Tróndur og Blálýsi í Oynni

Fyri fyrstu ferð, síðani einaferð í sjeytiárunum, sýnir Tróndur Patursson fram list sína í Suðuroynni. Á Tvøroyri er frálíkt framsýningarhøli, nevnt Gallarí Oyggin, og her hava suðuroyingar møguleika at njóta nakað av málninga- og glaslist eftir listamannin úr Kirkjubø


Einaferð í sjeytiárunum hevði Tróndur Patursson framsýning í skúlanum í Vági. Nú hava suðuroyingar aftur møguleika at síggja list eftir Trónd Patursson. Fyri ári síðani lat upp Gallarí Oyggin á Tvøroyri, og her lat Tróndur upp sýning tann 21. desember.

Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og mong listafólk hava sýnt fram har, síðani latið varð upp.


Vatnkenslan

Tróndur sýnir fram 24 verk. Talan er um glaslist og málningar, umframt prentlist.

Sýningin kallast Blálýsi og blátt er eitt slag av felagsnevnara í listini hjá Tróndi á sýningini ? bæði innan máling og glas.

Tróndur segði í stuttari røðu, tá sýningin lat upp, at hann t.d. heldur enn fjallið sjálvt, tekur spegilsmyndina í vatninum av fjallinum, tí so verður fjallið blátt. Tróndur samanbar tað at búgva í Føroyum, við at búgva á einum boriplattformi. Vit síggja altíð vatn. Hann nevndi eisini, at danir hava sagt um listina hjá Tróndi Patursson, at talan er um vandfølelse ? vatnkenslu.

Málningarnir hjá Tróndi eru sokallaðir tempara. Blátt og svart og serstaka málingin ger, at tað bláa líkasum treingir seg fram, lýsir sjálvt, og skapar dýpt og rúm.

Tróndur fegnaðist um nýggju hølini á Tvøroyri. Hann helt vera gleðiligt, at møguleiki er at sýna fram í Suðuroynni og fegnaðist um at vera aftur. Hølini metti hann ikki standa aftanfyri mong av teimum hølum, ið hann hevur sýnt fram í millum ár og dag.

Tróndur las miðskeiðis í sekstiárunum list í Danmark og fram til 1973 í Noreg. Síðani hevur hann havt framsýningar í Føroyum og úti í stóru verð og hevur eisini ferðast víða á spennandi ferðum, ið eisini hava verið íblástur.

Í Oynni eru eisini myndir av hesum ferðum. T.d. myndarøðin Mobydick. So um onkrum suðuroyingi ikki eydnast at síggja augstin, sum liggur á sandinum í Hvalba í hesum døgum, so ber til at leita sær í Gallarí Oynna at síggja Moby.