Fótbóltur
Hevur spælari fingið spæliloyvi, er hesin at meta sum lógligur spælari. Tað vil við øðrum orðum siga, at fyriliggur einki spæliloyvi, so er spælarin ikki lógligur, og kann hann tá ikki taka lut í dystum í lands- ella steypakapping.
Í fýra síður drúgva svarinum, sum FSF mánakvøldið sendi HB, er hetta helst týdningarmestas niðurstøðan. Grundað á hesa - og vísandi til galdandi siðvenju - hevur FSF nevnliga gjørt av, at HB er dømt at tapa dystin móti VB/Sumba, sum varð spældur tann 25. mars. Og tað ber aftur við sær, at HB er koyrt úr kappingini um Løgmanssteypið á sama hátt, sum B36 og KÍ vórðu tað í fjør.
Knúturin
Ein gjøgnumgongd av málinum vísir greitt, at tað serliga er eitt mál, sum partarnir hava hug at trætast um.
Í svarskrivinum, sum HB hevur latið FSF, verður staðfest, at tá HB o g Páll M. Joensen skrivaðu undir nýggjan sáttmála, var leyslatingin frá NSÍ partur av teimum skjølum, sum vórðu send FSF.
»Leikarasáttmálin er komin aftur í góðkendum líki, men av einihvørjari grund hevur umsitingin hjá FSF ikki sent eitt formelt bræv afturat um leikaraloyvið&«
Soleiðis ljóðar staðfestingin í HB, sum við hesum at kalla flytir ábyrgdina - ella í øllum førum part av hesi - yvir á umsitingina í FSF. Eitt páhald, sum tó verður greitt afturvíst í svarinum, sum FSF hevur sent HB. Har verður nevnliga staðfest:
»Sambært leysgeving/Loyvisbræv skjalinum, sum fyriliggur í málinum, er alt, sum bendir á, at NSÍ hevur sent HB skjalið, og er skjalið dagfest 7. nov. 2005. Men av einihvørjari orsøk hevur HB ikki sent skjalið víðari til FSF«
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so hevur HB tikið avgerð um at kæra málið. Og tá verður tað helst fyrst og fremst hetta páhaldið, sum skal standa sína roynd.
Hartil førir HB eisini fram, at FSF í veruleikanum er ógegnligt at taka støðu í málinum. Hetta tí FSF er vorðið partur av málinum, tá teir við støði í grein 39 hava tikið hetta upp av sínum eintingum.
Prinsippið
Umframt hetta, so er eisini ein spurningur, hví málið varð mett somikið prinsipielt, at hetta varð beint í starvsnevndina til støðutakan.
Hóast trætumálini kanska ikki eru heilt tey somu, so er kjarnin í málinum júst tann sami, sum hann var tað í fjør, tá B36 og KÍ vórðu dømd at tapa dystir í steypakappingini. Nevnliga spæliloyvið.
Hóast mál um vantandi spæliloyvi ikki eru so fullkomuliga óvanlig innan FSF, so varð tað fyri einum ári síðani mett, at málið hevði stóran prinsipiellan týdning. Ikki minst, tí revsingin frá nøkrum síðum varð mett sum verandi alt ov hørð. Og tí bæði KÍ og B36 tá førdu fram, at tey sum so ikki høvdu nýtt »ólógligar« spælarar við ítróttarligum vinningi fyri eyga.
Og í veruleikanum hevur FSF eisini møguleika at nýta ávaring ella bót sum revsingar, ið ikki raka heilt so meint. Men staðfestingin fyri einum ári síðani var tó, at spæliloyvið er ein somikið grundleggjandi partur av fótbólti. Og tann staðfestingin varð eisini endurtikin av Dómsnevndini, tá avgerðirnar vórðu kærdar. Og sama siðvenja var eisini galdandi so seint sum í vár, tá hvørki Fram ella NÍF sluppu at halda fram í steypakappingini..
Tí kann tað vera eitt sindur ilt at skilja, at Kappingarnevndin aftur í ár valdi at leggja málið til starvsnevndina til støðutakan. Nakað sum kundi bent á, at Kappingarnevndin antin vil sleppa undan at taka støðu í málinum, ella at kappingarnevndin metir, at galdandi siðvenjan á økinum er ov hørð.