Sambandsflokkurin hevur ongantíð verið ábyrgdarleysur, harra Hans Pauli Strøm

Tað er nógv fyri at lesa greinina hjá H.P Strøm, har hann mest sum bara viðger Sambandsflokkin og okkara støðutakan til tað vitloysið, sum var við at kvala alt vit og skil, tí ávísar fraktiónir av Javnaðarflokkinum (John og Vilhelm), Fólkaflokkinum (Anfinn) og okkara egna flokki (Alfred) av sínum eintingum og í reinum valrúsi og í vónini at fiska sær nakrar eyka atkvøður, løgdu uppskot fram aftan fyri ryggin á samgonguni

Tá løgmaður ikki var førur fyri at stýra samgongumonnum, hvørki sínum egnu ei heldur restini av uppskotsstillarunum og tryggja, at ikki onnur vitleys uppskot og broytingaruppskot fóru at koma millum 2. og 3. viðgerð av fíggjarlógini, avgjørdi Sambandsflokkurin, sum tann ábyrgdarfulli flokkur vit eru, at siga, nú má steðgast og heldur vaska talvuna reina og so byrja aftur eftir eitt val.

Tað ,at næstu fjúrtan dagarnar ivaleyst vildi blivið til eitt slaraffenland fyri ávísar tingmenn, vildi verið púra ábyrgdarleyst og at slept landskassanum á bláman við fíggjarnevndarformanninum á odda.

Nei, Hans Pauli, so gott spælir klaverið ikki, kanska fyri javnaðarmenn og fólkafloksmenn, men ikki fyri okkum sambandsfólk, vit hava nevniliga bæði dirvi at gera neyðug og góð átøk fyri samfelagið, og tað hava vit eisini víst hesi 4 árini í samgongu við tykkum, men vit hava sanniliga eisini dirvi at siga, nú er nokk, og tað gjørdu vit seinasta hósdag .

Tað var gott fyri Føroyar, at vit tóku hesa avgerð og gott fyri politisku skipanina, men kanska ikki so heppið fyri onkran annan.

Tey mál, sum Hans Pauli nevnir í grein síni, hava onga neyð, hvørki málini um stakar uppihaldarar, sinnisveikaheim í Vági og Havn, bústaðarpakkin, leigulógina, psykriatrilógina sum hevur verið í gildi síðan 1938 , o.s.fr.

Sambandsflokkurin vil tryggja eftir komandi val, at hesi verða løgd fram aftur, tað kann H.P Strøm verða púra vísur í.

Legg beiskleikan á hillina, Hans Pauli, og hygg frameftir, tí beiskleikin terir ongan annan enn teg sjálvan - innanífrá.