StÍF-KÍF 31-23 (15-12): Fýra minuttir avgjørdu alt

Hóast kollfirðingar fylgdu væl við meginpartin av dystinum, mistu teir við avgerandi brotskasti mitt í seinna hálvleiki møguleikan at taka strandingar aftur

So tíðliga í kappingini er kanska avmarkað, hvat fólk væntað sær av teimum dystum, ið verða spældir tey fyrstu umførini.
Men á Skála mikukvøldið var ferð yvir spælinum og málini trutu heldur ikki. Bæði StÍF og KÍF løgdu nógv fyri, og tí bleiv tað eisini undirhaldandi.
Strandingar, sum vunnu steypakappingina síðsta ár og fingu bronsu í landskappingini, vóru sjálvandi favorittar, og tá avtornaði, vunnu teir eisini á kollfirðingum við átta málum.
KÍF fylgdi kortini væl við meginpartin av dystinum, og álopsspælið var í løtum gott. Tó var tað kanska eisini fyri ein part avleiðing av, at verjuparturin ikki júst var tann, ið riggaði best hjá StÍF í hesum dystinum.
Burtur sæð frá, at kollfirðingar ta einu ferðina javnaðu, vóru strandingar var á odda allan fyrra hálvleik, sum teir vunnu við trimum málum.

Avgerandi løtan
Beinanvegin eftir steðgin økti StÍF um munin upp í 18-13, men so svaraði KÍF aftur, og í eina løtu var tað um reppið, at kollfirðingar skuldu fáa strandingar aftur.
Nærri enn tveimum málum komu teir kortini ikki, og tá so annars tryggi brotskastsskjúttin Vagnur Johannesen mitt í hálvleikinum brendi brotskast, kom ordilig ferð á strandingar.
Eftir bara fýra minuttum avgjørdu teir dystin, tá teir fóru frá 23-20 og upp á 27-20. Hesa somu løtuna brendi KÍF fleiri 100 prosents kjansir, og StÍF-málverjin Marian Cirluganescu fekk veruliga víst sínar dygdir í málinum.
Hjá StÍF vóru nógvir um boðið at fáa bóltarnar í málið í hinum endanum, og dysturin boðaði frá breidd á liðnum, har eisini fleiri av yngru spælarunum taka alsamt størri ábyrgd.
KÍF hevði hinvegin ov fáar streingir at spæla uppá, og ikki eydnaðist heldur altíð at fáa tann friðin yvir spælið, ið krevst, skalt tú vinna tær tamarhald í dystinum.

Dysturin í tølum:
StÍF-KÍF 31-23 (15-12)
Málskjúttar:
StÍF:
Arthur Johansen 7 (2), Costin Dumitrescu 5 (1), Andre F. Danielsen 4, Leivur Justinussen 4 (1), Sveinur Justinussen 4, Kristjan Petursson 3, Janus Trúgvason 3, Bent Djurhuus 1
KÍF: Vagnur Johannesen 8 (4), Regin Petersen 4, Jákup Dam 3, Eddie Joensen 3, Petur Martin Poulsen 2, Rógvi Weihe 2, Kristjan Madsen 1
Brotskøst: StÍF 5, KÍF 5
Útvísingar: StÍF 4, KÍF 2
Dómarar: Trygvi Mortensen og Kári Hansen