fólk høvdu lagt stóra orku í hetta verk. Í kórinum vóru fólk úr flestu bygdum í Eysturoynni, einir átta sangarar úr Klaksvík, umframt aðrastaðni ? sangararnir vóru einir 70 í tali. Tónleikararnir komu úr [...] Verkið hjá Jóhan Mortensen er gjørt í trúskapi móti tekstinum í 33. sálma hjá Davidi. Ein songsongur í nýggjum hami er skaptur við kórverkinum hjá honum, sum sameinir røddir og ljóðføri á høgum musikalskum [...] ivi er í mínum hugaheimi, at talan var um nakrar av bestu sangarum og tónleikarunum, vit hava í landinum, sum vóru við til at framføra verkið hjá Jóhan Mortensen. Hvar hann sjálvur kemur at standa í føroyska
eftir hvat fyrigongur í toppinum í føroyskum politikki! Tá kreppan rakti okkum føroyingar fyrst í 1990?unum rakti hon serliga sunnaru helvt at Suðuroynni og so alla Sandoynna, tí í hesum økjum vórðu fi [...] fingu stuðul í samsvar við Sandoyarætlanina og søkt var tí um stuðul. Í fyrstu syftu vísti tað seg, at ongir trupulleikar vóru at fáa stuðul til at menna flakaframleiðslu í sunnara helmingi í Suðuroy. Menn [...] árræði og fleiri vóru teir sum tóku seg saman fyri at skapa nøkur abreiðspláss her í sunnaru helvt í Suðuroy. Hetta var í teirri tíð tá Heilsufrøðisliga starvsstovan setti so ræðuliga hørð krøv fyri at virkini
senda fólk til Íslands. Í pengum snýr tað seg um 225.000 krónur um árið, ið 20 fólk njóta væl av, sigur Leivur Guttesen. Eingin húðlækni Í løtuni er eingin húðlækni í starvi í Føroyum, men eina ferð um [...] Psoriasisfelagið er eitt ógvuliga virkið felag. Í høvuðsheitum snýr arbeiðið í felagnum seg um at bøta um umstøðurnar hjá teimum uml. 1400 fólkunum í Føroyum, ið hava hesa sjúkuna. Umframt veitir felagið [...] viðgerðarmøguleikar. Felagið varð stovnað í 1985 og hevur í dag 250 limir. Hóast orkan hjá felagnum er avmarkað hevur tað nógv stríðsmál, og tað sum stendur ovast á skránni í hesum døgum, er at fáa landsins m
stjørnunum í FCK. Við eitt lítið borð í forhøllini við útsýni útyvir svimjihylin uttanfyri KB-høllina. Prátið snýr seg um fyrstu 10 mánaðirnar í FCK, um at ganga við einum óneyðugum skaða í næstan trý [...] 1997 sum skuldi verða lopið út í europeiskan fótbólt, gjørdist til eitt lop úr lítla Lyngby til stóra FCK. Todi fór úr bláu troyggjuni hjá Lyngby og í tí hvítu hjá løvunum í FCK, men Keypmannahavnarumráðið [...] gingið upp og niður í FCK. Byrjanin var góð og Todi stóð seg betur enn tey mest bjartskygdu høvdu væntað, men so kom kendasti føroyski lúskuskaðin aftur í vegin. Nú eftir skaðasteðg í fýra mánaðir, eina
tað í advokatvirki mínum. Tað, at tú ert politiskt aktivur ger kanska, at fólk uppfata teg, sum ert tú ikki neutralur. Tey hava kanska ikki álit á tær, tá tey skulu søkja sær hjálp og ráðgeving í løg [...] innanhýsis í flokkinum fær hugin at koppa tann vegin, at nú var nóg mikið. Hugurin at luttaka í politikki er minkaður í stórum, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur tað vera lítið hugaligt at luttaka í einum flokki [...] er tað eisini ein spurningur, um tað svarar seg fíggjarliga, at leggja stilt, fyri at vera í politiskum arbeiði í fýra ár. Tað er tí ein spurningur, hvussu nógv eg vil ofra meg á politiksa viðvøllinum
