Læran í søgu Lærarfelagsins

Føroya Lærarafelag var 100 ár í ár, og í tí sambandinum kom bókin Føroya Lærarafelag út, sum Árni Dahl legði til rættis.

Umframt høvuðsbrotið hjá Árna Dahl: »Nøkur brot úr søgu Føroya Lærarafelags 1898-1998« og »Skúlasøgan« hjá Paula Nielsen har hann sigur: »Undirheitið »á veg móti einum føroyskum skúla« gongur sum ein hjartatáttur gjøgnum alla mína framløgu«, eisini má sera viðkomandi og reiða greinin »At lesa seg av bygdini« hjá Gesti Hovgaard takast framum allar hinar greinirnar í bókini. Men ætlanin var ikki at ummæla bókina, bara eggja til at hesi brotini verða lisin.

Eg havi verið limur í hesum felag síðan 1965, og verið til teir allar flestu aðalfundirnar.

Sostatt havi eg kunna fylgt við einum triðingi av felagsins lívi. Lat tað fara hesa ferð, bara ein spurningur, sum eg ikki dugi at svara.

Hví vildu føroyskir lærarar ikki hava eitt sjálvstøðugt felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit »118 kreds i Danmark Lærerforening«. Roynt var at broyta hetta, men bara ein syrgiliga lítil minnilutur vildu sjálvbjargni. Onkur vildi tí ikki verða limur í tí »Føroyska Lærarafelagnum«.

Men so hendi tað kortini, sum fáur hevði tora at droymt um. Á aðalfundinum í 1980 legði Hans Kristiansen lærari og nevndarlimur uppskot fram um »fullveldi«. Meiriluti var tó ikki í nevndini fyri uppskotinum. Eisini greiddi Hans Kristiansen frá Gjógv frá at Lærarafelagið tey seinastu 10 árini hevði goldið 1/2 millión til Danmarks Lærerforening. Einasta vit fingu aftur fyri var »Folkeskolen«. Aðalfundurin gjørdist drúgvur, minnist at í hvussu so er báturin inn á Skálafjørðin skuldi fara, og tá fóru fleiri av fundinum fyri ikki at koma ovseint.

Tá atkvøðast skuldi vóru bara 41 limir eftir. Nú var galið. Ein meiriluti í nevndini skeyt so upp at spurningurin skuldi sendast út til uratkvøðu. Hetta teirra uppskot fekk bara 13 atkvøður. So var stemma av nýggjum nú vóru 27 stemmur fyri av teimum eftirverandi 41 limunum.

Ein sera løgin kensla. Ein møði. Spurningar, sum hava hamast upp á meg aftur ferð eftir ferð. Hví vildu teir ikki vera sjálvstøðugur. Teir vildi heldur gjalda pening, tá var ein hálv millión meir enn nú, ja, tú fekk næstan eini hús fyri tey. Men heldur tað, og so bara hava eitt eiti av einum felag.

Jú eg minnist, at eg hugsaði, hetta er sum ein gamal hjallur, sum hevur hingið uppi ár eftir ár, alt tað ein kann minnast og so eina stilla summarnátt, kavsvart í mjørka, tá hoknaði hann bara niður, hann orkaði ella tímdi ikki at standa uppi longur.

Tá so felagið var loyst frá tí danska, ja tá kom ferð á báði so og so. T.d. eigur felagið nú stór hús í Havnini.

Ikki hoyrdist hvørki orð ella ei aftur um tað danska móðurfelagið. Eg meini eingin róðu líkasum aftur á aftur og vildi innlima okkum aftur í tað danska. Gera okkum til »KREDS 118«.

Tosar nakar longur um at gera okkum til eitt Amt aftur. Ella varðveita Heimastýrislógina.

Skjótt gongur. Bara fyri góðum ári síðani skuldi 50 ára hátíðarhald vera fyri henni. Sanniliga er hóast alt ein læra í søgu Lærarafelagsins.

Men ógvuliga syrgiligt, at øll henda orkan er brúkt til hetta mál, sum skuldi verið so sjálvsagt og náttúrligt.

Hetta var Lærarafelagið, eftir er sorgarsøgan um sjálvan skúlan.

»Á veg móti einum føroyskum skúla«.

Men, men, framá hevur gingið, so »Lat tey deyðu, jarða tey deyðu«.


Steinbjørn B. Jacobsen

11.9.98