Einasta urslitið av samgongufundinum var ein lygn afturat

Kravið er, at tíðin verður skrúvað aftur til tann 18 desember og at uppsøgnin av Henningi Jacobsen verður tikin aftur

? Enn eru ikki útlit til, at arbeiðsfriður verður aftur á landsverkfrøðinginum.

? Tí tað einasta úrslitið av samgongufundinum týsdagin, var, at ein lygn kom á borðið afturat.

Tann eini deildarleiðarin hjá Landsverkfrøðinginum, Signar Heinesen sigur, at samgongufundurin týskvøldið broytti ikki støðuna hjá Landsverkfrøðinginum.

Manningin hjá Landsverkfrøinginum hevur ikki verið til arbeiðis í tríggjar dagar nú.

Og sum sum støðan var á miðdegi í gjár, vóru ongi útlit til, at arbeiðsfriður bleiv aftur á stovninum.

Signar Heinesen sigur, at tað einasta sum kom fram á samgongufundinum var ein lygn afturat

Tað, hann sipar til, er, at á samgongufundinum varð upplýst, at Henning Jacobsen fyri einum hálvum árið boðaði frá, at hann umhugsaði sína støðu sum Landsverkfrøðingur, tí at støðan var so nógv broytt hesi seinastu árini, at arbeiðið, sum hann hevði nú, var ikki tað starvið, hann varð settur í.

? Men hetta eru upplýsingar, sum eru tiknir úr einum stórum samanhangi og tí er tað heilt burturvið at brúka teir soleiðis.

? Veruleikin er, at Henning Jacobsen tók hesa støðuna, tí hesi seinastu árini vóru arbeiðsviðurskiftini blivin so trupul, og starvið so útholað, at hetta var ikki longur tað starvið, hann varð settur í.

Aðrastaðni í blaðnum hava deildarleiðararnir hjá landsverkfrøðinginum eina fullfíggjaða frágreiðing um nettupp um hetta og tær úrslitaleysu royndirnar hjá Henningi at fáa sømilig kor fyri stovnin.

? Men tað mest ótrúliga er, at tað var trúnaði, at Henning Jacobsen gav Landsstýrismanninum hesar upplýsingarnar um støðu sína.

? Men nú hava vit so fingið staðfest, at upplýsingar, sum ein landsstýrismaður fær í trúnaði, verða lagdir fyri samgongufund.

Aftaná samgongufundin hava vit fingið váttað frá fleiri samgongulimum, at Finnbogi Arge legði hesar upplýsingarnar fyri samgongufundin.

? Soleiðis sum eg síggi uppá tað, hava Finnbogi Arge og vinnumálastjórin hildið tinglimir fyri tað turra spott við at leggja hetta brævið fyri teir, uttan at siga, hvørjum samanhangi tað er latið landsstýrismanninum í.


Ongin arbeiðsfriður enn

Signar Heinesen sigur, at sostatt er onki broytt eftir samgongufundin í týskvøldið.

? Enn er onki, sum bendir á, at tað verður arbeiðsfriður á Landsverkfrøðingurin.

? Í mínari verð er hetta blivið eitt stríð um, antin vit vilja hava eina umsiting, ella ikki - um vit skulu hava eina umsiting við veruligum stovnsleiðarum ella við stovnsleiðarum, sum bara bukka og skrava.

? Og tað er eitt heilt prinsipielt stríð, sum vit mugu brúka tað neyðugu tíð og tær neyðugu kreftirnar uppá at fáa nakað skilagott burturúr.

Og fyrrenn hetta stríðið er av, verður ikki arbeiðsfriður aftur.

?Henning Jacobsen er sagdur upp við bygnaðarbroytingum sum grundarlagi, men tað haldi eg ikki at hann kann.

? Tí billi eg mær inn, at teir verða noyddir at taka uppsøgnina aftur.

? Verður hann so uppsagdur einaferð afturat, mugu teir finna eina aðra orsøk.


Uppsøgnin skal takast aftur

Símun Hammer, formaður í Verkfrøðingafelagnum vil ikki enn siga alment, hvat skal til fyri at fáa arbeiðsfrið aftur á Landsverkfrøðinginum.

? Men tað er greitt, at vit krevja, at tíðin verður skrúvað aftur til tann 18. desember og at uppsøgnin av Henningi Jacobsen verður tikin aftur.

? Og so byrja vit haðani frá at viðgera málið, sigur Símun Hammer.

Sí annars áhugaverdu greinina frá deildarleiðarunum hjá Landsverkfrøðinginum á bls 12, har teir greiða frá viðurskiftum millum stovnin og landsstýrið.