Royndir vísa, at í alibrúkum veksur toskur av Føroya Banka eini 20% skjótari enn toskur av Landgrunninum Tað hevur leingi verið eitt vanligt páhald, at toskur á Føroya Banka veksur nógv skjótari enn toskurin á Landsgrunninum.
Nú benda royndir á, at hetta veruliga er so. Og royndirnar benda eisini á, at tað er
ættarbregði sum ger, at toskurin á Føroya Banka veksur skjótari enn tann á Landgrunninum.
Tað staðfestir Ingvard Fjallstein, sum hevur arbeitt á Fiskaaling.
Hann sigur, at higartil eru tvær royndir gjørdar til at samanbera vøkstur av toski av Føroya
Banka.
Tann fyrra royndin var ov stutt at geva nakað úrslit, men so var ein roynd gjørd afturat frá frá
septembur 1994 til juli 1997. Í teirri royndini vóru 6000 toskamurtar av Føroya Banka og 6000
toskamurtar av landgrunninum samanbornir. Tá royndin byrjaði, vóru teir um 8,2 cm langir og
vigaðu um 5,5 gram. Toskarnir gingu í kørum á landi og frá september 1994 til apríl 1995 vigaðu
Føroya Banka toskarnir 98 gramm og toskarnir á landgrunninum vigaðu 91 gramm.
Frá apríl 1995 til royndin endaði gingu toskarnir í nótum og í juli 1996 vigaðu toskarnir av landgrunninum 1.290 gramm og teir av Føroya Banka 1.555 gramm.
Føroyabankatoskarnir vóru sostatt góð 20% tyngri. Tá royndin endaði í juli 1997 vigaðu toskarnir av landgrunninum 2.842 gramm í miðal og teir av Føroya Banka vigaðu 3.375 gramm. Tað er ein munur upp á 19%.
Sostatt bendir hendan royndin á, at góðu vakstareginleikarnir hjá toski av Føroya Banka eisini eru tengdir at ættarbregði, sigur Ingvard Fjallstein









