Fremsti myndahøggari okkara, Hans Pauli Olsen, er næstan liðugur við tær báðar standmyndirnar, sum skulu reisast í Sandvík og Skúvoy, men hann er ikki byrjaður at gera standmyndina, sum eftir ætlan skal reisast í komandi kirkjuparkini í Havn, og sum eisini skal vera størri.
- Tær báðar smærru standmyndirnar koma helst til Føroya í hesum árinum, men ógvuliga torført er at spáa um, nær størra standmyndin í Havn verður liðug, sigur listamaðurin Hans Pauli Olsen.
Ikki í vár
Omanfyri á síðuni vísir formaðurin í kirkjuráðnum á, at kirkjuparkin skal vera liðug í vár, men myndahøggarin væntar ikki, at Sigmundur Brestisson, sum skal reisast í Havn, verður liðugur til ásettu tíð.
- Tað er veruleikafjart at miða ímóti, at standmyndin til høvuðsstaðin skal vera liðug í vár. Enn eru bert nakrar skitsur gjørdar, og tískil verður standmyndin helst avdúkað nakað eftir, at kirkjuparkin er opnað, sigur Hans Pauli.
Hann vísir á, at upprunaliga skuldu allar standmyndirnar vera í somu stødd, men tá hann so skeyt upp, at standmyndin í Havn kundi reisast við Vesturkirkjuna, mátti støddin hóska til umhvørvið og harvið vera størri enn tær báðar minnu til Sandvík og Skúvoy.
- Sigmundur verður nú gjørdur í fullari stødd at standa við Vesturkirkjuna, men hóast mun á bæði stødd og útsjónd er talan um eina seriu av trimum standmyndum av Sigmundi við nøkrum afturvendandi eyðkennum, t.d. einum skipi, sigur Hans Pauli Olsen.
Hinar báðar minnu standmyndirnar koma sum áður nevnt til landið í ár, men enn er ógreitt, nær tær verða avdúkaðar í Sandvík og Skúvoy.