Fleiri túsund hava ógildugt koyrikort

Bileftirlitið hevur gjørt av, at gomlu pappírskoyrikortini ikki longur eru gildug. Tí skuldu øll við gomlum koyrikorti áðrenn 1. januar rinda 250 krónur fyri at skifta tað út við nýtt plastikkort. Men enn koyra fleiri túsund uttan gildugt prógv

 

15.000 føroyingar hava higartil skift ljósareyða danska pappírskoyrikortið út við eitt nýtt føroyskt ES-koyrikort úr plasti.

Fyri hetta hava teir 15.000 bilførararnir higartil rindað 3.750.000 krónur í kassan hjá Bileftirlitinum, sum hevur umsitið koyrikortini síðani tey nýggju komu. Tað kostar nevniliga 250 krónur at skifta koyrikortið, hóast tað stendur á gamla koyrikortinum, at tað er galdandi fleiri ár fram í tíðina, og hóast tú ikki ert dømdur at missa koyrikortið.

Hetta er helst ein av orsøkunum til, at tað enn eru millum 2.000 og 5.000 føroyskir bilførarar, ið vanta at skifta út koyrikortið. Tað ber ikki til at fáa eitt neyvt tal yvir, hvussu nógvir bilførarar ikki hava skift koyrikort, tí yvirlitið hjá Bileftirlitinum yvir gomlu koyrikortini er ikki so gott. Men Bileftirlitið staðfestir kortini omanfyri nevnda tal.


Brúkarin skal rinda

Á Bileftirlitinum halda tey tað ikki vera órættvíst, at tú sum bilførari skalt rinda fyri at fáa skift ógildaða koyrikortið út við eitt nýtt gildugt koyikort.

? Tað mugu vera tey, sum hava brúk fyri at skifa út koyrikortið, ið rinda fyri at skifta tað út. Hin møguleikin hevði verið, at tað varð rindað yvir skattin, men hetta hevði verið órættvíst fyri tey, sum ikki hava brúk fyri tí. Tað er ikki rætt, at gamla konan í Svínoy skal rinda fyri eitt koyrikort, hon ikki hevur brúk fyri, sigur Bjarni Sørensen á Bileftirlitinum.

Bjarni Sørensen sigur, at Bileftirlitið hevur roknað upp á prísin fyri at skifta koyrikortið í sambandi við, hvat hetta kostar í umsiting hjá Bileftirlitinum. Niðurstøðan er, at prísurin er á góðari leið, staðfestir hann.

Er roknistykkið hjá Bileftirlitinum rætt, mugu vit staðfesta, at nýggja koyrikortið hevur verið ein dýrur umsitingarligur umgangur hjá hesum almenna efirlitsmyndugleika. Higartil hava 15.000 fólk rindað 3.750.000 krónur fyri at skifa koyrikortið, og um 3.000 vanta at skifta út kortið, skulu koyrikort skiftast fyri 750.000 krónur afturat. Tað vil siga, at koyrikort skulu skiftast fyri í minsta lagi 4,5 milliónur krónur, áðrenn allir føroyingar við gomlum donskum koyrikorti hava fingið nýtt føroyskt ES-koyrikort. Og samsvarar hetta við umsitingarliga kostnaðin hjá Bileftirlitinum, hevur tað kostað meira enn 4 milliónir bara at skifta út gomlu koyrikortini.


Kann gerast dýrari

Ert tú ein av teimum mongu føroyingunum, sum enn ikki hevur rindað fyri at dagføra koyrikortið, kann hetta gerast ein dýrur smeitur fyri teg. Gamla koyrikortið hevur ikki longur gildi sum prógv um, at tú hevur loyvi at koyra bil. Tí fært tú bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á tær, verður tú steðgaður av løgregluni og vísir fram eitt av gomlu koyrikortunum.

? Hóast tú ikki hevur skift koyrikortið út, merkir tað ikki, at tú ikki longur hevur loyvi at koyra bil og tískil kann takast fyri at koyra uttan loyvi. Trupulleikin er bert tann, at tú hevur ikki prógv fyri, at tú kanst koyra bil, og tað fært tú bót fyri, sigur Bjarni Sørensen frá Bileftirlitinum.

Bíðitíðin at fáa nýtt koyrikort er í løtuni drúgv, men tey, ið venda sær til Bileftirlitið ella eina av løgreglustøðunum kunnu fáa eitt fyribils koyriloyvi, til tey fáa nýggja koyrikortið.