Hann hevur glett manga barnasálina í Havn seinastu nógvu árini. Børn frá 90?unum kenna hann, børn frá 80?unum kenna hann, børn frá 70?unum kenna hann, børn frá 60 kenna hann?
Hann hevur glett fleiri barnasálir enn allir jólabýirnir í SMS seinastu 23 árini tilsamans, eingin ivi um tað.
Tað er gamla Jólamannin hjá Katrinu Christiansen í Havn vit tosa um ? hann sum altíð hevur staðið í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen. Hann, sum so trúgvur tók telefonina, tá fólk ringdu og søgdu, hvat børnini skuldu hava í jólagávu.
Eingin jól uttan Jólamannin
Jól vóru ikki í Havn, fyrr enn Jólamaðurin sást á Áarvegnum. Hitt týðuliga boðið um jólini var jólatræið á Vaglinum - og pyntaðu handilsgluggarnir annars.
Barnagarðar og skúlaflokkar gingu túr oman á Áarvegin ? bara fyri at heilsa upp á jólamannin
Men í ár er Jólamaðurin ikki at síggja. Tí í ár hevur handilin hjá Katrinu Christiansen heldur einki at sýna fram í sýnisglugganum, sum aðrir handlar nú leiga frá Haldori, sum seinastu 50 árini hevur rikið handilin, ið ber navnið hjá móður hansara, Katrinu Christiansen.
Nei, Haldor veit ikki so nógv at siga um jólamannin.
? Eg keypti hann einaferð frá Esmar Hansen, eg minnist ikki rættuliga nær, sigur Haldor, sum kortini heldur, at tað hevur verið í fimmti- ella fyrst í sekstiárunum.
Bróðursonur og hjálparmaður hansara, komandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, leggur afturat, at Haldor so bestemt hevur keypti hann brúktan.
Teir vita ikki rættuliga um aldurin at siga, men hann er gamal ? og hann er slitin.
Vit báðir, myndamaðurin, fáa lykilin til húsini hjá Angeliku ? tað eru húsini hjá ommu Jonu Henriksen niðri á Áarvegnum, sum Haldor seinastu 30-40 árini hevur havt sum sýnisglugga ? tey gomlu húsini, sum standa millum Blákolluna og húsini hjá Per á Sjómansheiminum.
Sum gandur fyri barnasálina
Í einum króki stendur, ella rættari hongur Jólamaðurin niður yvir borðið. Hvør skal siga: Eg orki ikki meira?
Øll minnast, hvussu avanseraður Jólamaðurin var. Hann sat ikki bara stillur sum ein dukka. Nei, hann var livandi: Hann sat við borðið - við telefonini. Reistist við jøvnum millumbilum, strekti armin, settist aftur, og skrivaði niður.
Bara hetta í sjálvur sær var fantastiskt ? hetta var næstan gandur fyri barnasálina.
Ellin er eyðsædd, tá vit hitta Jólamannin. Inni í honum er bjølgur, sum varð blástur upp, hvørja ferð hann reistist. Blásarin er langstíðani steðgaður, men hin bróðursonurin hjá Haldori, Viggo, hevur biksað okkurt saman, so Jólamaðurin við hjálp av einum gomlum Nilfisk-dustsúgvara, einum rele og nøkrum luftslangum hevur kunna reist seg síðstu árini. Hetta er so orsøkin til, at hann ikki hevur verið líka fattur, sum hann var, tá vit vóru børn!
Sæð frægari tíðir
Handilin hjá Katrinu Christiansen í Bartskersstovu í Bringsnargøtu er ein gamal handil. Fyrr var hetta handilin hjá Zacharis Heinesen, sum longur afturin í tíðini var handilin hjá verfaðir hansara, A. W. Restorff.
Zacharias Heinesen búði í húsunum í Bringsnargøtu við familjuni. William Heinesen er føddur á loftinum.
Í 1927 flytir Heinesen handilin oman í Vágsbotn, har Valdemar Lützen er í dag. Kolonialhandilin var har, sum Andreas í Vágsbotn er í dag, og klædnahandilin har, sum Valdemar Lützen hevur postalínshandilin.
So eyðsæð er, at handilin hjá Katrinu Christiansen, ið er tann seinasti, har keypt verður um skivuna, hevur sæð frægari dagar. Nýggjar tíðir seta nýggj krøv, og fólk vilja heldur keypa í stórum handlum við nógvum vørum ? handlum, sum hava stórar jólabýir, sum hugtaka bæði vaksin og børn.
Men eingin jólabýur fer nakrantíð at hugataka so nógv og so leingi, sum Jólamaðurin á Áarvegnum!