FC Suðuroy fekk nógv burturúr teimum trimum innanhýsis dystunum móti TB í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
FC Suðuroy vann tveir sigrar á TB, og í seinasta dystinum megnaðu teir at knógva ein javnleik.
Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til FC Suðuroy, og bert eitt stig til TB.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 6-4 til FC Suðuroy.
Nikolei Johannesen hjá TB og Pætur Augustinussen hjá FC Suðuroy skoraðu í tveimum av hesum innanhýsis uppgerðunum
TB – FC Suðuroy 2-2 (1-1) - 28. september
1-0: Nikolei Johannesen 36.
1-1: Pætur Augustinussen 44.
2-1: Musah Armah 58.
2-2: Olivur Renéson Thomsen 81.
TB - FC Suðuroy 2-3 (2-3) - 10. august
1-0 Nikolei Johannesen 6.
2-0 Samudeen Musah 21.
2-1 Emmanuel Owusu Andorful 34.
2-2 Pætur Augustinussen 36.
2-3 Fríði Holm 38.
FC Suðuroy - TB 1-0 (0-0) - 3. apríl
1-0 Dánjal Godtfred 48.
Kelda: FaroeSoccer