eina HM finalu. Tað var í 1998 tá hann vann hálvfinaluna ímóti V. Kramnik og sostatt átti at møta Kasparov í finaluni í talvsamgonguni sum Kasparov tá stóð á odda fyri. Tað kom klutur í samráðingar um t [...] teir fremstu í Fide HM. Finalan í Iran Shirov kann hann nú saman við Anand fara til Teheran, har finalan verður leikt í døgunum 20-26. desember. Seks talv skulu leikast, og verður javnt so verður telvað k [...] dømis út í langan umdyst við Alexander Khalifman, so langt at dysturin bleiv avgjørdur við snartalvi, sum Anand sjálvsagt vann. Shirov var í hvørjum dysti undan hálvfinaluni í umdysti, og tað tekur kreftir
Akureyri. Í Kanada lat fyrsti handilin upp í 1996, og har eru nú fýra handlar, meðan tann eini er í Havn. ? Eingin í Íslandi hevði roynt seg á hesum økinum, sum vit eru á, og vit fingu frið í nógv ár, tí [...] seg sum ein av fremstu vinnulívsmonnunum í Íslandi, hóast hann ikki er serliga stinnur í íslendskum. Teir leggja seg eftir at hava útreiðslurnar so lágar sum til ber. Tískil er tað ikki so fínt í handlunum [...] handilsketu í Íslandi, Kanada og Føroyum. Í fínum felagi Henda virðislønin varð latin á fyrsta sinni í 1996. Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur verður heiðraður. Við hesum er Jákup komin í fínt felag
Kairo var latin upp. Tað var við stórum spenningi, at farið varð upp í hetta bláa flogfarið, sum hálvanfimta tíma seinni skuldi seta meg av í Kario í Egyptalandi. Hesum søguríka býnum, sum so nógv er hoyrt [...] heldur enn í Havana ella niðri í miðjum Afrika var nakar sum helst trupulleiki at koma út. Uttan fyri farstøðina bíðar nýmótans bussur við øllum, sum teir best útgjørdu europeiksku bussarnir hava í dag. Hann [...] høvdu hesi kríatúrini í mongum førum langt síðan verið avlívað her hjá okkum, ella eigarin í besta føri settur í geglið fyri djóramishandling. Men ivaleyst verður ikki gingið so nógv upp í djóravælferð á teimum
enn allir jólabýirnir í SMS seinastu 23 árini tilsamans, eingin ivi um tað. Tað er gamla Jólamannin hjá Katrinu Christiansen í Havn vit tosa um ? hann sum altíð hevur staðið í sýnisglugganum hjá Katrinu [...] Heinesen búði í húsunum í Bringsnargøtu við familjuni. William Heinesen er føddur á loftinum. Í 1927 flytir Heinesen handilin oman í Vágsbotn, har Valdemar Lützen er í dag. Kolonialhandilin var har, sum Andreas [...] jólamannin Men í ár er Jólamaðurin ikki at síggja. Tí í ár hevur handilin hjá Katrinu Christiansen heldur einki at sýna fram í sýnisglugganum, sum aðrir handlar nú leiga frá Haldori, sum seinastu 50 árini
tilvild, tí hann skal koma í flotan fyri Rasmus Effersøe, sum N.J.Mortensen longu hevur, men sum nú verður lagdur. Enn er ikki gjørt av, um hann verður seldur, ella um roynt verður at finna aðrar útvgir fyri [...] Íslandi. Talan er um tolaran Haukur, sum nú kemur undir føroyskt flagg. Hetta er ein gamal kenningur í Føroyum, tí hetta er Snoddið, sum toftamenn áttu í síni tíð. Í umleið 1990 varð hann seldur til Íslands [...] roknað verður ikki við, at tað verður nakar trupulleiki. Ætlandi fer Rasmus Effersøe til fiskiskap um hálvan januar. Teir, sum mannaðu gamla Rasmus Effersøe flyta yvir á nýggja bátin. Og skipari verður Einar
