100 ár og ómerktur av aldri

Meðan kvinnur kring allan heimin vóru til 8. mars-hald, var kaldbaksmaðurin, Martin Dam farin inn í Kaldbaksbotn í heilt øðrum ørindum - í roynd og veru í 100 ára føðingardag.
Henda dagin í 1907 varð nevniliga deksbáturin “Royndin Fríða” navngivin. Báturin er framvegis í drift og eitur nú “Cameron”.

Veðrið er einki at reypa av. Tað er turt til tíðir, men av og koma sannir skúrar av tøttum regni. Her inni sæst ikki ein sál.
Við havnarlagið liggja fleiri bátar í ymiskari stødd. Onkur teirra hevur samband við aling, men hesa løtuna er einki lív at hóma her við havnarlagið.
Tað er kortini ein einstakur bátur, sum hevur motorin frá og ljósini tendrað. Á stýrihúsinum stendur navnið á bátinum “Cameron” og undir tí “Anno 1907”.
Inni í stýrihúsinum standa tveir mans og práta - brøðurnir Eyðun og Martin Dam, hvørs fyritøka “Inntakt” keypti bátin fyri sløkum ári síðani. Fyritøkan hevur serliga lagt seg eftir at skifta tak á bygningum í Føroyum og uttanlands.
- Nei, bara róligur. Vit ætla ikki at skifta arbeiði, fyri at gerast útróðrarmenn burturav.
- Vit ætla hinvegin at innrætta hann til stuttleikabát, sigur Martin um útróðrarbátin sum henda dagin hevði júst 100 ár á baki. Hetta er samstundis elsta skip sum er bygt her á landi og sum framvegis er í drift.
Tað vóru kortini ikki tær stóru festligheitirnar umborð á sjálvum bátinum í sambandi við henda runda føðingardagin. Heima í Kaldbak mundi helst verða øðrvísi, tí júst henda sama dagin hevði Martin sjálvur føðingardag!

Uppkallaður
Aðrastaðni á síðuni er greitt frá tíðini, tá Cameron fyri 100 árum síðani varð bygdur í Klaksvík.
Hann fekk tá navnið Royndin Fríða, men broytti seinni navn til Sóleyð N.
Martin sjálvur kundi ynskt sær av givið bátinum sítt upprunaliga navn aftur.
- Men hetta ber tíverri ikki til. Orsøkin er at navnið er farið, tí ein annar bátur í Fuglafirði hevur hetta navnið.
- Ístaðin hava vit uppkallað abba okkara Donald Cameron, sum var enskur hermaður her undir krígnum, greiðir Martin frá.

Til ferðafólk
Øll hesi 100 farnu árini hevur Royndin Fríða, og seinni Sóleyð N verið til fiskiskap bæði við Føroyar og undir Íslandi.
- Ja, hann hevur havt íslandsloyvi í nógv ár - í roynd og veru eitt sera gott loyvi, enntá, sigur Martin.
Hóast høga aldurin virkar øll útgerðin umborð, eisini tær seks hydraulisku snellurnar. Sjálvur skrokkurin, sum er úr eik, er í besta standi. Hetta er eik sum upprunaliga fekst úr Norður-Finlandi fram til 1930 og er framvegis so sterk, at trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, er at bora í hana.
Um vit hyggja eftir stevni og kjøli, so stavar tilfarið til tey frá einum skipi sum helst er bygt fyri eini 200 árum síðani. Tað var upprunaliga klætt við kopari og hevði reyðar boltar!
Men tað er kortini ikki útróður, sum Martin ætlar at brúka bátin til. Hann hugsar um ferðavinnuna.
Ætlanin er nevniliga at innrætta eina salong umborð, og síðani bjóða seg fram at fara út at sigla og fiska við føroyingum og útlendskum ferðafólkum.
- Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot at skipað fyri slíkum túrum, har tey ferðandi kundu fiskað við tráðu, sigur Martin bjartskygdur.



Pláss við Müllersbrúgv?
Í dag liggur Cameron við bryggjuna inni í Kaldbaksbotni. Spurningurin er tó, um hetta er tað rætta staðið fyri eitt so søguligt skip sum hetta.
Í Tórshavnar kommunu verður í løtuni arbeitt við at gera eina heildarætlan fyri alt økið við Skálatrøð, og her hoyrir umhvørvið við Müllersbrúgv eisini uppí.
Við hesa brúgv liggur longu nú eitt søguligt skip, sluppin Westward Ho.
Fyri Martin er eingin ivi um, at elsta skipið sum er bygt í Føroyum, eigur at hava sítt natúrliga pláss í hesum umhvørvinum.
- Eg haldi, at Cameron hevði hóskað væl í hesum umhvørvinum, sigur hann avgjørdur.