meistari
Eftir at hann í fjør var toppskjútti og ársins leikari í føroysku landskappingini, og eftirfylgjandi vann sær pláss millum teir fyrstu ellivu á føroyska landsliðnum, hevur árið í ár ikki gingist eins væl hjá Andrew av Fløtum.
Skaðar og formniðurgongd hava gjørt sítt til, at máltalið nú ikki hevur verið tað sama, og heldur ikki hevur hann verið eins sjónligur í dystunum hjá HB, sum hann áður hevur verið.
Men sunnudagin var viðvent. Vegna ein bláan fót mátti Andrew taka til takkar við leiklutinum sum jokari, men tá hann so loksins slapp inn, var tað við manér. Fyrst átti hann uppleggið til málið hjá Tór-Ingar Akselsen, og síðandi syrgdi hann sjálvur fyri, at har var eingin vegur aftur, tá hann í 92. minutti slerdi sigurin fastan.
- Ja, hatta spældi væl av. Kreftirnir vóru kanska um at ganga undan hjá hinum leikarunum, so eg fekk kanska eitt sindur víðari ræsur, og tað spældi jú bara væl av.
Einar tvær ferðir fekk Andrew tó nakrar ordiligar túrar eftir vøllinum, og sjálvur ásannaði hann eisini, at hann var eitt sindur bangin um fótin.
- Eg hugsaði sjálvandi mítt, men hinvegin var eg kanska somikið doyvdur, at eg ikki merkti pínuna. Men hvussu var og ikki, so kann eg nú loyva mær at taka tað eitt sindur róligt hesa komandi vikuna, segði hann flennandi.
Og sum so loysti tað eisini at stríðast víðari. Staðfestandi málið kom, og sjálvur segði Andrew, at tá var bara ein tanki í høvdinum.
- Eg hugsaði bara, at nú var tað heima. Hatta var tað!










