Síðani avgerðin varð tikin um at stovnað nýggja almanna- og heilsuskúlan, hevur ein stórur partur av kjakinum snúð seg um, hvat hann skal vera.
Nógv halda, at tað er ein stórur fyrimunur, at hann liggur í Havn, tætt uppat sjúkrastystraskúlanum, tí so kunnu báðuir skúlarnir brúka felags hentleikar, útgerð og lærarar.
Men hann er so endaður á Tvøroyri. Og skúlaleiðarin, Súsanne Høgh Olesen er ikki samd í, at tað hevði verið so stórur fyrimunur at lagt skúlan í Havn, heldur tvørturímóti
? Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur, at skúlin liggur uttanfyri Havnina, sigur hon
Hon sigur, at sjálvsagt sær hon eisini fyrimunir við, at almanna- og heilsuskúlin lá tætt við sjúkrasystraskúlan í Havn.
? So kundu vit havt verið felags um mangt og hvat, eitt nú felags tíðarrit, bøkur, ella fyrilestrar.
Tá ið vit liggja so langt burtur, er tað trupult at hava nakað felags við Sjúkrasystraskúlan.
Men hon heldur, at fyrimunirnir við at hava skúlan uttanfyri Havnina, eru nógv størri enn vansarnir eru.
? Fyri tað fyrsta hevur tað stóran týdning fyri eitt útjaðaraøki, sum Suðuroyggin er, at ein slík útbúgving verður løgd í økinum, tí tað skapar lív og vøkstur.
? Men tað kann eisini verða ógvuliga læruríkt og gevandi fyri næmingarnar, sum nógvir koma úr miðstaðarøkinum, at teir koma til ein útjaðara og síggja, hvussu viðurskiftini eisini kunnu vera.
? Harafturat eru samskiftismøguleikarnir sera góðir nú á døgum og eitt nú eru fleiri av tíðarritunum á alnetinum. Og skuldi tað verið, er fjarundirvísing eisini ein møguleiki.
Men Susanne Høgh Olesen heldur, at tann størsti fyrimunurin við at skúlin er lagdur uttanfyri Havnina, er júst tann, at hann er langt vekk frá sjúkrasystraskúlanum.
Hevði skúlin verið í Havn, beint við sjúkrasystraskúlanum, hevði tað verið stórur vandi fyri, at hann so við so við, spakuliga smeltaði uppí sjúkrasystraskúlan so at munurin ímillum teir varð viskaður burtur.
? Og tað haldi eg, hevði verið ein vansi fyri hendan skúlan, tí hetta er ikki ein útbúgving undir sjúkrasystraskúlanum. Hetta er ein heilt øðrvísi útbúgving, ið er ein sjálvstøðug útbúgving. Tað einasta, vit hava felags við sjúkrasystraskúlan, er skúlastjóran, sigur Susanne Høgh Olesen.
Hon heldur eisini, at tað er ein vansi fyri eitt samfelag at miðsavna alt útbúgvið fólk á einum stað.
? Tað hevur sera stóran týdning í einum landið, sum er so spjatt út á fleiri oyggjar, at ikki alt útbúgvið fólk verður savnað á einum stað.
? Tað er rætt at spjaða útbúgvið fólk um alt landið, tí tað ger at útbúgvingarstøðið sum heild hækkar og gevur eitt betri útbúgvið fólk sum heild, og tað kann forða fyri, at útjaðarin fánar burtur, sum frálíður.