Vit skulu eisini byggja næmingaheim, so allir føroyingar kunnu fáa holla utbúgving í Havn og ikki altíð verða noydd av landinum, tað skal verða teirra egna val, um tey lesa í Havn ella í Oxford.
Vit hava sæð, at býurin Akureyri á Norðurlandinum í Íslandi, sum er sama stødd sum Havnin, hevur havt universitet síðani 1987. Har eru 1.400 lesandi, ið húsast í nýmótans bygningum, sum eru gjørdir til endamálið at lesa og granska í. Vit hava havt fróðskaparsetur nú í nógv ár, og hevur okkara universitet bara vánalig og óegnaði høli at vera í. Vit eiga at gera eitt arbeiði fyri, at universitetið fær hóskandi karmar at vera í, og um landsstýrið ikki fær uppí lag, skal Tórshavnar komuna sjálv byggja nýtt universitet og leiga landsstýrinum hølini. Skúlaøkið sum heild skal mennast, og hýsast í nýggjum egnaðum hølum.
Mann kann leggja afturat, at kommunan eisini kundi bygt umsitingarbygningar til Landið at leiga, tá Landið nú ikki fær uppí lag at byggja sjálvt. Vit sóu eitt pínligt dømi herfyri, tá ið tann pinkulítli løgmaðurin blásti seg upp og gjørdi okkum øllum og mest sær sjálvum fyri skommum í tí sokallaða skrivstovumálinum í Tinganesi.
Vit mugu koma burturúr amatørtilgongdini til stovnan av skúlum. Hetta skal galda fyri alt frá fólkaskúlum, miðnámsskúlum og ymsar fakskúlar og upp á universitetsstig.
Sum náttúrligur partur av øllum hesum skulu sjálvandi esini verða bygd næmingaheim fyri tey, ið koma aðrastaðni frá ella ikki kunnu búgva heima. Raðfestingar á fíggjarætlanini skulu gerast í samsvari við hesum, so arbeitt verður miðvíst yvir eitt áramál fyri at røkka hesum málsetningum.











