Soleiðis fíggja vit loysingina?!?

VAR ein av yvirskriftunum í 14. Sept. undan seinasta vali. Men innihaldið var eitt neyðaregg, ið reisti fleiri spurningar uttan at geva nakað svar. Støðan í dag er ikki øðrvísi. Hvussu fíggja vit loysingina? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur fyri flestallar føroyingar, og svarið eigur at vera meira ítøkiligt enn: ?...táið nú karmarnir fyri føroyskum búskapi eru broyttir...táið vit sjálvi hava ábyrgdina fyri egnum landi....táið sjálvræðið hevur skapt nýggjar fyritreytir....táið blokkurin ikki longur avlagar búskap okkara...osfr.?

FLESTALLIR búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at Føroyar kunnu vera sjálvbjargnar, men at hetta kostar vælferð. Hesa uppfatan hava Paldam, Skak-Nielsen, umframt fleiri føroyskir búskaparfrøðingar. Tá Høgni Hoydal sigur, at blokkurin ikki rindar fyri føroyska vælferð, eigur hann at vera fegin um, at hann sleppur frá at siga hetta til eina samfelagsfrøðiliga próvtøku - annars hevði hann verið noyddur at fyrireika seg til nýggja próvtøku.


HÓAST seinasta ?Krosskast? í SVF var áhugavert, so kom kortini ikki nógv nýtt fram. Fullveldismálaráðharrin førdi fram, at í 1998 vóru lánsgjøld landskassans á stødd við blokkin. Men einki verður sagt um, at reallønin í dag er 20% lægri enn í 1990. Hetta krevja fakfeløgini nú at fáa aftur, uttan at hædd er tikin fyri hesum á fíggjarlógini. HH ?gloymir? eisini at fortelja okkum, at heildarveitingin úr Danmark er munandi størri enn blokkurin. Td. rindar danski staturin fyri: løgreglu, dómsvald, uttanríkistænastu, verju, kirkju, útbúgvningarstuðul, útbúgvingar, krígspensjón v.m. So hóast blokkur=lánsgjøld, so resta fleiri hundrað milliónir kr. í, men fullveldið skal ikki ganga útyvir vælferð fólksins - sigst.


FÓLKAFLOKKURIN meinar, at vit hava eina alt ov stóra almenna umsiting, og at her kann sparast nógv. Tjóðveldisflokkurin meinar, at blokkurin avlagar búskapin, og at lønsemið økist, tá blokkurin er horvin. Fólkaflokkurin eigur at siga okkum, hvussu mong og hvørji almenn starvsfólk, ið skulu koyrast til hús aftaná, at fullveldið er ?bjargað?, og hvat hetta kemur at kosta samfelagnum í t.d. ALS ella forsorgarjáttan. Tjóðveldið eigur at fortelja okkum, hvussu eitt nú fiski- ella alivinnan kann fáa betri lønsemi, av tí at landskassin fær færri pengar frá danska statinum. Tað øvugta kann lættliga gerast veruleiki, at av tí at heildarveitingin minkar, verður tað almenna noytt at skatta t.d. vinnulívið harðari og harvið gera kappingarførið verri.


FÍGGJARLÓGARUPPSKOTIÐ 1999 er ein stór skomm fyri fullveldið Føroyar! 900 mió. í blokkinntøku, umframt aðrar veitingar frá danska statinum. Fiskiskapur og fiskaprísir eru metstórir og íløgurnar á fíggjarlógini eru óvanliga lágar samanborið við bruttutjóðarúttøkuna. Kortini er avlopið hjá fullveldislandsstýrinum bert 100 mió. í fíggjarlógaruppskotinum fyri 99. Heilsuverkið hevur í dag stórar íløgur og ábøtur fyri neyðini. Tað er bert ein spurningur um tíð, so slepst ikki ímillum oyggjarnar, av tí at strandfaraskipini í meðal eru umleið 30 ára gomul. Pensjónirnar eru so afturútsigldar, at vit ikki kunnu bjóða eldra ættarliðnum mannsømilig kor. Men tá heildarveitingin er horvin, tá verða livikorini betri smb. fullveldislandsstýrið. Skil tað hvør ið vil.


TRÁÐANIN eftir størri sjálvstýri er náttúrlig, og hon er røtt og skilagóð. Spurningurin er, hvussu vit gera hetta. Samgongan vil fullveldiskósina her og nú, sambandið vil einki annað enn lata standa til, og javnaðarflokkurin vil nakað, sum liggur mitt ímillum. Hvør enn hevur og fær rætt, so eigur einki at verða dult ella fjalt. Allir spurningar eiga at verða umrøddir og svaraðir. Tað kemst ikki uttan um, at livifóturin verður lækkaður, verður hetta ikki gjørt við skili og stig fyri stig. Annars fáa vit nakrar sosialar trupulleikar, sum neyvan nakar er førur fyri at ímynda sær í dag. Javnaðarflokkurin hevur fingið skotið í skógvarnar, at hann hevur verið ov lítið ítøkiligur í síni sjálvstýriskós. Tað kunnu helst mong taka undir við. Áhugavert verður at hoyra, hvørji boð flokkurin hevur, nú hann kemur við faldara í hvørt hús.