sjúku konu. Hann var um hana í tímavís hvønn einasta dag. Hóast her er talan um eina syrgiliga lagnu, so er eisini talan um eina vakra søgu um trúfesti millum hjún til tað seinasta. Hetta eigur ikki at verða [...] Tað var við sorgblídni, at hetta frættist. Tordis hevur meira og longri enn tey flestu stríðst fyri lívinum. Men tað var greitt, at hetta stríð var lokið, og Tordis fekk ta hvíld, sum so søttliga er unt [...] er dani. Ofta er tað sera tilvildarligt, tá ið pør finna saman. Hetta var ikki minst galdandi hjá teimum báðum. Ein gøtugenta hevði søkt um pennavinir í einum donskum vikublaði. Hon fekk fleiri svar, enn
klárt á odda hálvt fimta stig framman fyri Kollafjørð. Um Havnin klárar at halda stevið, er hetta fyrstu ferð, at Havnin hevur tvey lið í 1. deild. Hetta er tó treytað av, at liðið í fyrstu deild ikki flytur [...] vanliga framúr gott úrslit, men fyri fyrsta liðið hjá klaksvíkingum merkti hetta, at teir dragnaðu eitt hálvt stig í kappingini um FM heitið. Finnbjørn Vang, Rani Nolsøe og Terji Petersen togaðu trý trygg [...] ar næstan tapa ein dyst 4-0 uttan at missa fyrsta plássið. Hetta krevur av klaksvíkingum, at teir seinastu fýra umførini fáa fulla úrtøku, um teir skulu endurvinna FM heitið. Komandi vikuskifti møta k
tykist sum flokkarnir bert eru samdir um eitt, og tað er, at tað er gott at vera í Tinganesi og sita við valdinum. Ein skuldi trúð, at teir eisini vóru á einum máli um fullveldisætlaninar og hvussu hesar [...] eru teir samdir um karmin tvs. málið, men so er alt sagt. Tí hvussu hesin karmurin skal fyllast út tykist sambart viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum ikki at vera nøkur sum helst semja um. Og tað er her [...] millum báðar flokkarnar. Munir, sum ræða, tá hugsað verður um, hvussu stórar broytingar teir vilja hava gjørdar í samfelagnum. VIT siga hetta ikki fyri at seta kílar í hjólið. Flokkarnir vunnu valið og
so útholað, at hetta var ikki longur tað starvið, hann varð settur í. Aðrastaðni í blaðnum hava deildarleiðararnir hjá landsverkfrøðinginum eina fullfíggjaða frágreiðing um nettupp um hetta og tær úrslitaleysu [...] verður arbeiðsfriður á Landsverkfrøðingurin. ? Í mínari verð er hetta blivið eitt stríð um, antin vit vilja hava eina umsiting, ella ikki - um vit skulu hava eina umsiting við veruligum stovnsleiðarum ella [...] hesi seinastu árini, at arbeiðið, sum hann hevði nú, var ikki tað starvið, hann varð settur í. ? Men hetta eru upplýsingar, sum eru tiknir úr einum stórum samanhangi og tí er tað heilt burturvið at brúka teir
FLESTALLIR búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at Føroyar kunnu vera sjálvbjargnar, men at hetta kostar vælferð. Hesa uppfatan hava Paldam, Skak-Nielsen, umframt fleiri føroyskir búskaparfrøðingar. [...] Hoydal sigur, at blokkurin ikki rindar fyri føroyska vælferð, eigur hann at vera fegin um, at hann sleppur frá at siga hetta til eina samfelagsfrøðiliga próvtøku - annars hevði hann verið noyddur at fyrireika [...] 1998 vóru lánsgjøld landskassans á stødd við blokkin. Men einki verður sagt um, at reallønin í dag er 20% lægri enn í 1990. Hetta krevja fakfeløgini nú at fáa aftur, uttan at hædd er tikin fyri hesum á f
ógvuliga syrgiligt, at øll henda orkan er brúkt til hetta mál, sum skuldi verið so sjálvsagt og náttúrligt. Hetta var Lærarafelagið, eftir er sorgarsøgan um sjálvan skúlan. »Á veg móti einum føroyskum skúla« [...] eitt sjálvstøðugt felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit »118 kreds i Danmark Lærerforening«. Roynt var at broyta hetta, men bara ein syrgiliga lítil minnilutur vildu [...] Men so hendi tað kortini, sum fáur hevði tora at droymt um. Á aðalfundinum í 1980 legði Hans Kristiansen lærari og nevndarlimur uppskot fram um »fullveldi«. Meiriluti var tó ikki í nevndini fyri uppskotinum
tykist hetta vera eitt sindur ivasamt, so fyri fyrst er í øllum førum líkt til, at Ingvard Lamhauge hevur átikið sær hesa uppgávu. Tó er heldur ikki víst at hetta er nøkur endalig loysn, men hetta fæst vónandi [...] Sverri Jacobsen skal nú taka sær av ungdómsvenjingini í felagnum, og er øll orsøk til at fegnast um hetta stigið, sum vónandi kann viðføra at Runavíkin og Gøta í felag, kunnu verða við til at mynda føroyskan [...] tykjast sum um, at við tað at bæði fótbóltur, fimleikur og kappróður hava verið somikið væl umboð í hesum kommunum, hevur hondbólturin seinastu árini verið við sviðið soð. Møguliga er hetta eisini so, ella
ógegnligt at taka støðu í málinum. Hetta tí FSF er vorðið partur av málinum, tá teir við støði í grein 39 hava tikið hetta upp av sínum eintingum. Prinsippið Umframt hetta, so er eisini ein spurningur, hví [...] kappingini um Løgmanssteypið á sama hátt, sum B36 og KÍ vórðu tað í fjør. Knúturin Ein gjøgnumgongd av málinum vísir greitt, at tað serliga er eitt mál, sum partarnir hava hug at trætast um. Í svarskrivinum [...] víðari til FSF« Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so hevur HB tikið avgerð um at kæra málið. Og tá verður tað helst fyrst og fremst hetta páhaldið, sum skal standa sína roynd. Hartil førir HB eisini fram, at
liggur Cameron við bryggjuna inni í Kaldbaksbotni. Spurningurin er tó, um hetta er tað rætta staðið fyri eitt so søguligt skip sum hetta. Í Tórshavnar kommunu verður í løtuni arbeitt við at gera eina heildarætlan [...] - Vit ætla hinvegin at innrætta hann til stuttleikabát, sigur Martin um útróðrarbátin sum henda dagin hevði júst 100 ár á baki. Hetta er samstundis elsta skip sum er bygt her á landi og sum framvegis er [...] givið bátinum sítt upprunaliga navn aftur. - Men hetta ber tíverri ikki til. Orsøkin er at navnið er farið, tí ein annar bátur í Fuglafirði hevur hetta navnið. - Ístaðin hava vit uppkallað abba okkara
Viðvíkjandi B6 og B7 verður onnur deildin stongd um vikuskiftið, tað ið eftir er av árinum. Sostatt fara deildirnar fara at skiftast um at hava stongt um vikuskiftið. Á B8, sum er intensiv deild, eru tríggjar [...] sum rakar alt húski hjá sjúklinginum sera hart og tí her hetta ómetaliga tyngjandi fyri tey avvarðandi. Napoleon Joensen ivast ikki í, at hetta sparitiltakið á Landssjúkrahúsinum fer at vera umrøtt, næstu [...] nevndin í Heilafelagnum hevur tosað saman og er samd um at senda landsstýrismanninum í heilsumálum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum eitt mótmæli. Hetta eru sparingar, sum eru heilt burturvið, tí landssjúkrahúsið