Vistferðavinna í Norðurlandahúsinum

Nú Føroyar er kosið mest vitjanarverda oyggjaland í verðini, fara fleiri fólk uttan iva at leggja leiðina henda vegin. Í morgin skipar Samvit fyri ráðstevnu um vistferðavinnu Endamálið við ráðstevnuni um vistferðavinnu leygardagin er at seta fokus á, hvussu vit menna og marknaðarføra Føroyar sum vistferðavinnuland.

Ráðstevnan snýr seg um at gera okkum her í Føroyum meira varug við virðini í okkara náttúrliga og mentanarliga tilfeingi og varpa ljós á hvussu vit varðveita og menna tey eyðkenni, sum gjørdu Føroyar til nummar eitt í kanningini hjá National Geographic.

Virðini í Føroyum eru so einastandandi sjáldsom í annara eygum, at hópur av fólki fegin vilja gjalda (nógv) fyri at koma her og uppliva tey. Hvat gera vit framyvir fyri at menna og varðveita júst tær dygdir, sum onnur virðismeta so høgt?

Ein av serfrøðingum, sum tók lut í National Geographic kanningini, er ein av gestafyrilestrahaldarunum leygardagin! Hann og onnur fara at siga okkum, hvussu vit best ansa eftir hesum virðum, so vit framyvir kunnu varðveita okkara støðu á fyrstaplássinum ? og fáa eina burðardygga vinnu burtur úr tí.

Vistferðavinna er eitt slag av ferðavinnu, ið talar til vistfrøðiliga og sosiala tilvitan. Yvirhøvur snýr vistferðavinna seg um mentan, náttúruupplivingar, persónliga menning, og um at nema sær vitan um nýggjar livihættir hjá øðrum londum. Við hesum er djóra- og plantulív, og mentunarligi arvurin fremstu atdráttir hjá einum ferðamáli.

Kanningar vísa, at vistferðavinna er skjótast vaksandi slag av ferðavinnu og at vistferðafólk leggja mest pengar eftir sær í teimum londum, tey ferðast í.