Strandferðslan órógvaði nógv

Fótbóltur: Vágbingar hildu seg ikki vera førar at fara um Suðuroyarfjørð við Pride

Ofta hevur tað verið ólagaligt og buldraligt, tá fótbólturin er farin á rull í Føroyum. Viðhvørt hevur kavin gjørt, at tað hevur ikki verið spælandi, og onkuntíð hevur verkfall spælt FSF og feløgunum eitt puss.

Hvørki veðrið ella fakfeløg og arbeiðsgevarar hava taklað fótbóltsspælið í ár. Allir dystirnir í bólkaumfarinum vórðu fingnir frá hondini um vikuskiftið, men tað var um reppið, at onkrir vórðu avlýstir.

Orsøkin var, at Strandferðslan setti Pride í suðuroyarsiglingina í staðin fyri Smyril.

Vágbingar vildu ikki brúka henda fartin norður um fjørðin, og teir heittu á Fótbóltssambandið at broyta skránna, soleiðis at VB og Royn spældu har suðuri og GÍ og B68 norðanfyri. Men FSF helt, at tá Strandferðslan metti skipið í suðuroyarsiglingini vera nóg gott, so kundu teir ikki seta seg til dómarar yvir tí, og teir hildu fast við sítt.

Sambært ætlanini skuldi dysturin millum Royn og GÍ vera í Hvalba, men liðini høvdu býtt um, soleiðis at dysturin varð spældur í Gøtu. Hetta varð gjørt, tí hvalbingar vildu ikki fara norður um bæði skírisdag, tá teir skulu á Svangaskarð, og 2. páskadag, tá seinni dysturin verður móti GÍ.

Fleiri hvalbingar fóru norður fríggjakvøldið, og aðrir fóru norður leygardagin, so tað var ikki sum at siga tað hjá teimum at spæla í Suðuroy.


Tyrlan

At vágbingar ikki vildu fara norður við Pride komst av, at fleiri av spælarunum eru alt annað enn sterkir á sjónum, og í VB vistu teir, at hesir fóru ikki at vera førir fyri at spæla, um teir sunnumorguni fóru norður við hesum fartinum.

? Eg fekk at vita fyrrrapartin sunnudagin, at vit fóru ongan veg. Klokkan tíggju minuttir í tólv fekk eg boð um, at vit skuldu møta í Froðba í fótbóltsklæðum og við ongum ferðagóðsi klokkan hálvgum eitt. Eg var fyrsti maður, sum fekk boð, so tað gekk skjótt fyri seg, greiðir ein av VB spælarunum, John Eystberg, frá.

At tyrlan brádliga kom upp í leikin komst av, at nógv virksemi var handan leiktjøldini fyri at betra um sambandið norður eftir.

Tveir av spælarunum hjá Royn sloppu norður um ein seinni túr við tyrluni. Teir møttu upp í Sandvík, og teir vóru í Gøtu eina løtu eftir at Gí og Royn vóru farin undir dystin.


Ymiskar loysnir

og úrtøkur

Fuglfirðingar skuldu sambært skránni til Sumbiar, og teir í B36 skuldu til Tvøroyrar. Eisini norðanfjørðs varð tosað um at broyta skránna ella í hvussu so er at útseta til ferðamøguleikarnir vóru meiri lagaligir, men tað spurdist einki meiri enn tos burturúr hesum.

Teir í B36 valdu at fara suður leygardagin við tyrluni, og so fyrireikaðu teir seg á gistingarhúsinum í Øravík til uppgávuna á Sevmýri.

Fuglfirðingar fóru frá húsum heilt tíðliga sunnumorgunin fyri at røkka túrinum hjá Pride av Gomlurætt og suður á Hvalba.

Úrtøkan hjá B36 var javnleikur á Sevmýri, meðan fuglfirðingar ikki vóru meiri nervaðir av ferðini við Pride at teir vunnu á Krossinum í Sumba.