33. sálmur ein sann- hjartaður lovsongur

Ummæli

Verkið hjá Jóhan Mortensen er gjørt í trúskapi móti tekstinum í 33. sálma hjá Davidi. Ein songsongur í nýggjum hami er skaptur við kórverkinum hjá honum, sum sameinir røddir og ljóðføri á høgum musikalskum støði, og sum hevði frumframførslu í Fríðrikskirkjuni á Toftum.


Tað var við ómetaligu stórum spenningi, eg hevði leitað mær til konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og orsøkin var heilt einføld eisini hon, at eg fríggjadagin undan hevði lurtað eftir eini samrøðu í útvarpinum við tónasmiðin.

Hann greiddi siðiliga frá kórverkinum. Eg helt hann vera lítillatnan, har var í hvussu er einki reyp, og eg hevði kensluna av, at hetta var eitt av teimum kórverkum, sum skuldu upplivast.

Fríðrikskirkjan var stúgvandi full av fólki og tað var týðuligt, at tey vóru líka forvitin eftir at lýða á kórverkið sum undirritaði.

Tað sæst beinanvegin, at tónasmiðurin og kórleiðarin og hansara fólk høvdu lagt stóra orku í hetta verk. Í kórinum vóru fólk úr flestu bygdum í Eysturoynni, einir átta sangarar úr Klaksvík, umframt aðrastaðni ? sangararnir vóru einir 70 í tali.

Tónleikararnir komu úr Føroya Symfoniorkestri. Eg meini at eg taldi 15 tónleikarar, sum luttóku í kórverkinum. Teir, sum stóðu í yvirlitinum, vóru hesir: Kenneth Jones og Ólavur Olsen, trompetduo, Andrea Heindriksdóttir, floytu, Bjarni Berg, klarinett, Anja Hansen, klaver og sangsolistur var Eivør Pálsdóttir.

Hvussu tað hevði eydnast at samla eitt so stórt vælalið av sangarum og tónleikarum, dugi eg ikki at meta um, men lítil ivi man vera um, at hesin parturin av arbeiðinum hevur kravt stóra arbeiðsorku.

Áðrenn kórverkið var framført sang Manskórið á Skálafjørðinum nakrar fosturlandssangir, sum settu sín serliga dám á konsertina. Tríggir av teimum høvdu lag eftir H. J. Højgaard: »Fagurt ert tú, fosturlandið«, »O, móðurlandið! Eg elski teg« og »Tá ið teir sóu landið«.

Jónsvein Bech, prestur, hevði andaktina, hann las m.a. 33. sálm hjá Dávid upp, og tá so kórið og tónleikararnir aftan á bønina hjá presti gjørdu seg til reiðar, høvdu áhoyrararnir betri fortreytir at fylgja við framførsluni.

Framførslan av kórverkinum byrjaði við trompetunum, og tær góvu mær eina djúpa og sannførandi kenslu av einum fagnaðarboðskapi, sum skuldi rópast út í heimin, og sameiningin av floytuni, klarinettini og klaverinum ljómaðu um alla Fríðrikskirkjuna, og tú vart onga løtu í iva um, hví Jóhan Mortensen júst hevði valt Fríðrikskirkjuna sum karm um frumframførsluna.

Tá so sangararnir byrjaðu uppá fleirirøddað sangin, gjørdist tú bergtikin av, hvussu leikandi lætt tað eydnaðist tónasmiðinum at sameina ljóðføri og sangin saman við 33. sálma hjá Dávidi, og fyri hvørja ferð ein av pørtunum í verkinum vóru komnir at enda, hevði tú hug at reisast, klappa og heiðra luttakarunum.

»Fegnist í Harranum, tit rættvísu! Sannhjartaðum sømir longsongur«, soleiðis byrjar 33. sálmur, og soleiðis byrjaðu sangirnir. »Prísið Harranum við streingjaleiki, takkið Honum á tíggjustreingjahørpu«, var boðskapurin til áhoyrararnar.

Fyrsti partur snúði seg um lovsang og takkarsang, um at øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti. Annar partur um skapanarverk Harrans, og til øll, sum á jarðarríki búgva.

Í einum øðrum parti vóru vit eisini mint á ráð Harrans, sum skoðar sítt verk, og sær øll menniskjubørn síni.

»Nei«, sigur skaldið í 33. sálma, »eygu Harrans eru vend til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara«.

Sangarar og tónleikarar sameindu lovsangin á høgum musikalskum støði, og mintu áhoyrararnar á virðismiklar keldur í boðskapinum í 33. sálma.

Áðrenn eg byrjaði upp á hetta ummæli, lovaði eg mær sjálvum, ikki at gloyma sangsolistin Eivør Pálsdóttir. Tað hoyrdist skilliga, at hendan unga vakra gentan hevur serlig sangevnir, og skilji væl, hví hon fekk hendan leiklutin. Framtíð er í hennara vøkru rødd.

Tá kórverkið var komið at enda, vóru lógvabrestirnir at hoyra um alla kirkjuna. Ein sannførandi viðurkenning av, at tónasmiðurin hevði staðið sveinaroyndina bæði til rós og ug.

Venjingin av kórverkinum hevur helst verið drúgv, men lítil ivi er í mínum hugaheimi, at talan var um nakrar av bestu sangarum og tónleikarunum, vit hava í landinum, sum vóru við til at framføra verkið hjá Jóhan Mortensen. Hvar hann sjálvur kemur at standa í føroyska tónleikalívinum dugi eg ikki at siga í løtuni, men eingin ivi er um, at heldur hann fram á hendan hátt, so fer hann at teljast millum teir stóru tónasmiðirnar í føroyska tónleikalívinum.


Lasse Klein