Nes kommuna gjørdi í seinastu viku avtalu við Falkon um at byggibúgva átta sethúsagrundstykkir við nýggja partin av Høganesvegnum, sum Falkon júst hevur longt við 180 metrum.
Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.
- Talan er um fýra grundstykkir, sum eru ætlaði til sethús í tveimum hæddum, og fýra grundstykkir eru til sethús í einari hædd. Grundstykkini koma at liggja væl í lendinum við frálíkum útsýni.
Soleiðis siga tey í Nes kommunu í dag.
Grundstykkini verða eftir ætlan liðug tíðliga komandi vár, men verða boðin til sølu – eftir nærri kunning – seinni í heyst.
- Grótið til longda Høganesvegin er fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Grótið til sethúsagrundstykkini verður eisini tikið haðani, so tað er stutt at flyta.
##med2##
Í Nes kommunu vísa tey á, at oman fyri vegin verður haraftrat eitt 3000-4000 fermetrar stórt grundstykki, sum komandi vár verður boðið út til íbúðarbygging.
- Samlaða verkætlanin við Høganesvegin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.
Lagt verður aftrat, at seinastu árini eru fleiri nýggj sethús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH eisini bygt seks randarhús við Høganesvegin.
##med3##