William Shakespeare: Macbeth. Sorgarleikur
í 5 pørtum. Axel Tórgarð týddi. Stiðin 122 bls.
Teir flestu leikirnar hjá Williami Shakespeare havi eg ikki sæð á palli. ?Hamlet? fær meg at hugsa um Illustrerede Klassikere nummar 4 ? haldi eg ? sum eg las sum smádrongur, og ?Macbeth? fær harðrendar myndir úr filminum hjá Roman Polanski at fara ígjøgnum hugan: heksirnar og so tað avhøgda høvdið, sum fer bóltandi oman eftir trappuni. ?Romeo og Julia? er eitt summar í Århus, har eg spældi sjavs í summarsólini og uppímillum las Shakespeare, meðan ?Othello? fyrst og fremst er operan hjá Verdi. Tann størsta upplivingin av øllum er knýtt at ?Henry V?, filminum hjá Laurence Olivier, sum einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum gekk upp á umgang í Havnini sum videoband. Eg og ein vinmaður høvdu eitt vikuskiftiskvøld ætlað okkum í býin, í Kaggan, men høvdu sett ?Henry V? á avspælarin, meðan vit fingu okkum ein javnara. Tað skuldu vit aldrin havt gjørt. Vit sóu allan tann drúgva filmin, hann man tátta í tveir og ein hálvan tíma, og tá ið hann var liðugur, sóu vit hann umaftur. Tað bleiv eingin Kaggi ta náttina, og eg haldi, at tað sigur ikki so lítið um styrkina í leikunum hjá Shakespeare ? leikstjórnin og spælið hjá Laurence Olivier eiga eisini sín stóra lut ? at tveir ungir mans, sum vóru altráir eftir at fara í býin at skemta sær, heldur sótu og sóu ?Henry V? ? ikki bara einaferð, men tvær reisir.
Mínar upplivingar við Williami Shakespeare eru sostatt í høvuðsheitum lesnaður og filmir. Tað sama er galdandi fyri Henrik Ibsen, sum mær dámar betur at lesa enn at hyggja at. Kortini dámar mær han væl sum útvarpsleik. Tá ið tað snýr seg um August Strindberg, er tað øðrvísi. Sjónleikirnar hjá honum dámar mær serdeilis væl at hyggja at, betur enn at lesa teir.
Við hesum innganginum, sum er um at villast av leið inn í tað persónliga, vil eg bert siga, at summar leikir vil eg heldur lesa enn at síggja spældar, og at hetta í stóran mun er galdandi fyri Shakespeare.
Ein streymur av blóði
?Macbeth? er deyði, dráp, svik, morð og alt ilt litað av blóði frá byrjan til enda. Herovastin Macbeth hevur bast einum uppreistri, og skotski kongurin Duncan hálovar honum. Úti á heiðinum hevur hann hitt tríggjar heksir, sum rógva fram undir, at hann kann gerast kongur ? og so slepst sjálvsagt ikki undan, at hann má gerast kongur. Lady Macbeth spottar og eggjar hvørt um annað, til hann hevur framt níðingsgerðina og myrt sín kong. Men um somu tíð, sum tann persónliga skipanin fer í sor, oyðilegst eisini samfelagsskipanin og øll skipan yvirhøvur. Tað ónda er við frá byrjan (heksirnar), og tað fær vald, um menniskini loyva tí. Stríðið stendur ímillum gott og ilt, himmal og helviti, skipan og kaos, ljós og myrkur.
Tað, sum fer fram í ?Macbeth?, er ein marrudreymur og líka so ræðandi og lemjandi sum ein tílíkur. Leikur er ikki vunnin, tá ið ?Macbeth? hevur myrt Duncan kong, hann má halda fram: hann má drepa vitnir, fólk, ið hava illgruna til, hvat ið er farið fram, konur og børn teirra, vinfólk hjá hesum og at enda má hann drepa øll, tí øll eru ímóti honum.
