Er skatturin ov høgur ?

Ofta verður víst á, at skatturin í Føroyum er alt ov høgur, og at fólk ikki hava hug at forvinna sær nakrar krónur eyka, tí at alt fer í skatti, og tað er eisini rætt, um hugt verður eftir okkara progressivu skattaskipan við marginalskatti.

Marginalskatturin er tann skattur, ið verður goldin av tí seinast vunnu krónuni, og tí er tað honum, lønmóttakarin hyggur eftir, tá ið hann skal taka støðu til, um hann skal arbeiða eitt sindur eyka.
Og býrt tú í eini kommunu við einum skattaprosenti uppá 23, er tað nokk vert at meta um, um tað loysir seg at forvinna nakrar krónur eyka, tí um vit hyggja eftir niðanfyristandandi talvu, síggja vit, at um løntakarin forvinnur kr. 200.000 sammett við kr.190.000, hevur hann bert kr. 3.770 til sín sjálvs, restin kr. 6.230 fer til skatt og onnur avgjøld.


Munur
Innøka190.000200.00010.000


Landskattur36.82040.5203.700
Kommunuskattur38.87041.1702.300
Kirkjuskattur57060030
Als vm.3.8004.000200

80.06086.2906.230


Hetta er sjálvandi drepandi fyri arbeiðshugin hjá fólki. Tí er tað umráðandi, at vit fáa eina skipan, ið heldur eggjar fólki til at arbeiða eitt sindur eyka, serliga í hesum góðu tíðum, nú arbeiðsmegin ikki strekkir til, og vit eru noydd at innflyta arbeiðsmegi. Herumframt hevur eitt ov høgt skattatrýst eisini nógvar aðrar negativar fylgjur.
Tað er eisini áhugavert í hesum sambandi, at um vit taka samlaðu skattainntøkuna hjá landi og kommunum, er hon bert umleið 36% av samlaðu lønarútgjaldingunum. Spurningur er tí, hví halda øll seg so gjalda alt ov nógv í skatti? Marginalskatturin ger sín part, og her er tað ójavni skatturin millum tey, ið forvinna nakrar fáar túsund krónur og so tey, ið hava eina miðalinntøku, ið gevur skeivu myndina av samlaða skattatrýstinum.
Hetta førir so til spurningin, um tað er rætt, at tey ið forvinna t.d. kr. 20.000 ongan skatt skulu gjalda, og tey ið forvinna kr. 60.000 bert skulu gjalda 20% í skatti, meðan tey í hava eina miðalinntøku uppá kr. 200.000 skulu gjalda 41% í skatti? Og fara vit uppá kr. 300.000 skulu 47% gjaldast í skatti! Havast skal eisini í huga, at tað eru familjurnar, ið eru noyddar at hava eina rímiliga inntøku, sum gjalda henda hægra skattin, meðan tað fyri ein stóran part eru fólk við ongum skyldum, ið sleppa við tí lægra skattinum.
Hetta eru nakrar av negativu fylgjunum av einari avskeplaðari progresivari skattasskipan, har skattgjaldarin ongantíð veit, hvussu nógvan skatt hann skal gjalda næstu ferð hann fær løn. Hevði tað ikki verið einklari, um øll skuldu goldið t.d. 35% í skatti? - Hjá mær er ongin ivi.