ið hann hevur sýnt fram í millum ár og dag. Tróndur las miðskeiðis í sekstiárunum list í Danmark og fram til 1973 í Noreg. Síðani hevur hann havt framsýningar í Føroyum og úti í stóru verð og hevur eisini [...] verið íblástur. Í Oynni eru eisini myndir av hesum ferðum. T.d. myndarøðin Mobydick. So um onkrum suðuroyingi ikki eydnast at síggja augstin, sum liggur á sandinum í Hvalba í hesum døgum, so ber til at [...] Einaferð í sjeytiárunum hevði Tróndur Patursson framsýning í skúlanum í Vági. Nú hava suðuroyingar aftur møguleika at síggja list eftir Trónd Patursson. Fyri ári síðani lat upp Gallarí Oyggin á Tvøroyri
blóð sum drýpur frá teimum dripnu og sum klistrar til hendur og andlit og drápsvápn og sum tað ikki ber til at vaska burtur. Sum leikur frálíður verður bara meiri og meiri blóð, tað verður vassað í blóði [...] filminum hjá Laurence Olivier, sum einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum gekk upp á umgang í Havnini sum videoband. Eg og ein vinmaður høvdu eitt vikuskiftiskvøld ætlað okkum í býin, í Kaggan, men høvdu sett ?Henry [...] er tað neyðuga drápið. Tvinnir eru kostirnir og ... Søgugongdin fer í høvuðsheitum fram á nátt ? nett sum ein røtt marra ? og hon er kleimin av blóði. Øll verðin er tað bera blóð. Og tað er ikki í fluttari
er heitið á einari bók, sum kom út á Frimodts forlagi í 1973, og sipar rithøvundurin til tey bíbilsku boðini, sum á mangan hátt verður gingið ov lætt um nú á døgum. Víst verður á, at har eitt nútímans [...] tínum, hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Í okkara vælferðarsamfelag kann so mangt sníkja seg inn í okkara sinni, sum ger tað, at vit gloyma, hvør er Harrin í lívi okkara. Paulus nevnir eitt dømi: Búkurin [...] eingin skal ráða yvir mær, tað er ofta okkara hugsan. Men lívið lærir okkum, at so einfalt er tað ikki. Við lóg skal land byggjast, tað er ein aðaltáttur í okkara samfelagsskipan, og eftir teimum liva vit okkara
vansarnir eru. ? Fyri tað fyrsta hevur tað stóran týdning fyri eitt útjaðaraøki, sum Suðuroyggin er, at ein slík útbúgving verður løgd í økinum, tí tað skapar lív og vøkstur. ? Men tað kann eisini verða ógvuliga [...] útbúgvið fólk verður savnað á einum stað. ? Tað er rætt at spjaða útbúgvið fólk um alt landið, tí tað ger at útbúgvingarstøðið sum heild hækkar og gevur eitt betri útbúgvið fólk sum heild, og tað kann forða [...] skúlaleiðarin, Súsanne Høgh Olesen er ikki samd í, at tað hevði verið so stórur fyrimunur at lagt skúlan í Havn, heldur tvørturímóti ? Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur, at skúlin liggur uttanfyri
krónur í kassan hjá Bileftirlitinum, sum hevur umsitið koyrikortini síðani tey nýggju komu. Tað kostar nevniliga 250 krónur at skifta koyrikortið, hóast tað stendur á gamla koyrikortinum, at tað er galdandi [...] fyri at skifta tað út. Hin møguleikin hevði verið, at tað varð rindað yvir skattin, men hetta hevði verið órættvíst fyri tey, sum ikki hava brúk fyri tí. Tað er ikki rætt, at gamla konan í Svínoy skal rinda [...] Bileftirlitinum halda tey tað ikki vera órættvíst, at tú sum bilførari skalt rinda fyri at fáa skift ógildaða koyrikortið út við eitt nýtt gildugt koyikort. ? Tað mugu vera tey, sum hava brúk fyri at skifa