Vit eru øll so altráð eftir at fara at samráðast um endurgjald fyri bankasamanlegging og bankakuppið, men hevði tað ikki verið betri um vit fóru at kanna eftir hvat fyrigongur í toppinum í føroyskum politikki!
Tá kreppan rakti okkum føroyingar fyrst í 1990?unum rakti hon serliga sunnaru helvt at Suðuroynni og so alla Sandoynna, tí í hesum økjum vórðu fiskavirkini afturlatin. Hetta rakti so mikið meint at fleiri pakkaðu saman og rímdu av landinum. Men ringar tíðir geva mangan monnum árræði og fleiri vóru teir sum tóku seg saman fyri at skapa nøkur abreiðspláss her í sunnaru helvt í Suðuroy. Hetta var í teirri tíð tá Heilsufrøðisliga starvsstovan setti so ræðuliga hørð krøv fyri at virkini kundu fáa løggilding og tí gjørdist hesi virkir so nógv dýrari og tyngri at reka enn upprunaliga ætlað. Illa gekst at fáa gongd á og okkurt av virkjunum átti bukka undir um ikki tey fingu stuðul í samsvar við Sandoyarætlanina og søkt var tí um stuðul.
Í fyrstu syftu vísti tað seg, at ongir trupulleikar vóru at fáa stuðul til at menna flakaframleiðslu í sunnara helmingi í Suðuroy. Menn frá Sp/f »Southern Fish« vóru norðuri í Havn og tosaðu við John Petersen og hann spurdi bara hvussu nógv vit skuldu hava, tí peningurin 5 mill. vóru tøkir. Vit gjørdu so eitt upplegg um rakstur í samarbeiði við Rasmusen og Weihe og sendu eina umsókn um stuðul uppá 2 mill. krónur soleiðis at virkið kundi halda áfram við 30 arbeiðsplássum. Men nú kom okkurt í vegin! nú fingu vit knappliga at vita at ongin meiriluti var í Landsstýrinum fyri at játta peningin. Vit fingu eisini at vita at ein lógarbroyting skuldi til fyri at John Petersen kundi fáa heimild til at býta henda pening út.
Mangan hevur síðan verðið spurt í Landsstýrinum, men altíð er svarið tað sama, menninir eru upptiknir og hevur tað so eydnast at fáa fatur á onkrum so hevur viðkomandi onki vita.
Størsti politiski stuðulin hjá Jákupi Olsen var nevndarformaður í áðurnevnda felag og tí heitti hesin á Jákup, um at fylgja hesum málinum upp og varð hetta játtað. Men sum frá øllum hinum, so kom ongantíð nakað svar aftur frá Jákupi.
Tá eg so í fjølmiðlunum hoyrdi at Jákup var avhoppaður í Krf. og at hann var farin uppí Fólkaflokkin, við tí grundgeving, at vinnulívið í Vági lá stilt, so runnu mær beinanvegin í hug hasar 5 milliónirnar sum John Petersen ráddi yvir.
Eg fór beinanvegin at kanna eftir og tað vísti seg, at tankar mínir stemmaðu yvir eitt við veruleikan. Tí er tað ikki so løgið, at hini virkini í bygdini sum hava haft umsókn liggjandi í langar tíðir onki kundu fáa, Jákup hevur jú arbeitt ímóti øllum sínum partamonnum og sjálvur fingið allar 5 m illiónirnar játtaðir. Treytin var at hn kundi reisa 7 mill. í eginpening.
Altso John Petersen kundi ikki ganga nøkrum øðrum á møti, tí Fólkaflokkurin skuldi brúka hesar 5 milliónirnar til at keypa sær ein sum kundi fáa nakrar stemmur í sunnara helmingi í Suðuroy.
John Petersen hevur sikkurt fulla heimild at gera sum hann hevur gjørt tað ivist eg heldur ikki í, men hvar er moralurin??
Aftaná tað stóra krakkið í svartkjaftaflotanum varð sagt bæði av Bankum og landsstýrismonnum at fyri eftirtíðina skuldi allur eginpeningur vera reellur og fari eg at loyva mær at seta eitt spurnartekin við í hesum førinum. Hvussu eginpeningurin skal síggja út eru greiðar reglur fyri.
Hetta er ikki skrivað av øvund, tí mær manglar onki, hvørki so ella so, men nú kunna so fólk síggja hvussu hesin maður arbeiðir. Viðmerkjast skal at hini virkini í Vági hava eisini líka sum Southern Fish havt umsókn liggjandi inni og harímillum onkur sum í mong mong ár hevur stuðlað Jákupi.
Løgin fuglur, sum drítur í egi reiður! Jákup segði at hann nú hevði verið uppi í politikki í 20 ár, men hann hevur so sikkurt heimsmet at sita í andstøðu. Hesi seinastu nógvu árini hevur hann hildið sínar veljarar fyri tað turra spott, tí hann hevur als ikki møtt á kommunufundum.
Eg fari at enda við at ynskja fólkafloksmonnum her suðuri hjartaliga tillukku við nýggja valevninum, sum kostaði 5 milliónir krónir. Og síðan fari eg at nýta høvi til at ynskja Kristiliga fólkaflokkinum gott val í Suðuroyar valdømi.
Vágur hin 30. mars 1998
Hans J. Joensen
P. S. Nýlagdir kettlingar hava eina hind fyri eyguni og mugu tí trilva seg fram, nú vóni eg at hindin sum hevur ligið rundan um alt høvdið á so nógvum vágbingum fer at loysna, so teir fara at síggja dagsins ljós.










