royndini á heimavølli, megnaði B68 tað sama á útivølli. Dysturin í tølum: Grazer AK-HB 4-0 (2-0) 1-0: Brunmayr 13. 2-0: Brunmayr 30. 3-0: Tokic 70. 4-0: Milinkovic 90. Liðið hjá HB: Pól Næss Joensen (Bárður [...] skuldu royna seg á útivølli móti eysturríkska, Grazer AK. Eftir at teir í hálvleikinum vóru aftan fyri við tveimum málum, gjørdist endaliga úrslitið ein 4-0 sigur til heimaliðið, sum við hesum fekk spælt [...] spenningi í aftur, men nærri enn einum rúkandi skoti frá Allani Mørkøre, sum málverjin júst fekk vart fyri, kom HB ikki. Saman við Pól Næss Joensen verður Allan Mørkøre annars skýrdur sum besti HB-leikarin
har gjøgnumgongd verður av øllum, sum hendur og viðkemur teimum nevndum og ráðum, ið eru viðkomandi fyri donsku nevndina. Alt er fleiri ferðir størri, enn ein er vanur við heimanífraá eisini prísirnir, men [...] servicu, sum vit kenna tað heima i Føroyum, men tað má vera trupult at avgreiða post, tá húsini eru frá 20 til yvir hundrað hæddir. Sunnudagin vóru vit ein túr i Harlem til eina guðstænastu hja Firsth Corinthian [...] um, hvussu okkara hirðar heima kundi fingið íblástur av sanginum og talunum, sum vóru nakað heilt fyri seg, og har ord og sangur vórðu framførd við likamsrørslum, sum gjørdu boðskapin viðkomandi og livandi
kasta fýra stig av sær, um talan ikki skal gerast um beinleiðis niðurflyting. ÍF-GÍ 3-1 (2-0) 1-0: Rógvi Róin 2-0: Heini Heinason 2-1: Bjarni Justinussen 3-1: Heini Heinason [...] ætlanir teir høvdu. Rógvi Róin, sum nú aftur er at síggja í reyðu troyggjuni, dróg upp á tvørs uttan fyri brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og hóast mótvindur var, so smoygdi bólturin sær inn um sam [...] sonur hin navnframa Símun Petur, stútaði í málið eftir hornaspark, og so kundu gøtumenn leggja nógv fyri, í royndunum at bjarga tilveruni. Símun Petur Justinussen spældi annars eisini við sjálvur í hesum
ordilig ferð á strandingar. Eftir bara fýra minuttum avgjørdu teir dystin, tá teir fóru frá 23-20 og upp á 27-20. Hesa somu løtuna brendi KÍF fleiri 100 prosents kjansir, og StÍF-málverjin Marian Cirluganescu [...] Skála mikukvøldið var ferð yvir spælinum og málini trutu heldur ikki. Bæði StÍF og KÍF løgdu nógv fyri, og tí bleiv tað eisini undirhaldandi. Strandingar, sum vunnu steypakappingina síðsta ár og fingu [...] kortini væl við meginpartin av dystinum, og álopsspælið var í løtum gott. Tó var tað kanska eisini fyri ein part avleiðing av, at verjuparturin ikki júst var tann, ið riggaði best hjá StÍF í hesum dystinum
til spurningin, um tað er rætt, at tey ið forvinna t.d. kr. 20.000 ongan skatt skulu gjalda, og tey ið forvinna kr. 60.000 bert skulu gjalda 20% í skatti, meðan tey í hava eina miðalinntøku uppá kr. 200 [...] 1702.300 Kirkjuskattur57060030 Als vm.3.8004.000200 80.06086.2906.230 Hetta er sjálvandi drepandi fyri arbeiðshugin hjá fólki. Tí er tað umráðandi, at vit fáa eina skipan, ið heldur eggjar fólki til at [...] familjurnar, ið eru noyddar at hava eina rímiliga inntøku, sum gjalda henda hægra skattin, meðan tað fyri ein stóran part eru fólk við ongum skyldum, ið sleppa við tí lægra skattinum. Hetta eru nakrar av
