Frændur á palli í Klaksvík

Lýst var við øsing og propaganda, tá Unga Tjóðveldið fyri fyrstu ferð skipaði fyri eini Free Føroyar konsert í Klaksvík. Hæddarpunkt á konsertini var uttan iva, tá veteranarnir í Frændum fingu salin upp at kóka

Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
2. páskakvøld skipaði Unga Tjóðveldið fyri stórari konsert í K.Í. høllini í Klaksvík. Luttakandi bólkarnir vóru Marigold, Flux, Iris, Human Caos, Chain, Side Effect og Frændur.
Um 400 fólk leitaðu sær inn í høllina hetta kvøldið, harav nógv tey flestu vóru ung undir 20 ára aldur.

Fullveldispropaganda
Hóast lýst var við øsing og fullveldispropaganda í fleiri dagar undan konsertini, so slapst ikki undan, at tónleikurin hetta kvøldið hevði minst líka nógv at siga sum politikkur.
Og luttakandi bólkarnir frá teim ymsu støðunum kring landið syrgdu fyri, at okkurt var til øll. Tónarnir spentu heilt frá nýggjum, hørðum punkrocki til gomlu og vælkendu slagararnar hjá Frændum.
Í høllini kundi ein ogna sær hvítar t-troyggir við greiðum fullveldis-orðingum áskrivaðum, og fleiri av teim yngstu í høllini tóku eisini av hesum tilboðum. Hetta gjørdi, at líka mikið, hvar í høllini tú enn var staddur, so sást tú hvítar stórar troyggjur flákra aftur og fram saman við ljóðfallinum av pallinum.

Frændur hæddarpunkt
Men einki av hesum kundi máta seg við hýrin á áhoyrarnunum, tá gamli og vælkendi klaksvíksbólkurin Frændur kom á pallin. Hóast tey fægstu av áhoyrarunum munnu minnast Frændur frá teirra tíð á toppinum, so gjørdi tað ongan mun hetta kvøldið.
Saman við løgum sum Føroyar, Lívsmynd og Mítt Land broyttist øll hølin um eitt stórt gildi, og munnu tey flestu fara at minnast til hetta gildið í langa tíð.
Hetta var fyrstu ferð, at limirnir í Frændum hava staðið á palli í langa tíð, men tað gjørdist framførslan ikki verri av. Fólk vóru spent uppá at uppliva teir live enn einaferð, og teir útlivdu eisini allar vónirnar hjá uppmøttu.

Væl nøgdir
Frá fyrireikarunum í Unga Tjóðveldinum frætta vit, at teir eru væl nøgdir við tiltakið í K.Í. høllini.
- Bólkarnir spældu heilt væl, og vit sóu, at fólk høvdu tað stuttligt, sigur Jóannes Vitalis Hansen, samskipari av Free Føroyar konsertunum.
- Endamálið við hesum konsertum er at stuðla føroyskum tónleiki, meðan vit samstundis hava ein greiðan politiskan boðskap at bera fram. Vit ynskja føroyskt fullveldi, og gjøgnum tónleikin vilja vit savnað fólk saman um eina sjálvstýrishugsjón, sigur Jóannes.
Hugskotið til Free Føroyar stavar frá Prix Føroyar kappingini, og fyrsta Free Føroyar konsertin varð hildin 20. apríl seinasta ár, kvøldið undan finaluni í Prix Føroyar umfarinum.
Konsertin í K.Í. høllini var tann sætta av sínum slag, men væntandi koma vit at síggja enn fleiri runt um landið í framtíðini.