Í kvøld, fríggjadagin 7. juni hava handlarnir í SMS opið til kl. 24.00 - tó hevur Miklagarður bert opið til kl. 20.00.
Hetta serliga titlak hevur verið nýtt í londunum kring okkum í fleiri ár.
Vit í Havnini royndu hetta fyrstu ferð í fjør.
Tá eydnaðist tiltakið serstakliga væl. Undirhald var á Torginum frá seint seinnapartin til beint eftir kl. 23.00, og húsið var á tremur við fólki allan dagin; heilt fram til eftir miðnátt. Eins og í fjør verður hetta kvøldið rópt, Mentanarnáttin.
Aftur í ár vera nógv mentanarlig tiltøk á Torginum og annars í SMS í sambandi við Mentanarnáttin.
Tiltøkini byrja kl. 16.00, tá ið klovnurin Hannibal, sum vit øll kenna, og ikki minni kenda systkinabarn hansara, Nøffélina, undirhalda á pallinum. Kl. 18.00 fara Fjotti og Bobo at undirhalda fyri børnum og ungum.
Kl. 19.00 verður tann í Føroyum heimskendi sangarin, Brandur Enni, á pallinum. Hann fer at syngja løg úr nýggju fløgu síni "Waiting in the Moonlight". Beint eftir framførsluna skrivar hann autografar í 3-arinum.
Seinni sama kvøldið verður tónleikur og annað undirhald fyri bæði ung og eldri á skránni. Tá fara m.a. Jens Marni, Pauli og Ólavur, Janus og Vagnur, leikarar úr leikbólkinum Spírum og onnur á pallin, sum er settur upp á einum avmarkaðum øki av Torginum. Kl. 21.30 verður eisini upplestur og sangur í Bòkasøluni. Millum teirra verða Unn Patursson, sum syngur egnar sangir, Sólrun Michelsen lesur upp og næmingar á skriviskeiðinum hjá Rakel Helmsdal lesa egnar tekstir.
Í sambandi við tiltakið verða borð og stólar settir upp á Torginum, soleiðis at tey vitjandi kunnu seta seg niður við einum kaffimunni ella onkrum øðrum úr Perluni.
Skráin:
Kl. 16.00:Klovnurin Hannibal og systkinabarnið Nøffélina undirhalda
Kl. 17.00:Klovnurin Hannibal og systkinabarnið Nøffélina undirhalda
Kl. 17.30:
Føroya Klarinettorkestur spælir
Kl. 18.00:
Fjotto og Bobo undirhalda
Kl. 19.00:
Brandur Enni syngur. Hann Skrivar autografar í 3-arinum aftaná.
Kl. 20.00:
All That Rain spæla
Kl. 21.00:
Jens Marni, Pauli Magnussen og Ólavur Øster spæla
Kl. 21.30:
Sangur við Unn Patursson og upplestur við Sòlrun Michelsen og næmingum hjá Rakel Helmsdal í Bókasøluni!
Kl. 22.00:
Leikarar úr leikbólkinum Spírum framføra skemt
Kl. 23.00:
Janus Kampmann og Vagnur Streymoy syngja og spæla
Hygg eisini á www.sms.fo www.sms.fo