Føroyskar fyritøkur í vanda fyri at missa fleiri milliónir

Hetta er aftur eitt dømi um, hvussu stór ólukka tað var at niðurleggja almennu skotlandsrutuna hjá Smyrli. Í dag viðurkenna øll, at tað er okkara størsta mistak á samferðsluøkinum í nógv ár sigur Kári Danielsen á fiskasøluni

Hósdagin og fríggjadagin var villur panikkur í hjá øllum teimum, sum útflyta fesk fløk niður á evropiska meginlandið.

Blikur, plagdi at sigla, lá við maskinskaða inni á Skálafjørðinum og fekk ikki siglt.

Annars skuldi hann havt sett kósina ímóti Skotlandi beint eftir midnátt hóskvøldið.

Men á miðdegi fríggjadagin lá hann framvegis og ongin visti, nær hann bleiv klárur aftur.

Skipafelagið arbeiddi alla undir hátrýsti at finna eina aðra loysn, men á miðdegi í gjár var onki klárt.

Ein loysn, sum varð kannað, var at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini leygardagin og lata hann fara til Skotlands.

Men á miðdegi í gjár var onki svar komið frá løgmanni um tað.

Ein rupulleiki er, at Dúgvan liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin hjá Norrønu er, at veðrið er so ringt, at tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla á Tvøroyri. Norrøna skal eisini til Skotlands í Morgun.

Ein annar møguleiki var at fáa gamal Svan, sum var á veg til Íslands, at venda við, og koma til Føroyar eftir fiskinum til Skotlands ístaðin.

Og sjálvir arbeiddu útflytarar við møguleikanum at lata ein trolara sigla til Skotlands við fiskinum.

Men eftir, hvat skiltist var tann møguleikin sleptur, tí veðrið varð so ringt, at fiskurin hevð í ?verið í knúsi? umborð einum trolara.

? Tann avgjørt frægasta loysnin hevði verið Smyril, tí hann siglir so skjótt, sigur Jannie Bjørgvin á Skipafelagnum.


Ein ólukka

Hesuferð skuldi eini 200 tons av feskum fløkum við Bliki til Skotland og víðari niður til Týsklands.

? Hetta er einki minni enn ein tann størsta ólukkan, føroyskum fiskaútflutningi hevur verið fyri, søgdu útflytarar fyri Sosialin í gjáramorgunin.

Teir siga at páskavikan er tann besta feskfiskavikan í øllum árinum, og tí er tað ein ólukka av dimensjónum, at slíkt kann henda.


Missa milliónir

Kári Danielsen á Fiskasøluni sigur tað er ógvuliga umráðandi fiskurin er í Bremenhaven tíðliga mánadagin.

Annars kemur fiskurin ov seint fram á marknaðin lonri suðuri, og so rýkur páskasølan.

? Og verður tað ov seint, verða vit noyddir at frysta fiskin, men so missa vit kanska helvtina av útflutningsvirðinum.

Tilsamans er útflutingsvirðið av teimum 200 tonsunum einar 15 milliónir.

? Missa føroysku virkini helvtina, er missurin umleið 7,5 milliónir.

Men hetta er í ringastaføri. Men ein missur uppá einar 5 milliónir er ógvuliga sannlíkur.

? Og tað er ein ómetaligur smeitur fyri okkum. Og eg ivist ikki í, at fyri onkrar av teimum smáu útflytarunum verður tað heilt einfalt mønustingurin.


Bumbað aftur í tíðina

Men Kári Danielsen sigur hetta, sum nú er hent, er aftur eitt dømi um, hvussu ófatiliga stórt mistak tað var at avtaka almennu skotlandsrutuna hjá Smyrli.

? Eg haldi, at í dag eru allir útflytarar á einum máli um, at hetta er størsta mistakið á samferðsluøkinum og størsta afturstigið fyri føroyskan útflutning í nógv, nógv ár.

Skipafelagið er heilt einfalt ikki nóg professionelt.

? Skipafelagið koyrir uppá pumpurnar alla tíðina, og tí hendir slíkt.

? At hugsa sær føroyingar í 1998 arbeiða við at fáa fiskiskip at siga okkara virkaða fisk á marknaðin.

? Hvat verður tað næsta: At vit fara at rigga Westward Ho til.

Hann sigur, at hann hevur følt tað á sær, at okkurt fór at enda galið hesa vikuna, tí hann veit, hvussu vorðið er.

? Blikur hevur verið í dokk. Eg bað skipafelagið longu mikudagin boðað frá, at ongin fartur bleiv hesa vikuna og at finna eitt annað skip.

? Men nei.

? Og tað vísti seg eisini, at tá ið hann fer á sjógv aftur, hevur hann maskinskaða.

? Og eg segði við tey, at tað nokk skuldi vísa seg, at táið eykaluturin kom, var tað okkurt annað, sum var í vegin.

Og rætt var. Og nú sita vit og kunnu rokna við at missa milliónir.

Hann sigur, at føroyskir útflytarar mugu fáa álitandi samband úteftir, ella mugu vit gloyma alt um at virka fisk.

Kári Danielsen sigur, at hetta er ringasta støðan, ein útflytari kann koma í.

? Vit hava gjørt avtalu við ein keypara. hesin keyparin hevur gjørt avtalu við kanska 40 keyparar, sum aftur hava gjørt avtalur við hvør sínar 40 keyparar, o.s.fr., o.s.fr.

Og nú dettu alt á gólvið av tí at Blikur hevur fingið maskinskaða... Tað er ótolandi.

Og tað ringasta er, at Skipafelagið átekur sær onga ábyrgd, tí fiskurin er ikki komin umborð á Blik. ? Og tað er ongin trygging, sum letur endurgjald fyri hetta.

Jannie Bjørgvin á Skipafelagnum er ósamd í, at hetta er eitt dømi um, hvussu óprofessionelt Skipafelagið er.

? Ongin kann vara seg fyri einum maskinskaða sum hesum. Vit fingu flogfar heim við eykalutinum og leigaðu tyrluna úr Vágum fyri at hann skuldi vera so skjótt frammi sum gjørligt. Tað er professionelt.

At brekið so vísir seg at vera okkurt annað, er eitt herviligt óhapp, sum vit onki kunnu gera við, sigur hon.