Tað, sum kanska einahelst ger, at illgerðirnar nerva lesaran, er, at tær kennast persónligar. Macbeth ger sjálvur av ? væl og virðiliga stuðlaður av konuni ? at hann vil verða kongur, og so er bara ein leið: drápið, og tað verður framt við egnum hondum. Macbeth drepur sjálvur Duncan. Macbeth drepur kong, tí hann ikki kan hava virðing fyri einum Macbeth, ið ikki torir at drepa kong. Men tann Macbeth, ið hevur myrt, kann ikki góðtaka tann Macbeth, ið hevur myrt. Macbeth myrðir fyri at sleppa undan marruni, meðan marran nettupp er tað neyðuga drápið. Tvinnir eru kostirnir og ...
Søgugongdin fer í høvuðsheitum fram á nátt ? nett sum ein røtt marra ? og hon er kleimin av blóði. Øll verðin er tað bera blóð. Og tað er ikki í fluttari merking, men blóð sum drýpur frá teimum dripnu og sum klistrar til hendur og andlit og drápsvápn og sum tað ikki ber til at vaska burtur. Sum leikur frálíður verður bara meiri og meiri blóð, tað verður vassað í blóði. Søgan er um tey, sum drepa og tey, sum verða dripin. ?Macbeth? leggur fyri við einum blóðbaði og endar við einum.
Fyri Macbeth eru lívið og deyðin eins høpisleys, tilveran er absurd, og tað einasta, sum er at gera, er at drepa so nógv livandi, áðrenn tú sjálvur verður avhøvdaður ? í hesum føri bókstaviliga.
Liðiligur hamur
Týðingin hjá Axel Tórgarð av ?Macbeth? er bæði smidlig og livandi og sostatt lættlisin. Hartil vildi eg hildið, at hon er munnbær hjá leikarum á palli. Sjálvsagt ber tað ikki til at fáa øll rímini hjá Shakespeare við yvir í føroyskt
? t.d. Macbeth/death ? men í teimum førum, har eg havi samanborið týðing og upprunatekst, er Tórgarð í flestu førum sloppin óvanliga væl frá sínum setningi. Onkustaðni haldi eg kortini, at hann fer eitt sindur skeivur ella kundi havt valt øðrvísi.
Eftir prologin við heksunum verður lagt fyri soleiðis: What bloody man is that? ? Nú! Hvør er hasin særdi? Tað kemur minni enn so tað sama fram á føroyskum sum á enskum. Inngangsorðini eru rættiliga avgerandi, akkurát tí tað verður svomið í blóði leikin á tamb. Fyri lesaran hevði tað verið frægari at fingið blóðið í ljósmála, (t.d.: Hvør er hasin blóðuti?), enn at royna at varðveita eina rytmu, sum Shakespeare kortini veik frá, tá ið tað hóvaði honum.
Einastaðni sigur týðingin tað øvugta av upprunatekstinum. Spurt verður, um ikki herovastarnir gjørdust ræddir, tá ið Noregskongur legði upp í stríði. Í føroysku týðingini er tað blivið til: ?Tá ræddust okkar høvuðsmenn, Macbeth og Banquo?? Tískil fær svarið, ?Ja, sum spurvur ørn og haran ljón!?, merkingina, at teir blivu líka ræddir sum spurvur og hara og ikki líka lítið sum ørn og ljón.
Viðmerkingarnar eru rættiliga tilvildarligar, bæði ov fáar og ov nógvar. Ov fáar til at tær í størri mun hjálpa lesaranum og ov nógvar, tí mangar av teimum eru so hissini, at óteljandi aðrar kundu verið ístaðin. Eitt lítið aftrat er tey fáu førini, har týðarin føroyskar nøvnini. Lady Macbeth verður til Frú Macbeth og Siward verður Sívar. Hetta er púra óneyðugt.
Samanumtikið er ?Macbeth? ein tann størsta lesiupplivingin á føroyskum í heyst ? kanska tann størsta ? og bæði týðari og forlag eiga tøkk uppiborna fyri triðju Shakespeare týðingina á rað.