til endamálið at lesa og granska í. Vit hava havt fróðskaparsetur nú í nógv ár, og hevur okkara universitet bara vánalig og óegnaði høli at vera í. Vit eiga at gera eitt arbeiði fyri, at universitetið [...] nýggjum egnaðum hølum. Mann kann leggja afturat, at kommunan eisini kundi bygt umsitingarbygningar til Landið at leiga, tá Landið nú ikki fær uppí lag at byggja sjálvt. Vit sóu eitt pínligt dømi herfyri [...] noydd av landinum, tað skal verða teirra egna val, um tey lesa í Havn ella í Oxford. Vit hava sæð, at býurin Akureyri á Norðurlandinum í Íslandi, sum er sama stødd sum Havnin, hevur havt universitet síðani
Eisini hóast skatta- og avgjaldskærunevndin hevur kravt, at boðini frá teimum verða fylgd. Ein trupulleiki fyri bilakeyparar er, at tey ikki hava tíð at bíða, til Taks hevur fingið dómsavgerð um eina málið [...] Sjálvstýrisflokkurin vil steðga. - Vit halda, at tað er í lagi, at málið er lagt fyri dómsvaldið, tí so fáa vit eina endaliga avgerð. Men endamálið má vera, at allir bilførarir, sum hava goldið túsundtals [...] lofti, og tá fanst Heðin D. Poulsen hvassliga at Taks. - Hetta er valdsmisnýtsla av grovasta slag, og vil heita á tingmanningina um at leggja fram uppskot um at strika fyrningarfreistina sum skjótast, segði
løgmaður ikki var førur fyri at stýra samgongumonnum, hvørki sínum egnu ei heldur restini av uppskotsstillarunum og tryggja, at ikki onnur vitleys uppskot og broytingaruppskot fóru at koma millum 2. og 3. viðgerð [...] Sambandsflokkurin, sum tann ábyrgdarfulli flokkur vit eru, at siga, nú má steðgast og heldur vaska talvuna reina og so byrja aftur eftir eitt val. Tað ,at næstu fjúrtan dagarnar ivaleyst vildi blivið til eitt [...] vit hava nevniliga bæði dirvi at gera neyðug og góð átøk fyri samfelagið, og tað hava vit eisini víst hesi 4 árini í samgongu við tykkum, men vit hava sanniliga eisini dirvi at siga, nú er nokk, og tað gjørdu
toskurin á Landsgrunninum. Nú benda royndir á, at hetta veruliga er so. Og royndirnar benda eisini á, at tað er ættarbregði sum ger, at toskurin á Føroya Banka veksur skjótari enn tann á Landgrunninum. [...] hevur arbeitt á Fiskaaling. Hann sigur, at higartil eru tvær royndir gjørdar til at samanbera vøkstur av toski av Føroya Banka. Tann fyrra royndin var ov stutt at geva nakað úrslit, men so var ein roynd [...] Royndir vísa, at í alibrúkum veksur toskur av Føroya Banka eini 20% skjótari enn toskur av Landgrunninum Tað hevur leingi verið eitt vanligt páhald, at toskur á Føroya Banka veksur nógv skjótari enn toskurin
tá enn nú, sigur Jacob Vinding Jensen. Hann leggur afturat, at vit njóta gott av, at dollarin er viknaður, men harafturat duga fólk betur at brúka orku nú enn fyri 25 árum síðani. [...] fyri tunnuna, men vit kunnu eins væl venja okkum við, at hetta verður príslegan í komandi tíðum. Tann høgi oljuprísurin er við øðrum orðum komin fyri at verða. Tann dýra oljan hevur kortini ikki somu ógvusligu [...] ógvusligu ávirkanina á heimsbúskapin nú sum í kreppuárunum 1979-80. Men vit eiga at venja okkum við, at tann tíðin er farin, tá oljan ella rættari sagt orkan var bílig. Tað heldur í hvussu er danski búsk
