Nú stendur á gomlum nøglum

KÍ?TB:
Um KÍ ikki fær fult, tá TB 2. hvítusunnudag vitjar í Klaksvík, so verður talan um kreppu í KÍ

Upptakt

Tað er synd at siga, at tað hevur roynst væl hjá KÍ higartil í ár. Eftir at tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum, hava teir einki stig, teir eru aftastir, og málmunurin er 3?7. At KÍ trilvar fyrstu umførini hevur ikki verið heilt óvanligt seinastu árini. Í fjør høvdu teir einki stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og tað høvdu teir heldur ikki í fyrraárið.
KÍ hevur ikki verið á aftasta plássinum á støðutalvuni síðani í 1994. Tá taptu teir í fyrsta umfarinum 2?0 á heimavølli ímóti B71, og tá var KÍ aftast saman við NSÍ, sum hevði tapt 2?0 á útivølli ímóti B36.
2. hvítusunnudag kemur TB til Klaksvíkar, og KÍ og nógvu viðhaldsfólkini eru greið yvir, at nógv stendur upp á spæl. Annan sunnudag skal KÍ út á Svangaskarð, og tá tykist møguleikin fyri at fáa stig og at vinna at vera minni ? í hvussu so er á pappírinum ? enn hann verður, tá TB kemur norður. Kristi himmalsferðardag vann B68 landskappingardystin á Sevmýri 4?1.
Tá tað ikki gongst nakað serligt, er tað ofta so skjótt, at nógvir spælarar verða royndir, og at tískil stórar útskiftingar verða framdar. Harvið verður verri at finna rætta spælingarlagið.
Kurt Mørkøre hevur verið noyddur at gera nógvar skiftingar, tí fleiri spælarar hava verið skaddir. Nú tykist mest sum alt fólkið at vera tókt. Einasti spælarin, sum er so mikið skaddur, at hann ikki venur, er verjuspælarin Jan Andreasen, sum hevur trupulleikar av liðbandi í fótliðnum.
Hjá TB stendur væl til. Somu spælararnir, sum vóru við ímóti B68, eru tøkir. Tað kom sera væl við hjá TB, at teir í fyrsta umfarinum vunnu tepran sigur á VB. Tá teir fara til Klaksvíkar 2. hvítusunnudag fara fyrrverandi KÍ spælarin, Zoran Mancic, og hansara menn at dyrgja eftir javnleikinum. Men teir eiga eisini spælararnar, sum eru førir fyri at avgera, um møguleikin verður har.
Tá TB síðst spældi landskappingardyst í Klaksvík gekst ikki so væl hjá tvørámonnum. TB flutti niður í 1998. Í tólvta umfarinum, sum var á skránni 16. august, vann KÍ á heimavølli 10?0 ímóti TB. Tað var ta ferðina, at Kurt Mørkøre skoraði fimm mál, áðrenn hann ein minutt undan leikloki fekk reyða kortið. Millum málskjúttarnar hjá KÍ var ta ferðina eisini Zoran Mancic, sum nú er spælandi venjari hjá TB.