B68 leyp avstað

Fótbóltur: Venjingarstøðan er betri enn tann hjá vágbingum, sum framvegis hava góð fótbóltsevni

B68-VB 3-0 (2-0)

Eftir at teir í fleiri ár hava ligið í botninum og brúkt orkuna uppá at lyfta seg upp um niðurflytingar strikuna, so er tað okkurt, ið bendir á, at toftamenn ætla sær eitt øðrvísi fótbóltsár.

Fyrsta styrkisroyndin var, tá vágbingar vitjaðu sunnudagin. B68 vann 3-0. Avrikið og sigurin kann sjálvsagt ikki brúkast sum fullgott grundarlag undir einari meting av, hvussu kappingarárið fer at hilnast, men tað er ein sannroynd, at nógv viðurskifti eru øðrvísi á Svangaskarði í ár, enn tey hava verið undanfarnu árini.

Sunnudagurin vísti, at Petur Simonsen hevur tak á sínum monnum. Teir eru væl á veg at koma í dystarvenjing, og tær avtalurnar, sum eiga at vera sjálvsagdar á einum hvørjum liði, men sum tað hevur verið ilt at fingið eygað á hjá B68 seinastu árini, tykjast vera komnar upp á pláss.

Sammett við í fjør, so var meiri enn helmingurin av spælarunum, ið vóru á vøllinum sunnudagin, nýggjur. Magnus Poulsen var í málinum, Niels Poulsen og Sámal Erik Hentze vóru í miðverjuni, Øssur Hansen og russarin Sergei vóru á miðvøllinum, og russarin Andrei var í álopinum. Saman við hesum vóru Jan Petersen og Mannbjørn Nesá í borðunum, Edmund Jacobsen í miðverjuni, Jákup Eli Olsen á miðvøllinum og Øssur Jacobsen í álopinum. Jóhannes Danielsen og Jákup Djurhuus loystu í steðginum Edmund og Mannbjørn av.


Spæl og mál

Heimaliðið hevði bóltin mest, meðan gestirnir lógu longri afturi á vøllinum og dúvaðu upp á møguleikar fyri snarálopum. Teir høvdu Birgir Jørgensen einsamallan á toppinum, og við hvørt varð hann stuðlaður av Magna Jacobsen og John Eystberg. Og sær sjálvum líkir, so megnaðu vágbingar viðhvørt at koma til góðar møguleikar.

Teir spældu skjótt og beinleiðis, og tá miðverjan hjá heimaliðnum ikki altíð var sannførandi, so stóðust onkrir møguleikar av. Birgir Jørgensen stútaði beinanvegin innlegg úr høgru, sum málverjin slerdi á tvørtræið og út til horna, og sami maður hevði løtu seinni góðan møguleika, tá John Eystberg loraði stikkbólt fram ímillum.

Øssur Hansen setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fríspark úr 21 metrum varð sent upp um verjugarðin og niður í málhornið. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik umsetti Andrei stikkbólt frá Øssuri Hansen, og fram móti dystarenda fekk hin russarin, Sergei, fulla nyttu burturúr roynd so at siga av baklinjuni. Málverjin væntaði innlegg, og vindurin hjálpti fremmandamanninum.

Sigurin var avleiðing av B68 yvirvág, sum gjørdist sjónskari, sum tíðin leið. Venjingarstøðan hjá heimaliðnum tóktist vera væl betri enn tann hjá gestunum.


Fyritreytirnar hjá VB

Vágbingar høvdu ikki bestu fyritreytirnar at spæla. Ólagaliga ferðasambandið til Suðuroyar gjørdi, at teir komu ikki á Svangaskarð fyrrenn klokkan 15 (dysturin varð útsettur í 20 minuttir), eftir at teir vóru komnir norður um við tyrluni.

VB hevur altíð havt góðar fótbóltsspælarar, og tað hava teir framvegis. Trupulleikin seinnu árini hevur verið, at teir hava havt ov fáar spælarar. Teir kundu ivaleyst ynskt sær størri úrval í ár, men tað er ikki so illa statt, sum tað var á Svangaskarði.

Fimm av teimum, sum í fjør vóru við til at manna liðið, og sum venja við, vóru ikki á Svangaskarði, tí teir vóru sjúkir ella skaddir. Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Coolio, Dan Djurhuus og Mikael í Lágabø vóru eftir har suðuri.

Frammanfyri Bjarna Johansen vóru Eyðun Kjærbo, Marner Richard og Bergur Winther, í borðunum vóru Jón Gærdbo og Petur Olaf í Lágabø, á miðvøllinum vóru Milan, John Eystberg, Magni Jacobsen og Magni Magnussen, og Birgir Jørgensen var á toppinum.