Fótbóltur
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum tykist aftur í ár at skula standa millum KÍ og HB. Í fjør vann HB í einum sera spennandi dysti, og tó at styrkismunurin millum liðini tykist stórur í løtuni, so ber væl til at imynda sær, at HB við einum styrktum liði kann gera um seg kortini.
Eingin ivi
Í Klaksvík var eingin ivi um, hvat betra liðið var, tá tey bæði fremstu liðni í fyrstu deild, KÍ og B36 tókust. Eftir ein heldur ivandi byrjan, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar, var tað KÍ, sum spakuliga tók yvir, og tá farið var um hálva tíman, komu tær uppiborið á odda, tá Rannvá Andreasen smekkaði til av brotsteigarmarkinum.
Leiðslan sendi sjálvsálitið hjá klaksvíkingunum nakað væl uppeftir, og takið, sum tær høvdu vunnið sær undan steðginum, gjørdist alsamt sterkari, sum tíðin leið.
Rannvá Andreasen økti tíðliga í seinna hálvleiki til 2-0, og um miðjan seinna hálvleik staðfesti Kristina Eyðbjørnsdóttir sigurin.
Trý mál móti føroyameistarunum og helst sterkasta liðnum í landinum verður ivaleyst ein meira enn møtumikil uppgáva hjá B36 at vinna aftur. Sjálvandi er møguleikin til staðar, men alt bendir í hvussu so er á, at KÍ fjórða árið á rað skal hava annan sessin í steypafinaluni.
Tepur HB-sigur
Í hinari hálvfinaluni hittust HB og B71. Liðini spæla í hvør sínari deild, men tað var tó ikki so øgiliga nógv í dystinum, sum bendi á, at HB átti at verið væl sterkari.
Kanska vóru tað tær á heimaliðnum, sum høvdu bóltin nógv meira, men tær høvdu meira enn trupult við at spæla seg fram til nakrar veruligar málmøguleikar, og komu tær ígjønum, so var ein væl spælandi sandoyarmálverji altíð fyri.
Ikki fyrr enn móti dystarenda bar til hjá heimaliðnum. Annika Thomsen, sum hevði verið heilt stutt á vøllinum, fekk seinasta fótin á, tá HB enn einaferð hevði spælt seg inn í brotsteigin, og so var sigurin tryggajður.
Við leiðsluni hevur HB sjálvandi fyrimun undan seinnu hálvfinaluni, men tað verður tó spennandi at vita, um sandoyarkvinnurnar fyri fyrstu ferð skulu megna at spæla seg fram til finaudystin í steypakappingini.
KÍ-B36 3-0 (1-0):
1-0: Rannvá Andreasen
2-0: Rannvá Andreasen
3-0: Kristina Eyðbjørnsdóttir
HB-B71 1-0 (0-0)
1-0: Annika Thomsen