seinasta árið, og sum skilst gongur eisini væl at fáa arbeiðini frá hond. - Arbeiðið at fyrireika fleiri útstykkingar til sethús er komið so langt nú, at vit í næstum fara undir sjálvt arbeiðið, sigur [...] Í Sørvágs kommuna kunnu tey staðfesta, at fólkatalið er vaksandi og at mong fegin vilja búseta seg her. Hetta hevur hinvegin eisini sín prís: Kommunan skal í ár nýta 2,5 mió krónur til nýggjar útstykkingar [...] ein valt at tálma útreiðslunum í mun til undanfarin ár. Útreiðslurnar til íløgur í ár eru settar til 13,6 mió. Í eini frágreiðing um virksemið hjá kommununi í farna árinum vísir bygdaráðið á, at tað ár ætlar
við Portalin, at tað kann hava ávirkan, at fólk norðanfyri eta nógvan mat úr sjónum. Hann vísir eitt nú til kanningarúrslitini hjá Sjúrði Olsen, professara, sum vístu, at orsøkin til at føroysk børn eru [...] væl størri enn donsk, helst er at finna í, at vit eta lutfalsliga nógvan havfita, ella marinar feittsýrur. - Men hóast norðoyingar fingu størst børn í 2006, so ber ikki til at gera nakra haldgóða niðurstøðu [...] lutur, at miðalvektin hjá føroyskum børnum sum heild er høg. Men munur er eisini á miðalvektini hjá børnunum, alt eftir hvar í landinum tey eru frá. Í kanningini, sum landslæknin hevur gjørt, sæst, at miðalvektin
eru so einastandandi sjáldsom í annara eygum, at hópur av fólki fegin vilja gjalda (nógv) fyri at koma her og uppliva tey. Hvat gera vit framyvir fyri at menna og varðveita júst tær dygdir, sum onnur [...] fara fleiri fólk uttan iva at leggja leiðina henda vegin. Í morgin skipar Samvit fyri ráðstevnu um vistferðavinnu Endamálið við ráðstevnuni um vistferðavinnu leygardagin er at seta fokus á, hvussu vit menna [...] menning, og um at nema sær vitan um nýggjar livihættir hjá øðrum londum. Við hesum er djóra- og plantulív, og mentunarligi arvurin fremstu atdráttir hjá einum ferðamáli. Kanningar vísa, at vistferðavinna
liðug í vár, men myndahøggarin væntar ikki, at Sigmundur Brestisson, sum skal reisast í Havn, verður liðugur til ásettu tíð. - Tað er veruleikafjart at miða ímóti, at standmyndin til høvuðsstaðin skal vera [...] helst avdúkað nakað eftir, at kirkjuparkin er opnað, sigur Hans Pauli. Hann vísir á, at upprunaliga skuldu allar standmyndirnar vera í somu stødd, men tá hann so skeyt upp, at standmyndin í Havn kundi reisast [...] ógvuliga torført er at spáa um, nær størra standmyndin í Havn verður liðug, sigur listamaðurin Hans Pauli Olsen. Ikki í vár Omanfyri á síðuni vísir formaðurin í kirkjuráðnum á, at kirkjuparkin skal vera
eisini, at hann var eitt sindur bangin um fótin. - Eg hugsaði sjálvandi mítt, men hinvegin var eg kanska somikið doyvdur, at eg ikki merkti pínuna. Men hvussu var og ikki, so kann eg nú loyva mær at taka [...] flennandi. Og sum so loysti tað eisini at stríðast víðari. Staðfestandi málið kom, og sjálvur segði Andrew, at tá var bara ein tanki í høvdinum. - Eg hugsaði bara, at nú var tað heima. Hatta var tað! [...] síðandi syrgdi hann sjálvur fyri, at har var eingin vegur aftur, tá hann í 92. minutti slerdi sigurin fastan. - Ja, hatta spældi væl av. Kreftirnir vóru kanska um at ganga undan hjá hinum leikarunum, so