Dýr olja er prísurin fyri vælferð

Økt vælferð í altsamt fleiri londum økir eftirspurningin eftir olju og trýstir prísin upp

Altjóða samfelagið heldur ondini, nú oljuprísurin togar í 100 dollarar fyri tunnuna, men vit kunnu eins væl venja okkum við, at hetta verður príslegan í komandi tíðum. Tann høgi oljuprísurin er við øðrum orðum komin fyri at verða.

 

Tann dýra oljan hevur kortini ikki somu ógvusligu ávirkanina á heimsbúskapin nú sum í kreppuárunum 1979-80. Men vit eiga at venja okkum við, at tann tíðin er farin, tá oljan ella rættari sagt orkan var bílig. Tað heldur í hvussu er danski búskaparfrøðingurin og ráevnaserfrøðingurin hjá Jyske Bank, Jacob Vinding Jensen, við Ritzau.

 

Hann vísir á, at økt vælferð í stórum londum sum Kina, India og Russlandi og í teimum oljuframleiðandi londunum økir eftirspurningin eftir ráolju. Tí væntar hann, at prísurin á ráolju verður nakað oman fyri 80 dollarar í meðal fyri tunnuna í ár. Tað er 11 prosent oman fyri meðalprísin í 2007.

 

 

Verið dýrari

 

Hóast øll hvussu við, tá oljan herfyri fór upp um 100 dollarar, so vísa útrokningar, at í veruleikanum hevur hon verið dýrari fyrr. Tá prísurin var upp á tað hægsta undir oljukreppuni í 1979-80, var hann 102 dollarar fyri tunnuna, um vit rokna eftir nútíðarkrónuni.

 

-Við tátíðar dollarakursi kostaði ein tunna av ráolju tá 632,40 krónur. Við dagsins dollarakursi kostar hon 493,13 krónur, og tí kendist oljuprísurin meinari tá enn nú, sigur Jacob Vinding Jensen. Hann leggur afturat, at vit njóta gott av, at dollarin er viknaður, men harafturat duga fólk betur at brúka orku nú enn fyri 25 árum síðani.