støðutalvuni síðani í 1994. Tá taptu teir í fyrsta umfarinum 2?0 á heimavølli ímóti B71, og tá var KÍ aftast saman við NSÍ, sum hevði tapt 2?0 á útivølli ímóti B36. 2. hvítusunnudag kemur TB til Klaksvíkar [...] yvir, at nógv stendur upp á spæl. Annan sunnudag skal KÍ út á Svangaskarð, og tá tykist møguleikin fyri at fáa stig og at vinna at vera minni ? í hvussu so er á pappírinum ? enn hann verður, tá TB kemur [...] Mancic, og hansara menn at dyrgja eftir javnleikinum. Men teir eiga eisini spælararnar, sum eru førir fyri at avgera, um møguleikin verður har. Tá TB síðst spældi landskappingardyst í Klaksvík gekst ikki so
fríggjadagin 7. juni hava handlarnir í SMS opið til kl. 24.00 - tó hevur Miklagarður bert opið til kl. 20.00. Hetta serliga titlak hevur verið nýtt í londunum kring okkum í fleiri ár. Vit í Havnini royndu [...] systkinabarn hansara, Nøffélina, undirhalda á pallinum. Kl. 18.00 fara Fjotti og Bobo at undirhalda fyri børnum og ungum. Kl. 19.00 verður tann í Føroyum heimskendi sangarin, Brandur Enni, á pallinum. Hann [...] framførsluna skrivar hann autografar í 3-arinum. Seinni sama kvøldið verður tónleikur og annað undirhald fyri bæði ung og eldri á skránni. Tá fara m.a. Jens Marni, Pauli og Ólavur, Janus og Vagnur, leikarar úr
spennandi at vita, um sandoyarkvinnurnar fyri fyrstu ferð skulu megna at spæla seg fram til finaudystin í steypakappingini. KÍ-B36 3-0 (1-0): 1-0: Rannvá Andreasen 2-0: Rannvá Andreasen 3-0: Kristina Eyðb [...] steðginum, gjørdist alsamt sterkari, sum tíðin leið. Rannvá Andreasen økti tíðliga í seinna hálvleiki til 2-0, og um miðjan seinna hálvleik staðfesti Kristina Eyðbjørnsdóttir sigurin. Trý mál móti føroyameistarunum [...] nakrar veruligar málmøguleikar, og komu tær ígjønum, so var ein væl spælandi sandoyarmálverji altíð fyri. Ikki fyrr enn móti dystarenda bar til hjá heimaliðnum. Annika Thomsen, sum hevði verið heilt stutt
Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: 2. páskakvøld skipaði Unga Tjóðveldið fyri stórari konsert í K.Í. høllini í Klaksvík. Luttakandi bólkarnir vóru Marigold, Flux, Iris, Human Caos, Chain, Side Effect [...] Frændur. Um 400 fólk leitaðu sær inn í høllina hetta kvøldið, harav nógv tey flestu vóru ung undir 20 ára aldur. Fullveldispropaganda Hóast lýst var við øsing og fullveldispropaganda í fleiri dagar undan [...] líka nógv at siga sum politikkur. Og luttakandi bólkarnir frá teim ymsu støðunum kring landið syrgdu fyri, at okkurt var til øll. Tónarnir spentu heilt frá nýggjum, hørðum punkrocki til gomlu og vælkendu
eingin peningur nýtast at endurnýggja flotan fyri. So her hevur Tjóðveldið fingið sín vilja. Harafturat skal skatturin hjá partafeløgum lækkast niður í 20 prosent. Men Føroya fólk fær eisini ein skattalætta [...] okkurin hevur verið harðliga ímóti, at almennur peningur verður brúktur til at endurnýggja flotan fyri, tí nógvur peningur er tøkur. Hetta er ein erlig áskoðan, men hiðani og til at góðataka, at fiskidagarnir [...] frítt, er met í politiskum skarvslopi. Neyvan er nakar ímóti, at partafelagsskatturin lækkar niður í 20 prosent, um tað kann verða við til at menna vinnuna. Harafturat er tað gagnligt við einum partabræ