Viðgerðirnar í Íslandi bøta um lívsvirðið

Í oktober í ár gongur royndartíðin út, sum hevur givið 20 psoriasissjúkingum um árið møguleika at fara til Íslands til viðgerðar á Bláa Lónið

Psoriasisfelagið er eitt ógvuliga virkið felag. Í høvuðsheitum snýr arbeiðið í felagnum seg um at bøta um umstøðurnar hjá teimum uml. 1400 fólkunum í Føroyum, ið hava hesa sjúkuna. Umframt veitir felagið limunum upplýsingar um sjúkuna og viðgerðarmøguleikar. Felagið varð stovnað í 1985 og hevur í dag 250 limir.

Hóast orkan hjá felagnum er avmarkað hevur tað nógv stríðsmál, og tað sum stendur ovast á skránni í hesum døgum, er at fáa landsins myndugleikar at halda fram við stuðlinum til viðgerðarferðirnar til Íslands umframt at fáa ein húðlækna til Føroya.

? Royndirnar vit hava av at senda fólk til viðgerðar á Bláa Lónið í Íslandi eru ógvuliga góðar. Fólk hava tað gott eitt langt tíðarskeið eftir uppihaldið og tað bøtir munandi um lívsvirðið, sigur Leivur Guttesen, næstformaður í felagnum.


Væl eydnaðar ferðir

Í 1991 varð fyrsta viðgerðarferðin gjørd til Íslands, tað var við børnum og Kiwanis stuðlaði ferðini. Ferðin var ógvuliga væl eydnað og heimafturkomin fekk felagið treysti til at halda fram við arbeiðinum at skipa fyri slíkum ferðum. Skipað hevur verið fyri tiltøkum fyri at savna pengar inn, og Landsstýrið og landssjúkrahúsmyndugleikarnir hava eisini stuðlað. Næsta ferðin varð í 1993, eisini við góðum úrslitum.

Bláa Lónið við sínum heitu keldum er ógvuliga væl umtókt viðgerðarstað, ikki bert hjá fólki við húðsjúkum, men hjá øðum við. Í dag hevur Bláa Lónið viðgerðardeild, sum er skild frá økinum, har ferðafólk koma. Tá ið føroyskir sjúklingar koma á Bláa Lónið verða tey kannað av tveimum læknum, síðani eina ferð um vikuna í tær fýra vikurnar uppihaldið varir.

? Tað er ógvuliga tungt hjá einum felag um okkara at fíggja slíkar ferðir og tí hava vit søkt Landsstýrið um at koma á fíggjarlógina, sigur Leivur Guttesen.

Í fjør komu viðgerðarferðirnar hjá psoriasissjúklingum á fíggjarlógina eftir tilráðing frá landslæknanum, sum hevði kannað viðurskiftini í Bláa Lónið ? í fyrstu atløgu sum ein royndartíð á tvey ár. Tvær ferðir um árið verða 10 sjúklingar sendir til Íslands.

? Royndartíðin gongur út í oktober í ár, men vit vóna, at hon verður longd. Vit hava bara góð útslit at vísa á.

? Tað er ein sannroynd, at lívsvirðið hækkar munandi, tá ið tú fært viðgerð. Tú fært mót av nýggjum og tað hevur nógv at siga. Alternativið er, at felagið má taka um endan og bera fíggjarligu byrðarnar og tað hevur tað ikki orku til. Í Føroyum er einasti møguleikin at leggja fólk inn á Landssjúkrahúsið í seks vikur og tað er ein nógv dýrari loysn. Í Bláa Lónið kenna vit okkum væl, vit kenna fólkini og tey okkum, umhvørvið er heimligt og hugnaligt, og tað er sera bíligt at senda fólk til Íslands. Í pengum snýr tað seg um 225.000 krónur um árið, ið 20 fólk njóta væl av, sigur Leivur Guttesen.


Eingin húðlækni

Í løtuni er eingin húðlækni í starvi í Føroyum, men eina ferð um mánaðin kemur ein húðlækni frá dermotologisku deild á Bispebjerg sjúkrahúsi til Føroya. Tann skipanin heldur fram restina av árinum, men felagið vónar, at ein fastur húðlækni verður í Føroyum.

? Tað er í øllum førum ríkiligt av arbeiði til hansara. Samanbera vit við viðurskiftini í Íslandi, áttu tveir húðlæknar at verið Føroyum, sigur Leivur Guttesen.

Tað er húðlæknin, sum ger av, hvørjir psoriasissjúklingar í Føroyum sleppa í viðgerð í Íslandi. Læknin hjá viðkomandi fyllir eitt skjal út, sum húðlæknin arbeiðir út frá og tey, ið hava størstu viðgerðina fyri neyðini, verða vald.


Granskingin

Granskingin innan psoriasissjúkuna er stór, men enn veit eingin, hvaðani hon stavar. Tað kann vera viðføtt, men tú kanst eisini fáa tað seinni í lívunum. Uml. trý prosent av fólkatalinum fær sjúkuna, men tað er ymiskt, hvussu ógvuslig hon er. Reyðir blettir, skrúvur á húðini er tað vanliga, men hjá fáum kann tað útvikla seg til gikt eisini.

Føroya Psoriasisfelag tekur lut í granskingararbeiðinum í Nord PSO. Øll Norðurlondini eru við og arbeitt verður við ymiskum granskingarverkætlanum. Tilfarið, ið verður savnað frá ymsu luttakaralondunum, verður ætlandi til eina doktararitgerð, sum kemur út síðst í 1999. Tað er læknin á Bláa Lónið, sum hevur við føroysku sjúklingarnar at gera, ið hevur ábyrgdina av føroyska partinum. Í høvuðsheitum snýr verkætlanin seg um gongdar leiðir at bøta um lívsvirðið hjá psoriasissjúklingum.

Danska kvinnan Minna Vinberg, ið hevur psoriasis, hevur funnið út av, at maturin hevur nógv at siga. Hon hevur skrivað tvær bøkur um mat og psoriasis. Við at leggja matvanarnar um og eta lítið feitt og nógv grønmeti, ber til at minka um sjúkraeyðkennini.

? Sálarliga støðan hjá fólki hevur eisini nógv at siga. Ert tú strongdur kann sjúkan bróta út, sigur Leivur Guttesen at enda í viðtali.