Fíggjarlóg og fosturtøka í Løgtinginum í dag

Tvey ymisk mál, sum bæði seta dagsskránna eru fyri á tingfundinum í dag

Tingfundur var lýstur at vera klokkan 9:30 í morgun. Tá varð uppskotið hjá landsstýrinum til Løgtingsfíggjarlóg lagt fyri tingið.

 

Eftir tað verður ein steðgur í tingfundinum til klokkan 11, tá tingfundurin verður uppafturtikin við skránni, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. Tað verður gjørt, tí at klokkan 10 verður tíðindafundur í Smæruni, har Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fer at greiða frá fíggjarlógaruppskotinum.

 

Skáin fyri tingfundin er annars týsdagin er hendan:

 

Tingfundur

 

Dagsskráin, týsdagur, 30. september 2025, kl. 09:30

 

1) Framløga av fíggjarlógini

 

2) Ófráboðaðir fyrispurningar

 

3) 3. viðgerð LM-002/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn

 

4) 3. viðgerð LM-003/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2025 (Flyting av stjórnarráðum og Eirargarður 2 nýtast til lestrarbústaðir)

 

5) 2. viðgerð LM-010/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025 (Umvæling av Løgtingsbygninginum)

 

6) 1. viðgerð LM-011/2025 - Uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og kastratión (Sterilisatiónslógin)

 

7) 1. viðgerð LM-012/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Prosjektera næsta byggistig fram til útboð)

 

8) 1. viðgerð LM-013/2025 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om sundhedsvæsenet på Færøerne (Udvidelse af Hjemmestyrets muligheder for at fastsætte regler om adgangen til ydelser i sundhedsvæsenet på Færøerne)

 

9) 1. viðgerð LM-014/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

 

10) Framløga

 

Viðmerkingar

 

LM-011/2025 verður beint í Rættarnevndina

 

LM-012/2025 verður beint í Fíggjarnevndina

 

LM-013/2025 verður beint í Trivnaðarnevndina

 

LM-014/2025 verður beint í Rættarnevndina