aðra loysn, men á miðdegi í gjár var onki klárt. Ein loysn, sum varð kannað, var at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini leygardagin og lata hann fara til Skotlands. Men á miðdegi í gjár var onki svar komið [...] Men eftir, hvat skiltist var tann møguleikin sleptur, tí veðrið varð so ringt, at fiskurin hevð í ?verið í knúsi? umborð einum trolara. ? Tann avgjørt frægasta loysnin hevði verið Smyril, tí hann siglir [...] fiskaútflutningi hevur verið fyri, søgdu útflytarar fyri Sosialin í gjáramorgunin. Teir siga at páskavikan er tann besta feskfiskavikan í øllum árinum, og tí er tað ein ólukka av dimensjónum, at slíkt kann
og russarin Andrei var í álopinum. Saman við hesum vóru Jan Petersen og Mannbjørn Nesá í borðunum, Edmund Jacobsen í miðverjuni, Jákup Eli Olsen á miðvøllinum og Øssur Jacobsen í álopinum. Jóhannes Danielsen [...] Dan Djurhuus og Mikael í Lágabø vóru eftir har suðuri. Frammanfyri Bjarna Johansen vóru Eyðun Kjærbo, Marner Richard og Bergur Winther, í borðunum vóru Jón Gærdbo og Petur Olaf í Lágabø, á miðvøllinum vóru [...] pláss. Sammett við í fjør, so var meiri enn helmingurin av spælarunum, ið vóru á vøllinum sunnudagin, nýggjur. Magnus Poulsen var í málinum, Niels Poulsen og Sámal Erik Hentze vóru í miðverjuni, Øssur Hansen
fótbóltsspælið í ár. Allir dystirnir í bólkaumfarinum vórðu fingnir frá hondini um vikuskiftið, men tað var um reppið, at onkrir vórðu avlýstir. Orsøkin var, at Strandferðslan setti Pride í suðuroyarsiglingina [...] vita fyrrrapartin sunnudagin, at vit fóru ongan veg. Klokkan tíggju minuttir í tólv fekk eg boð um, at vit skuldu møta í Froðba í fótbóltsklæðum og við ongum ferðagóðsi klokkan hálvgum eitt. Eg var fyrsti [...] lingina í staðin fyri Smyril. Vágbingar vildu ikki brúka henda fartin norður um fjørðin, og teir heittu á Fótbóltssambandið at broyta skránna, soleiðis at VB og Royn spældu har suðuri og GÍ og B68 norðanfyri
krøvini. Í hesum føri er fiskurin ikki komin fyrrenn í gjáramorgunin. Tvs, at nógvir komu at liggja innibrendir við fiskinum. Ella vit mugu tosa um stóran avsláttur í prísinum. Men í øllum førum [...] á teimum, sum vit í mangar mátar meta sum annanfloks borgarar í triðja heiminum. Heldur páskaliljur enn fisk Útflutningsstjórin í Frederiksværk Åleeksport heldur, at hetta botnar alt í hugburðinum til tað [...] fiskakeyparum runt um í Evropa, sigur Jóannes Martin Hansen, sum er útflutningsstjóri hjá Frederiksværk Åleeksport. Martin Hansen keypir nógvan fisk úr Føroyum, og selur hann víðari suðuri í Evropa. Hann sigur
setur hann umsíðir í munnin og festir sær í. Tubaksroykurin flýtur út í høli, og hann andar djúpt inn av sigarettini. Fyrstu ferð sum 15-ára gamal Jørgen Dahl vaks upp í Klaksvík í 60?unum, og tónleikurin [...] buldrandi succes í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har teir savnaðu 2000 fólk til eina rimmar konsert. Við hesi staðfesting av, at teir vóru nógv tann best umtókti bólkurin í Føroyum, í skjáttuni, arbeiddu [...] veruliga rockbólkinum í Føroyum. Og punktumið kom at standa fyri alla tíð. Við einum undantaki. Í 1990 vóru Straight Ahead við á tiltiknu 70?ara konsertini, sum var í KÍ-høllini í Klaksvík. 1600 fólk lurtaðu