Nú á døgum er tað ikki oftani, at tað koma nýggj skip í føroyska fiskiflotan. Fíggjarliga úrslitið av fiskiskapi er so mikið vánaligt, at næstan ongin hættar sær undir eina rættiliga endurnýgging. Men tað er ein sannroynd, at tað er eisini ein endurnýgging at skifta gomul skip út við nýggjari skip.
Og nú, beint fyri jól, kom ein nýggjur trolari til landið.
Tað er Niels J. Mortensen á Tvøroyri, sum nú hevur keypt trolara úr Íslandi. Talan er um tolaran Haukur, sum nú kemur undir føroyskt flagg.
Hetta er ein gamal kenningur í Føroyum, tí hetta er Snoddið, sum toftamenn áttu í síni tíð. Í umleið 1990 varð hann seldur til Íslands, men nú er hann so keyptur aftur til Føroya.
Haukur er djúpvatnstrolari og tað er júst hetta, sum hann skal brúkast til, nú hann er komin til Føroya.
Gudmund Mortensen á Tvøroyri sigur, at nú Haukur er keyptur til Tvøroyrar, skal hann eita Rasmus Effersøe. Og tað er ikki av tilvild, tí hann skal koma í flotan fyri Rasmus Effersøe, sum N.J.Mortensen longu hevur, men sum nú verður lagdur. Enn er ikki gjørt av, um hann verður seldur, ella um roynt verður at finna aðrar útvgir fyri at varðveita hann í flotanum. Men fiskiloyvið er so farið til tann nýggja bátin.
Nýggi Rasmus Effersøe er nú á Skipasmiðjuni á Skála, har botnurin verður sýnaður, áðrenn keypið er heilt endaligt.
Men báturin er í góðum standi og roknað verður ikki við, at tað verður nakar trupulleiki. Ætlandi fer Rasmus Effersøe til fiskiskap um hálvan januar. Teir, sum mannaðu gamla Rasmus Effersøe flyta yvir á nýggja bátin. Og skipari verður Einar Hammer, sum hevur verið skipari á Rasmus Efferøe øll árini.
Nýggjari og betri
Gudmund Mortensen sigur, at hesin nýggi Rasmus Effersøe er munandi betri enn tann gamli.
Fyri tað fyrsta er gamli Rasmus bygdur í 1963, og er sostatt 37 ára gamal. Hann varð upprunaliga bygdur til línuskip, men varð umbygdur til trolara og fekk stórar ábøtur í 1985.
Nýggi Rasmus er bygdur í 1984 og er sostatt ikki meiri enn 16 ára gamal. Hann er somuleiðis nógv betri innrættaður á dekkinum og spølini eru effektivari. Hann er eisini eitt sindur breiðari enn gamli Rasmus Effersøe.
Hesin nýggi Rasmus Effersøe kostar 16,5 milliónir. Gudmund Mortensen ásannar, at hetta er nógvur peningur, men gongur tað hampiligt við fiskiskapinum, skuldi tað borið til, sigur hann. Eitt nú skuldi útreiðslurnar til viðvíkahald blivið væl minni.
Annars hevur árið í ár roynst hampiligt hjá gamla Rasmus Efferøe. Hann hevur avreitt fyri einar 12 milliónir, men hann hevur kravt stórar ábøtur í ár, so úrslitið kundi verið frægari.










