Vestmanna talvfelag økti um leiðsluna við einum hálvum stigi og er nú samanlagt hálvt fjórða stig framman fyri argastu kappingarneytarnar úr Klaksvík.
Innanhýsis uppgerð
Fyri at gera kappingina so rættvísa sum gjørligt, møtast liðini úr sama felagi altíð í byrjanini av kappingini og fyrst í seinnu hálvu. Hetta verður gjørt, so liðini ikki møtast í seinasta og avgerandi umfari, har tað er møguligt at ávirka útslitið við snildum.
Soleiðis var eisini sunnudagin, har fyrsta og annað lið hjá vestmenningum telvaðu í Vestmanna, meðan fyrsta og annað lið hjá klaksvíkingum telvaðu í Klaksvík. Hetta vóru dystir, har stórsigur var krav hjá báðum fyrstu liðunum.
Fult stigatal uttan Rødgaard
Hóast John Rødgaard ikki var at síggja á liðinum hjá vestmenningum, vann fyrsta liðið 4-0. Í slíkari uppgerð er tað ikki ein stórur missur, at liðið manglar ein mann. Tað førir bert við sær, at ein annar má flyta upp úr øðrum liði, og tí viknar tað ofta samsvarandi.
Carl E. N. Samuelsen, Martin Brekká og Samson Højgaard fingu stigini trygt heim, meðan Kári Durhuus sá út til at vera komin í trupulleikar móti Rógva Hansen. Kári hevði eina løtu tapta støðu, men tað vísir seg, at tann royndi telvarin ofta dregur tað longra stráið. Ein feilur hjá Rógva gav vestmenningum vónina aftur, og hesaferð snávaði Kári ikki.
Stórsigur ov lítil
Ein sigur á hálvt fjóra stig er vanliga framúr gott úrslit, men fyri fyrsta liðið hjá klaksvíkingum merkti hetta, at teir dragnaðu eitt hálvt stig í kappingini um FM heitið. Finnbjørn Vang, Rani Nolsøe og Terji Petersen togaðu trý trygg stig heim, meðan talvið millum Steintór Rasmussen og Willa Olsen endaði javnt.
Helgi við Havnini
Seinasti dysturin í fyrstu deild varð telvaður millum Havnina og Sandavág. Í kappingini um triðja plássið tók Havnin, sum í løtuni tykist at hava tikið dik á seg, seg eitt stig inn á Sandavág við at vinna 2½ - 1½.
Ein av hesum orsøkum er heilt sikkurt, at altjóða meistarin Helgi D. Ziska hevur telvað við tvey tey seinastu umførini. Við einum sigri á Torkili Nielsen tryggjaði Helgi Havnini sigurin í einum tí mest spennandi talvinum í vikuskiftinum.
Endaspurturin nærkast
Við greiðu leiðsluni kunnu vestmenningar næstan tapa ein dyst 4-0 uttan at missa fyrsta plássið. Hetta krevur av klaksvíkingum, at teir seinastu fýra umførini fáa fulla úrtøku, um teir skulu endurvinna FM heitið. Komandi vikuskifti møta klaksvíkingar øðrum liði hjá vestmenningum, meðan fyrsta liðið hjá Vestmanna møtir ein vælkoyrandi liði úr Havnini, sum heilt sikkurt roynir at klatra upp eftir stigatalvuni eftir eina heldur slaka byrjan.
Havnin oddalið í 2. deild
Spennandi er eisini at vita, hvat lið kemur upp í fyrstu deild komandi ár. Her hevur Havnin lagt seg klárt á odda hálvt fimta stig framman fyri Kollafjørð. Um Havnin klárar at halda stevið, er hetta fyrstu ferð, at Havnin hevur tvey lið í 1. deild. Hetta er tó treytað av, at liðið í fyrstu deild ikki flytur niður.
Støðurnar í ymsu deildunum eftir 6. umfar eru:
1. deild Stig
Vestmanna 1 20
Klaksvík 1 16½
Sandavágur 13
Havnin 11
Klaksvík 2 7
Vestmanna 2 4½
2. deild
Havnin 3 18
Kollafjørður 13½
Toftir 13
Klaksvík 3 10
Havnin 2 9½
Sandavágur 2 8
3. deild A
Vestmanna 3 14½
Skopun 13
Sandavágur 3 12
Klaksvík 4 8½
3. deild B
Gøta 14½
Rókur 14
Havnin 4 12½
Vestmanna 4 7
Unglingar
Klaksvík 12½
Rókur 10
Vestmanna 9½
Havnin 9
Sandavágur 7