Tordis Huus Nielsen til áminningar

Tann 21. mars andaðist Tordis Huus Nielsen á Argjum, 62 ára gomul.

Tað var við sorgblídni, at hetta frættist. Tordis hevur meira og longri enn tey flestu stríðst fyri lívinum. Men tað var greitt, at hetta stríð var lokið, og Tordis fekk ta hvíld, sum so søttliga er unt henni.

Tordis var ættað úr Syðrugøtu, dóttir Sonnu, ættað av Hvítanesi, og Poul Huus, sum var ein kendur skipari í síni tíð.

Tær vóru tvær systrar. Borgarhjørt var tann eldra og er gift í Klaksvík. Tordis var altíð góð við børn, og tað var tikið til í kirkjuni tað tætta sambandið millum systrarnar, og hvussu góð Tordis eisini hevði verið við synirnar hjá systrini.

Hesin alskurin til børn kom eisini at merkja, at Tordis fekk sær sum lívsstarv at ansa børnum. Hon fór fyrst at arbeiða í barnagarði hjá nonnunum.

Nakað samstundis fekk hon samband við Ingolf, sum er dani. Ofta er tað sera tilvildarligt, tá ið pør finna saman. Hetta var ikki minst galdandi hjá teimum báðum. Ein gøtugenta hevði søkt um pennavinir í einum donskum vikublaði. Hon fekk fleiri svar, enn hon sjálv kundi svara. So hon bjóðaði Tordis eina av sínum adressum, og hon tók av. Hetta var tann hjá Ingolfi. Tey skrivaðu fyrst saman sum vanligir pennavinur. Tá ið Ingolf so skuldi tæna sína vernaplikt, fortaldi Tordis honum, at ein marinustøð var í Føroyum. Hann søkti og kom hagar. Tað rann saman teirra millum. Tey giftust í Gøtu kirkju og búsettust í Føroyum.

So merkiligt kann lagnunnar speisemi vera, at júst á gomlu marinustøðini, núverandi Tjarnargarði, doyði Tordis gott 40 ár seinni.

Tordis fekk sær útbúging innan barnarøkt, og hon gjørdist leiðari fyri barnagarðin Stella Maris. Seinni kom hon at arbeiða á verkstøðunum Vón og Virkni. Tey bygdu á Argjum og fingu sjálvi trý børn og seinni fýra barnabørn. Ingolf arbeiddi sum timburmaður. So her skuldi alt sæð so ljóst út.

Men soleiðis skuldi ikki vera. Í 1995 fekk Tordis eina sjúku í høvdinum, sum gjørdi, at hon stigvíst lammaðist. Í ár 2000 var støðan blivin so vánalig, at hon mátti gevast at arbeiða. Hon varð ikki færri enn 16 ferðir í Danmark at fáa skurðviðgerð, men tað gekk bert skeiva vegin. At enda var ikki meira sum kundi gerast.

Hóast hetta klagaði hon ongantíð. Hon var altíð í góðum lag hóast sína tungu lagnu. So leingi hon kundi, fekst hon við hondarbeiði sum binding og brodering. Hevði eisini áhuga fyri fótbólti og boksing. Tordis var sera fyrikomandi og dugdi at tosa við øll.

Men tað gekk bert afturá, og seinastu tíðina var hon lammað upp til hálsin. Hóast hesa sera truplu støðu, klagaði hon ongantíð og bar sína lagnu við einum tolni, sum var undrunarvert.

Undir allari hesi gongdini stóð Ingolf trúfastur við liðina á Tordis, og hann livdi sum nakar upp til hjúnarlyftið at halda saman “i medgang og modgang.”

Tordis var eina tíð á røktardeildini á Landssjúkrahúsinum og komst tú framvið var ofta at síggja tey bæði, har Ingolf tók sær so væl av síni sjúku konu. Hann var um hana í tímavís hvønn einasta dag.

Hóast her er talan um eina syrgiliga lagnu, so er eisini talan um eina vakra søgu um trúfesti millum hjún til tað seinasta.

Hetta eigur ikki at verða gloymt, og tað verður tað heldur ikki!


ó.