Fullveldisætlanin dýrkar - men prinsippini gerast bíligari

Politiskar hugsjónir eru bíliga til sølu í hesum døgum, og Tjóðveldisflokkurin tykist at hava tømt hillar einaferð afturat. Fiskurin - tilfeingi Føroya fólks - skal nú gerast søluvøra, og "Fólkatryggingin" skal nú seljast sum skattalætti.

Eftir tí semju, sum varð almannakunngjørd seinrapartin mánadagin, skal eingin peningur nýtast at endurnýggja flotan fyri. So her hevur Tjóðveldið fingið sín vilja. Harafturat skal skatturin hjá partafeløgum lækkast niður í 20 prosent.


Men Føroya fólk fær eisini ein skattalætta. Hann fer tó ikki at síggjast á konto´ini næstuferð, tá tann føroyski lønarbeiðarin fær løn. Nei, skattalættin skal brúkast til eina eftirløn. Hvørja, vil landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum (???) ikki út við enn. Kanska spøkir "fólkatryggingin" hjá Fólkaflokkinum aftur?


Enn eru stórtíðindini frá mánadegnum ikki lýst út í æsir, men eftir øllum døma hevur Fólkaflokkurin einaferð afturat toga ella skupma Tjóðveldisflokkin inn í hugsjónarbásin hjá sær. Spurningurin er bara, um hann setti hógvarnar ímóti og fekk koyrilin í gumpin, ella um hann fór við góðum.


Vit minnast, hvussu formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen, stríddist saman við Atla Dam ímóti handilskvotum, tá Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá landsstýrinum um kvotulógina. Hesir og aðrir góðir menn fingu tá staðfest í lógina, at tilfeingið í sjónum er ogn Føroya fólks. Nú skal tað gerast ein søluvøra millum teir, sum eru skipaeigarar ídag.


- Er hetta ikki ein skipan, sum júst íslendskir fiski- og útróðrarmenn eru ónøgdir við?


Tjóðveldisflokkurin hevur verið harðliga ímóti, at almennur peningur verður brúktur til at endurnýggja flotan fyri, tí nógvur peningur er tøkur. Hetta er ein erlig áskoðan, men hiðani og til at góðataka, at fiskidagarnir skulu kunnu seljast frítt, er met í politiskum skarvslopi.


Neyvan er nakar ímóti, at partafelagsskatturin lækkar niður í 20 prosent, um tað kann verða við til at menna vinnuna. Harafturat er tað gagnligt við einum partabrævamarknaði, um hann kann elva til, at váðafúsur kapitalur verður tikin úr skuffum og væl goymdum sparikassabókum.


Løgið, at Fólkaflokkurin nú knappliga hevur slept kravinum um, at tað almenna skuldi hjálpa til at endurnýgga flotan. Orðini hjá Jørgen Niclasen um, at nú skal tann "harða linjan" verða galdandi, og at nógvastaðni "fer at svíða", kunnu ikki skýrast annað enn politisk kúvending. Eisini eru tey beint ímóti tí, sum fólkafloksreiðarar hava júkað upp í saman.


Men skulu vit koma víðari, er neyðugt at gera politiskar semjur, ella neyðsemjur. Tó vardi tað ongan - heldur ikki vanlig tjóðveldisfólk - at Tjóðveldisflokkurin fór at gera fiskin til søluvøru. Fullveldisætlanin gerst dýrari og dýrrari og prinsippini bíligari og bíligari.