Fuglfirðingar halda fast

ÍF-GÍ 3-1 (2-0)

Hóast úrslitini hava verið svikalig, so hava fuglfirðingar nú aftur fatur í gullmerkjunum

 

2. deild


Hóast venjarin hjá ÍF, Pauli Jarnskor, er gøtumaður, og í nógv ár var partur av sigursvanda GÍ liðnum, so hevði hann ongar ætlanir um at hjálpa illa sperdu bygdafeløgunum, tá hann við fuglfirðingum tók ímóti botnliðinum í aðru deild.

Hóast trý stig vóru lívsneyðug hjá GÍ, so hevði ÍF somuleiðis tørv á stigum, og tað var eisini rættiliga skjótt, at teir høvdu gjørt greitt, hvørjar ætlanir teir høvdu.

Rógvi Róin, sum nú aftur er at síggja í reyðu troyggjuni, dróg upp á tvørs uttan fyri brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og hóast mótvindur var, so smoygdi bólturin sær inn um samankomingina til 1-0.

ÍF hevði vindin ímóti í fyrra hálvleiki, men hóast tað, so høvdu teir greiða leikliga yvirvág. Fleiri málmøguleikar gjørdist talan eisini um, men tað gekst tó sera striltið at fáa nakra úrtøku burtur úr hesum. Móti endanum av hálvleikinum bragdaði tó, tá Heini Heinason varð spældur leysur.


Feðgar á ferð

Í seinna háolvleiki var tað ÍF, sum hevði vindin undan, men hetta merkti tó ikki, at teir fingu størri yvirvág í spælinum. Bólturin hevði ofta hug at ferðast heldur skjótt, tá teir sendu álopsmenninar avstað, og tí spurdist sjáldan nakað burtur úr hesum.

Hinvegin megnaðu gøtumenn at skapa spenning í aftur dystin. Bjarni Justinussen, sum er sonur hin navnframa Símun Petur, stútaði í málið eftir hornaspark, og so kundu gøtumenn leggja nógv fyri, í royndunum at bjarga tilveruni. Símun Petur Justinussen spældi annars eisini við sjálvur í hesum dysti, og hagtalsliga hevði tað helst verið stuttligt, um hann eisini kundi komið á talvuna, soleiðis at hann saman við soninum kundi bjarga gøtumonnum.

Tað eydnaðist tó fuglfirðingum at sláa sigurin fastan, tá Heini Heinason enn eina ferð gjørdist leysur við málverjanum, og so var at kalla leyst og liðugt.

Saman við tapinum hjá Skála merkti siguirn, at ÍF nú aftur er á odda í aðru deild, og vinna teir komandi heimadystin móti júst Skála, fer at standa heilt væl til hjá teimum. Hjá GÍ merkti tapið hinvegin, at teir eftir øllum at døma eru lidnir í aðru deild á hesum sinni. Bert tveir dystir eru eftir, og hesir skulu í øllum førum kasta fýra stig av sær, um talan ikki skal gerast um beinleiðis niðurflyting.



ÍF-GÍ 3-1 (2-0)

1-0: Rógvi Róin

2-0: Heini Heinason

2-1: Bjarni Justinussen

3-1: Heini Heinason