan ítróttaríðkara, Michael Catalan.
Lone telist sjálv millum fremstu karate íðkararnar yvirhøvur, og hjá kvinnunm er hon tann, sum hevur hægstu gradina í heiminum. Umframt at hon sjálvsagt hevur nýtt nógva tíð til ítróttina, hevur tað eisini eydnast henni at gerast doktari innan ítrótt og sálarfrøði, so einki er at ivast í, at fakligi førleikin á økinum er í lagi.
Michael Catalan hevur í mong ár talst millum bestu íðkararnar í Danmark, og millum annað hevur hann vunnið DM ikki færri enn fimm ferðir.
Avstað sunnudagin
Sum nevnt, so komu tey bæði til landið í gjár, og í kvøld byrjar so venjingin. Vanliga eru venjingarnar hjá felagnum úti í róðraneystinum á Argjum, men orsakað av, at okkurt tiltak skal vera har um vikuskiftið, verður skeiðið hildið uppi í HB húsinum.
Byrjað verður kl. 18.00 í kvøld, og leygardagin verður so vant við fullari ferð, so luttakararnir kunnu fáa so nógv á skaftið sum gjørligt. Tey bæði, Lone og Michael fara aftur til Danmarkar sunnudagin.
Havnar Karatefelag hevur í ár 10 ár á baki, og eru einir 100 limir í felagnum. Tey, sum luttaka aktivt í venjingini eru tó eini 50 í tali, og venja tey eini tríggjar til fýra ferðir um vikuna.










