Í Sørvágs kommuna kunnu tey staðfesta, at fólkatalið er vaksandi og at mong fegin vilja búseta seg her. Hetta hevur hinvegin eisini sín prís: Kommunan skal í ár nýta 2,5 mió krónur til nýggjar útstykkingar til sethús.
- Farna árið hevur verið rættiliga nógv merkt av íløgum í byggibúning av økjum til sethús og vinnuna, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági.
Í hesum fíggjarárinum, sum er tað seinasta hjá sitandi bygdaráðið, hevur ein valt at tálma útreiðslunum í mun til undanfarin ár.
Útreiðslurnar til íløgur í ár eru settar til 13,6 mió.
Í eini frágreiðing um virksemið hjá kommununi í farna árinum vísir bygdaráðið á, at tað ár ætlar at brúka 1,4 mió til byggibúning av ídnaðarøki og 4,6 mió til skúla- og mentamál.
- Inntøkan hjá okkum fer væntandi at nøkta fíggjartørvin, sigur borgarstjórin.
Í Sørvágs kommunu, sum eisini umfatar bygdirnar Bø, Gásadal og Mykines, búðu 1107 fólk um ársskiftið.
Virksemið í Sørvági hevur verið nógv hetta seinasta árið, og sum skilst gongur eisini væl at fáa arbeiðini frá hond.
- Arbeiðið at fyrireika fleiri útstykkingar til sethús er komið so langt nú, at vit í næstum fara undir sjálvt arbeiðið, sigur Jákup Suni.
Í fyrsta umfari verða 10 grundstykkir gjørd byggibúgvin ovarlaga á einum øki, tey kalla í Gerðinum.
Og tá ið ognarviðurskiftini í tí niðara partinum, sum kommunan frammanundan ikki eigur, eru komin í rættlag, verður byrjað uppá henda partin av økinum.
Har er ætlanin at eini átta grundøki skulu gerast byggibúgvin. Sum skilst verða helst eini 30 grundøki tøk hetta komandi árið.










