SOKALLAÐA sjálvstýrissamgongan sleppur veruliga at royna seg í hesum døgum, nú fíggjarlógaruppskotið er til 1. viðgerð. Og tað er synd at siga, at stevið er gott. Eftir øllum at døma - og hetta vistu vit frammanundan - so er so stórur og grundleggjandi munur millum eitt nú fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin, at ein hevur ilt við at síggja, hvussu hesir flokkar megna at halda saman í samfull fýra ár.
TAÐ tykist sum flokkarnir bert eru samdir um eitt, og tað er, at tað er gott at vera í Tinganesi og sita við valdinum. Ein skuldi trúð, at teir eisini vóru á einum máli um fullveldisætlaninar og hvussu hesar verða settar í verk. Gott nokk eru teir samdir um karmin tvs. málið, men so er alt sagt. Tí hvussu hesin karmurin skal fyllast út tykist sambart viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum ikki at vera nøkur sum helst semja um. Og tað er her vit finna teir grundleggjandi munirnar millum báðar flokkarnar. Munir, sum ræða, tá hugsað verður um, hvussu stórar broytingar teir vilja hava gjørdar í samfelagnum.
VIT siga hetta ikki fyri at seta kílar í hjólið. Flokkarnir vunnu valið og teir hava tí sín fulla demokratiska rætt til at standa fyri landsins leiðslu - tó at teir áttu at gjørt meira fyri at fingið eisini hin vinnandi flokkin á valinum, javnaðarflokkin, við í landsstýrið. Teir valdu heldur at taka, sjálvstýrisflokkin við og geva honum sera stórt vald. Tað verður so teirra høvuðpína, og koma teir uttan iva at sanna hetta fyrr ella seinni.
VIÐGERÐIN av fíggjarlógini sigur okkum so mikið sum, at vit hava meira enn tveir stórar andtøðuflokkar á tingi. Í veruleikanum er fólkaflokkurin eisini vorðin andstøðuflokkur til tað mesta av politikkinum hjá tjóðveldisflokkinum, og vit hóma eisini stóra andstøðu millum tjóðveldistingmenn móti fólkaflokkinum. Og tað er kanska ikki so løgið. Høvdu teir valt at fingið javnaðarflokkin við í samgonguna, so hevði hesin kunnað virkað sum buffari tvs. at tá hevði tú ikki bert svart og hvítt at velja millum. Flokkurin hevði verið góður brúgvabyggjari og somuleiðis góð trygd fyri einum skilagóðum útviklingi. Lat okkum endurtaka her einaferð enn, at tað var ein dáragerð, tað var politiskt sjálvmorð, tá tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin valdu at lata seg draga og lumpa av tí tíanverri alt ov persónsfikseraða sjálvstýrisflokkinum og vrakaðu javnaðarflokkin. Sjálvstýrisflokkurin fekk alt ov stórt vald, og átti hesin flokkurin ongantíð at fingið loyvi tilgera av, hvussu landsstýrið skuldi síggja út. Vit og mong onnur geva persónligum orsøkum í sjálvstýrisflokkinum ábyrgdina av, at javnaðarflokkurin varð hildin uttan fyri samgonguna. Men tað fríkennir ikki hinar flokkarnar. Teir áttu als ikki at tikið sjálvstýrisflokkin við. Og tað fara teir helst at merkja sviðan av sum frálíðir. Tit liggja, sum tit hava reitt.
EIN samgonga leggur bert tríggjar fíggjarlógir fyri tingið í síni livitíð, og er tann fyrsta tann týdningarmesta. Hyggja vit eftir almennu umsitingini, síggja vit, at meðan hon kostar 100 mill. kr. í ár, so kostar hon 200 mill. kr. í 99. Er hetta tað tit vilja og ikki bert úrslit av tí politikkinum hjá undanfarnu samgongu og tess ráðgeva! Tað var ikki serliga hugaligt at hoyra, hvussu fólkaflokmenn langaðu út eftir tjóðveldismonnum og øvugt undir fíggjarlógarviðgerðini. So gott sum allir fólkafloksmenninir funnust harðliga at tjóðveldispolitikki, sum teir søgdu vera vinstrahallan og als ikki legði seg eftir at gera almenna sektorin ódýrari. Teir vístu í sama viðfangi á, at hetta er ikki í tráð við andan í fullveldisætlanini. Ein skuldi trúð, at hetta var ein andstøðuflokkur, sum talaði. Ætla tit Føroyar sum tjóðveldi, so skulu nógv viðurskifti takast upp segði John Petersen m.a. Spurningurin er, hvussu leingi hesi samgongu verður lív lagað.